Trongisvág: Mourits er sandingur. Pápin, Eyðun Viderø, spældi urgu í Skálavíkar kirkju, og sum smádrongur plagdi Mourits ofta at vera við pápanum.
Í 1980 kom mamman, Ragnheiður, til trúgv, og hon fortaldi soninum bíbliusøgur, og hann varð eisini tikin við til møtir og annað.
– Í fýra ár á rað var eg á summarlegu á Zarepta. Har hoyrdu vit sjálvandi nógv Guds orð, og einaferð spurdi kamarsleiðarin, um vit ynsktu at verða frelst. Eg segði ja, og vit bóðu eina bøn saman, sigur Mourits Mohr Viderø í samrøðu við Trúboðin, sum er málgagnið hjá Heimamissiónini.
Mourits hevði alla tíðina havt eina barnatrúgv, og hóast hon fjaraði nakað burtur í ungdómsárunum, so hugsaði og tosaði hann positivt um tey trúgvandi. Og hann hugsaði eisini, at ein dag, so fór hann at verða tað eisini.
Hann byrjaði at spæla gittar í ungdómsárunum. Serliga spældi hann saman við einum vinmanni, og teir kundu brúka nógvar tímar at sita heima og spæla sangir hjá Alex Bærentsen og Petur Oluf & Niels.
- Vit hildu sangirnar vera sera góðar, men hjá mær hevði innihaldið í sangunum ikki so nógv at siga, - ikki tá í øllum førum, vísir hann á.
Einaferð verður tað
Í ungdómsárunum byrjaði Mourits at ganga í býnum og at ganga í dans.
– Eg hevði tað ikki heilt gott við tí, og onkuntíð vónaði eg, at bara eg ikki doyði í nátt.
Sum 16 ára gamal fór Mourits til Havnar at læra til eletrikara hjá Leif Mohr. Hesa tíðina spældi hann til dans við bólkinum Sunrise, og teir ferðaðust kring alt landið at spæla.
Eftir at vera útlærdur, fór hann at arbeiða hjá Atla Nielsen í Skopun. Hann var millum annað við til at gera el-arbeiðið á teimum trimum ellisheimunum í oynni.
Mourits kom eisini at arbeiða saman við einum málara. Hesin var trúgvandi og tosaði ofta við teir ungu um tey andaligu viðurskiftini.
– Hann segði einaferð við meg, tá ið vit prátaðu, at “einaferð verður tú frelstur”. Eg hugsaði, hví hann mundi siga so.
– Eg gekk ikki á møti tá. Mamma spurdi onkutíð, um eg vildi koma við, men hon var ikki ágangandi.
Las í loyndum
Seinni fór Mourits aftur til Havnar at arbeiða, hesaferð hjá Eyðuni Jespersen. Hóast tað ikki sást á honum, so bilgdist ein longsul í honum at læra Jesus at kenna.
– Eg byrjaði í loyndum at lesa í Bíbliuni, greiðir Mourits frá. Nakað eftir hetta byrjaði Lindin at senda, og onkuntíð lurtaði Mourits eftir hesi rásini.
Á Sandoynni hoyrdu tey ikki Lindina tá, so Mourits bjóðaði sær til at taka ymsar sendingar upp fyri mammu sína, sum hann so tók suður við, tá ið hann fór í vikuskifti. Sjálvur lurtaði hann eisini, og sendingarnar ávirkaðu hann ikki sørt.
– Eg hoyrdi millum annað onkran vitnisburð, har viðkomandi greiddi frá, hvat Jesus hevði at týða fyri hann, og eg hugsaði, at hetta vil eg eisini uppliva, sigur Mourits, sum um hetta mundið búði í eini íbúð á Argjum.
– Eg bað eisini onkuntíð fyri meg sjálvan, og aðrar tíðir koyrdi eg niðan á Oyggjarvegin og fór ein gongutúr fyri at biðja.
Pappírskrossur
Á verkstaðnum, har Mourits arbeiddi, plagdu ymisk fólk at koma inn, og Jústi Poulsen var ein, sum kom og tosaði um andlig viðurskifti.
Ein dagin hevði hann eitt pappír við, sum hann foldaði og skræddi ymiskar vegir, og tá ið hann tók tað sundur aftur, var tað ein krossur og bókstavirnir 'hell'. Samstundis fortaldi hann um glatanarvegin og himmalvegin.
– Eg var hugtikin av hesum, og tá ið eg kom heim, fór eg sjálvur at royna at gera henda krossin við pappírinum. Meðan eg stóð og vaskaði upp, er tað sum eg hoyrdi eina rødd, sum segði, at eg skuldi heingja krossin á veggin.
- Í sama sekundi sum eg standi við teknistiftini og skal heingja krossin upp, kemur henda gleðin yvir meg. Eg bleiv sannførdur um, at alt er fullgjørt, og eg skal ikki gera meir, sigur Mourits.
Hann byrjaði nú at ganga møti hjá nógvum ymiskum meinigheitum í Havnini. Tað var skjótt, at hann varð biðin at syngja til okkurt møti. Hóast smæðin, so fór hann avstað at syngja og sang nakrar av sangunum hjá Alex Bærentsen og Petur Oluf & Niels.
- Tað sjáldsama var, at eg eisini fekk nógvar ferðir meiri burturúr lestrunum, ið vórðu lisnir í kirkjuni í Skálavík, sigur Mourits við einum brosi.
Kærleiki
Mourits Mohr Viderø byrjaði at syngja á møtum kring landið.
Á eini møtiferð í Suðuroy hitti hann Jeannu. Tey gjørdust góð hvørt við annað, og í dag eru tey gift, og taka lut í arbeiðinum í missiónshúsinum á Trongisvági.
Mourits spælir undir til sangin í sunnudagsskúlanum, og hann syngur eisini av og á til møtir í oynni.
- Eg havi eisini skrivað nakrar sangir, sum eg havi framført á møtum.