Virgar T. Dalsgaard,
føroyskur dani og emigrantur
Hetta var fyrstu ferð í føroyskum politikki, at menn hættaðu sær systematiskt at heilavaska fólk úr erva fyri skattgjaldarans pening. Ein fyrsta føroysk roynd í »Big Brother«-skipan, har menn eins og í Kreml gjørdu av, hvat var rangt, hvat var rætt, hvat debattin skuldi vera um og hvussu hon skuldi vera.
Hetta kravdi eina sera vælkontrolleraða og dølska pressu, eitt einsrættað útvarp og eitt eiðasørt heimaføðisligt sjónvarp, sum kundu kyrra fólk og geva teimum villar innationellar hvørvisjónir um tað tilstundandi Høgnaríki. Við tað, at nógv fólk kendu seg sera ótrygg við tað, sum tey hildu fór at vera eitt andaligt fongsul, skuldu tey við vold og makt av fjølmiðlum tvingast til at skifta meining. Tí gjørdist tað avgjørt TABU at finnast at ella seta spurnartekin við Hoydalsrepublikkina ella fullveldi. Leitað varð dúgliga eftir teimum mest undirbrotligu miðlatrælunum, og tað treyt ikki við fúsum ørindadreingjum.
Í sjálvum Tinganesi innrættaðu menn eina heimasíðu fyri landsstýrið, eins og allar aðrar stjórnir hava, men meðan slíkar í øðrum londum sjálvandi eru strangt politiskt neutralar, so var landsstýrisins heimasíða ein groft manipulerandi propagandasíða við vulgerari reklamu fyri Hoydalsfongslið!
At fólk um allan heimin á Landsstýrisins Internetsíðum skuldu noyðast at lesa um eitt politiskt uppskot, sum bert ein partur av fólkinum ynskti, var og er bæði groteskt, ósømiligt og absurdt!
Hetta er eindømi í bæði føroyskari og danskari søgu. Hugsið tykkum til, at Poul Nyrup hevði havt reklamu á tí ministeriellu heimasíðuni fyri einum uppskoti, sum Anders Fogh var ímóti. So hevði hann ikki verið statsministari ein dag afturat!
Men tað var ikki nógmikið við tað. So kom Føroya dýrasti og longsti frístílur, hin sonevnda Hvítabók, sum var líka so saklig, sum um vit settu ein fótbólts-hooligan at meta um kvalitetir hjá andstøðuliðinum! Tað var óneyðugt oyðsl og tíðarspilli, sum bara førdi til, at menn barslaðu við einum politiskum neyðareggi.
Síðani góvu teir aftur fyri almennan pening út eitt propagandarit fyri teirra politiskt privata projekt ? tað fúla Høgnaveldið, sum flestøll ikki skoyta um. Skrivið var kortini sent fyri alment postgjald í hvørt hús! Hetta hevði í øðrum europeiskum londum verið nógmikið til eitt misálitisvotum, men Løgtingið lat sær lynda. Tað má kortini hava givið nógvum demokratiskt sinnaðum sjálvstýris- og fólkafloksmonnum vaml og moralskar pannurukkur, tí verður fyrst eitt álvarsamt parlamentariskt siðabrot framt, er tað næsta skjótt á veg.
Endiliga høvdu teir, sum ofta ávíst her í blaðnum, ein sjáldsama lýdnan fjølmiðlaskara, sum stórt sæð ókritiskt lat seg stýra úr Tinganesi.
Sjónvarpið sum politiskt amboð
Tað er ilt at siga, hvør var allarstørsti heimføðingur millum fjølmiðlatrælir, men ein tann mest undirbrotligi skammrósarin hjá hesum landsstýri var so avgjørt almenni heilavaskarin, harra Øssur Winthereik. Hesin talentleysi skræðugákur legði fyri í sjónvarpi okkara við at skammrósa hvørjum ropi, sum kom frá landsstýrinum og hvørjum setningi úr Hvítu bók, sum um tað skuldi verið heilagar profetiir og skriftstøð, og ikki vulger og innantóm politisk rakstrarróp. Hann helt fram niðri í Danmark, har hann í sera einoygdari heimagjørdari sjónvarpssending saman við fastur fullveldi, frúnni Onniku og øðrum frelstum frellum úttalaði seg sum beinleiðis reklamumaður fyri harra Høgna Hoydal!
Hesin dilletantiski videostubbi var skelkandi fyri okkum TV-hyggjarar í Danmark, við tað at eingin frá andstøðuni slapp at gera sína meting. Gud viti, hvussu hesir miðlamenn so lættliga høvdu fingið sær innivist í donskum sjónvarpi við so stupidari reklamusending.
Táið nú okkara trætarar og trúttarar, sum fegin vilja eita samráðingarmenn í síðstu viku enn einaferð komu aftur, ongul í reyv, sjálvt um teir reypa av góðum fongi, var endiliga eitt satt høvi hjá harra Winthereiki til at sýnt onkra dygd sum avdúkandi og naskur sjónvarpingarmaður, men nei, hann dumpaði so eiggiliga, at sjónvarp Føroya gjørdist vánaligasta miðlastovnur hetta ólukku hóskvøldið og breyt av, soleiðis at føroyingar ikki sóu tað sama, sum danir hugdu at, og høvdu vit ikki havt útvarpingarmenn á Christiansborg, so hevði alt Føroya fólk verið snýtt og fingið heilt skeiva fatan av mjørkatámi- og uttanumtosi landsstýrismanna. (Onkur var so heppin gjøgnum parabolantennu at síggja, hvussu teir báðir dólgarnir dummaðu seg).
Men teir báðir, Kári Durhuus og Per Højgaard skulu hava rós fyri tann mest objektiva tíðindaflutning, vit leingi hava sæð frá føroyskum journalistum um henda fruktaleysa óvitatrætnaða, sum summi fólk hava hildið verið samráðingar.
Um tað er tað professionella journalistiska Christiansborgarumhvørvi, sum hevur fingið hesar menn at taka seg saman,e lla teir bara veruliga hava arkent, at tað hevur verið ov fúlt við hesi miðvísu Hoydalsstýringini, er fyri so vítt líkamikið. Tað, sum umræður, er, at vit fáa ein djarvan, erligan og avdúkandi politiskan journalistikk. Hesir menn tordu at herja afturímóti, táið teir fingu grunt, manipulerandi og mjørkakent uttanumtos sum svar frá Høgnamonnum. Hetta dirvi og hesin vilji hevur ligið álvarsliga á láni hjá føroyskum miðlafólki seinastu tredivu árini.
Eftir at hesir báðir hava sýnt eina vissa professionalismu, sum vónandi ikki bara verður einsamallur jólalundi, stendur tann alment fíggjaði heilavaskarin, Winthereik serliga úrlætin, tí øll síggja, hvussu opinlýst hann liggur á búkinum fyri Høgna ella rennur sneisaørindi fyri fullveldið. Tað er ein fyrimunur fyri hyggjarar at vita, hvar vit hava heimføðingin, og hvussu lítið eftirfarandi, hann er.