Leiting á Atlantsmótinum
Góða úrslitið hjá Amerada Hess og hinum feløgunum í samtakinum, har feløgini hava funnið týðandi nøgdir av olju, hevur fingið mong at gita, hvat Hess fer at fyritaka sær næsta ár. Felagið hevur bundið seg til at bora enn ein leitibrunn, men nýtist ikki at gera tað í næsta ár. Men felagið hevur so møguleika at bora ein ella fleiri metingar- og avmarkingarbrunnar fyri at vita, um verandi fund er lønandi og hvussu langt tað gongur. Sosialurin hevur frætt, at støða er ikki til, um slíkir metingarbrunnar verða boraðir á føroyska landgrunninum næsta ár, men hinvegin hava vit fingið vissu fyri, at Amerada Hess í næsta ár fer at bora ein leitibrunn í bretska økinum. Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum hava nevniliga fingið eitt loyvi, sum liggur beint upp at føroyska markinum og stutt frá tí fundi, sum felagið møguliga hevur gjørt á føroyska landgrunninum.
Sosialurin skilur, at Amerada Hess fer at bora ein runn í sínum bretska loyvi og at ein slíkur brunnur tá vil vera eitt slag av metingar- og avmarkingarbrunni fyri fundið á føroyska økinum eisini. Tað er nevniliga so, at nógv bendir á, at fundið, sum Amerada hevur gjørt í Gullhorninum gongur yvir í bretskt øki og har er Amerada Hess eins og føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni so mikið heppið at eiga loyvið. Ein brunnur í bretska økinum vil kunna geva týðandi upplýsingar um fundið, sum Hess hevur gjørt á landgrunninum, eitt nú hvussu langt tað gongur eystureftir og hvussu goymslan annars ber seg at. Vil væl við og talan verður um eitt lønandi fund, so kann tað merkja, at fyrsta oljufundið, sum varð gjørt og sum avgerð verður tikin um at útbyggja, er eitt fund, sum hoyrir bæði Føroyum og Bretlandi til, men sum bara tað eina samtakið Faroes Partnership kann útvikla. Í hesum liggja stórar avbjóðingar.
Keldur blaðið hevur tosað við vilja annars vera við, at ein rímuliga stórur partur av teimum 170 metrunum av sedimentum, sum er funnin í brunninum, inniheldur olju. Hetta eru góð tíðindi, sum eisini Útvarpið visti at siga frá nú um dagarnar. Men enn er ikki greitt, hvussu sjálvt reservoirið tvs. goymslan virkar. Tað ljóðar, men hetta skal takast við fyrivarni, at møguliga er porøsiteturin (hvussu tættleikin er) í sandsteininum, har olja er í, lágur og sama við permabilitetinnum (merkir, hvussu væl oljan streymar gjøgnum). Um so er so merkir tað vanliga, at oljan kann vera torfør at framleiða og fáa upp. Hinvegin ? er tað so at trýstið í goymsluni er høgt ? og tað er okkurt, sum bendir á tað, so vigar hetta upp ímóti hinum negativu tingunum.
Blaðið hevur biðið Ben Arabo um eina viðmerking men sigur hann, at tað er ov tíðliga at siga nakað, men vísir á, at tað sjálvandi bæði eru negativir og positivir faktorarar í teimum fyribils kanningarúrslitunum, sum gjørd eru. Men hetta sigur so einki um endaúrslitið. Tað skilur blaðið kann ganga báðar vegir, hóast tað í løtuni er stórt bjartskygni, at tað er staðfest, at olja og møguliga nógv olja er og at jarðfrøðiligu fyritreytirnar fyri at gera ein lønandi fund eru til steðar.
Í Norðurlandahúsinum í gjár vóru fleiri sera áhugaverdir fyrilestrar um tær tríggjar boringarnar. Niðurstøðan var greið: tað er sera heppið fyri framtíðar leitingina, at Amerada Hess hevur funnið olju. Hetta ger, at áhugin fyri at leita heldur sær og mennist og tað gevur eisini nógvar týðandi upplýsingar til bæði føroyskar myndugleikar at brúka í eini møguligari 2. rundu og til oljufeløgini, sum skulu gera av, hvar tey vilja seta borin í, tá hinir fimm brunnarnir skulu borast og tá farast skal longur vestur inn undir basaltið.
Fyrsta føroyska oljan
Millum mongu áhugaverdu fyrilestrarhaldararnar í gjár var eisini John Smallwood, sum hevur staðið fyri jarðfrøðiliga partinum av boringini. Fyri fyrstu ferð avdúkaði hann kjarnuprøva frá boringini, har olja sæst seyra úr steininum. Steinurin er kannaður í Bretlandi. Í framløgu síni tosaði hann um góða úrslitið av boringini men nevndi eisini tær avbjóðingar, sum basaltsillarnar hava við sær fyri komandi leiting.