metrunum av sedimentum, sum er funnin í brunninum, inniheldur olju. Hetta eru góð tíðindi, sum eisini Útvarpið visti at siga frá nú um dagarnar. Men enn er ikki greitt, hvussu sjálvt reservoirið tvs. goymslan [...] tíðliga at siga nakað, men vísir á, at tað sjálvandi bæði eru negativir og positivir faktorarar í teimum fyribils kanningarúrslitunum, sum gjørd eru. Men hetta sigur so einki um endaúrslitið. Tað skilur blaðið [...] til, um slíkir metingarbrunnar verða boraðir á føroyska landgrunninum næsta ár, men hinvegin hava vit fingið vissu fyri, at Amerada Hess í næsta ár fer at bora ein leitibrunn í bretska økinum. Amerada
gjár klokkan tíggju fór fótbóltslandsliðið á síðstu uttanlandsferðina í hesum árinum. Tveir dystir eru á skránni á ferðini. Tann fyrri verður í Litavia seinnapartin leygardagin, og tann seinni verður í [...] sindur fyri, um spælararnir fóru at verða nóg væl tunaðir inn á stóru uppgávuna. Tað gjørdi hann, tí nú luttaka nógv teir flestu spælararnir á landsliðnum í føroysku kappingini, sum er liðugt spæld. At kappingin [...] útsettur. Dysturin varð spældur í august árið eftir, og tá var úrslitið 2-0 til heimaliðið. Men hagtølini eru ikki altíð so ljót fyri landsdystirnar, sum verða spældir í oktober. Í fjør taptu Føroyar 3-0 í oktober
hitaður. Hann sigur, at heldur ikki fáa eitt nú einkjur heldur ongan ágóða av samtyktini. ?Tvørturímóti fer tað at gera korini enn verri hjá teimum, sum longu eru illa fyri, tí hitnar búskapurin enn meiri [...] ógvusligar skattalættar í einum. ?Tað er ímóti allari, búskaparligari ráðgeving at gjara ov nógv út, nú tíðirnar eur so góðar og tað ætli eg mær heldur ikki at gera. Sjálvt Carragata-álitið vísir á, at tað [...] fram við varsemi, tá ið skattalættar verða veittir. Tað ræður eisini um at leggja upp fyri, so at vit hava ráð til skattalættar,tá ið tíðirnar versna aftur. Týdningin av hesum sóu føroyingar allarbest
rað var eg á summarlegu á Zarepta. Har hoyrdu vit sjálvandi nógv Guds orð, og einaferð spurdi kamarsleiðarin, um vit ynsktu at verða frelst. Eg segði ja, og vit bóðu eina bøn saman, sigur Mourits Mohr Viderø [...] kundu brúka nógvar tímar at sita heima og spæla sangir hjá Alex Bærentsen og Petur Oluf & Niels. - Vit hildu sangirnar vera sera góðar, men hjá mær hevði innihaldið í sangunum ikki so nógv at siga, - ikki [...] trúgvandi og tosaði ofta við teir ungu um tey andaligu viðurskiftini. – Hann segði einaferð við meg, tá ið vit prátaðu, at “einaferð verður tú frelstur”. Eg hugsaði, hví hann mundi siga so. – Eg gekk ikki á møti
duga. Verða hesir spurningar settir uttanum kynsspurningin, fáa vit fleiri konufólk í millumleiðslur, leiðslur og nevndir, tí vit eru sjálvsagt líka væl kvalifiseraðar og ofta betri enn teir, sum sita [...] einum virki, sigur Benja. -Vit mugu burtur frá at hugsa kyn, etniskan uppruna ella fyri so vítt aldur. Alt hetta má setast til viks, fyri at vit kunnu koma fram til tað, sum vit veruliga vilja í vinnulívinum: [...] tonkum, eftir at hava hoyrt Benju Stig Fagerland á Hotel Føroyum 8.mars í fjør. Hesi og onnur fáa nú aftur møguleikan, tí um ein lítlan mánað, vitjar norska “orkuverkið” aftur oyggjar okkara. Tað kann
avrik. Fínar fellur Vit umrøddu landsdystin í blaðnum í gjár, men kanska gjørdu vit ikki nóg nógv burturúr, hvussu væl føroyingarnir stóðu seg seinna umfarið, tá teir vóru undirmannaðir. Vit nevndu, at tað [...] Føroysku landsliðsspælararnir eru eftir landsliðsvikuna aftur í feløgunum, har teir skulu seta seg upp til í morgin at spæla týdningarmiklar dystir í landskappingini. Tað kemur ikki so sjáldan fyri, at [...] tað tóktist torførari hjá íslendingunum at spíla seg út, enn tað var hjá føroyingunum, og vit halda framvegis, at tað er nakað um hetta. Men hetta fjalir ikki yvir, at okkara menn stóðu fyri einum megnar
lagdur á hugburð og persónligheit. - Vit fara ikki at seta ein mann eftir húðliti, tað sigur seg sjálvt. Vit hyggja eftir, hvat maðurin hevur at bjóða uppá, og síðani taka vit støðu. Tað, sum vigar mest í eini [...] tíð. Patrick De Neergaard, sum er danskur statsborgari, varð valdur millum umsøkjararnar, sum allir eru danir. Patrick De Neergaard hevur danskan pápa, og mamman er úr Irak. Presturin er føddur og uppvaksin [...] Sameindu Tjóðir. Tað gjørdi hann í samband við leiklutin hjá dønum í Sameindu Tjóðum. Skal til roynd Men nú er Patrick De Neergaard altso vorðin prestur, og er prestastarvið í Vági hansara fyrsta sum prestur
heimasíðu fyri landsstýrið, eins og allar aðrar stjórnir hava, men meðan slíkar í øðrum londum sjálvandi eru strangt politiskt neutralar, so var landsstýrisins heimasíða ein groft manipulerandi propagandasíða [...] So kom Føroya dýrasti og longsti frístílur, hin sonevnda Hvítabók, sum var líka so saklig, sum um vit settu ein fótbólts-hooligan at meta um kvalitetir hjá andstøðuliðinum! Tað var óneyðugt oyðsl og t [...] miðlamenn so lættliga høvdu fingið sær innivist í donskum sjónvarpi við so stupidari reklamusending. Táið nú okkara trætarar og trúttarar, sum fegin vilja eita samráðingarmenn í síðstu viku enn einaferð komu
Í Føroyum halda vit framvegis danska grundlógardagin, hóast nógvum dámar at minna á, at føroyingar ongantíð góvu sítt samtykki til at seta hana í gildi í Føroyum. Á Tvøroyri eru eisini tjóðskaparsinnaðir [...] ðir borgarar. Men í hesum døgum frøast vit um Danmarks Riges Grundlov! Nú Fríðrikur X er ávegis til Føroya og ikki minst Tvøroyrar, er vert at minnast, at tað var Fríðrikur VII, ið undirskrivaði Grundlógina [...] Grundlógin legði støðið undir okkara frælsu tilveru, vit fingu atkvøðurætt, talu- og skrivifrælsi og, sum Hans Pauli Strøm so væl orðar tað í dag, "fingu vit eisini frælsi at skipa okkum í feløg, samkomufrælsi
eftirkomarar eru Essa Arge og Oddfríður Gregersen. Ein beiggi Poul var verandi á Blankaskála, og tann yngsta systirin Sigga f. 1803, giftist til Fuglafjarðar við Thomas Jacobsen. Lykkershús Nú er tað, at [...] kallaðist Lykker. Vit hitta hann fyrstu ferð í 1661 og kallast hann Lycher Christoffersen, sum væl kann vera av týskum uppruna. Hann var húskallur hjá bóndanum, Torberg Sivertsen, og er komin fyri barn við [...] Klaksvík. Bert hjá honum eru fleiri hundrað eftirkomarar. Ein sonur hansara var Ziska Jacobsen, hvørs bjargingarbragd við “Ernestine” er tiltikið. Nógvar av hesum Blankaskálaættunum eru samangiftar. Ein sonur