Cuba hevur seinastu tíðina verið merkt av stórum brennievnistroti og drúgvum streymavbrotum, meðan spenningurin millum USA og kubanska stjórnina er vaksin. (Savnsmynd)

Russland lovar Cuba stuðul eftir ákæru móti Raul Castro

Russland lovar framhaldandi stuðul til Cuba eftir at USA hevur ákært fyrrverandi kubanska forsetan Raúl Castro fyri dráp.

Cuba hevur seinastu tíðina verið merkt av stórum brennievnistroti og drúgvum streymavbrotum, meðan spenningurin millum USA og kubanska stjórnina er vaksin. (Savnsmynd)

Tað sigur talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, sambært Reuters.

 

USA kunngjørdi mikudagin ákærur móti 94 ára gamla Raul Castro í sambandi við eina hending í 1996, tá kubonsk hernaðarflogfør skutu tvey flogfør niður við kubanskum útisetum í USA. 

 

Russland fordømir tað, sum landið kallar amerikanska innblanding í innanhýsis viðurskifti hjá Cuba.

 

– Vit fara framvegis at stuðla kubanska fólkinum í hesi sera truplu tíðini, sigur Maria Zakharova sambært Reuters.

 

Hon leggur afturat, at Russland fordømir “intimidering, hóttanir og avpressing” móti Cuba og vísir til tað, sum hon kallar eina endurvakta Monroe-doktrin hjá USA.

 

Seinastu tíðina hevur Cuba eisini verið rakt av álvarsligum el- og brennievnistroti, eftir at USA hevur hert trýstið móti landinum.

 

 

 

Cuba hevur seinastu tíðina verið merkt av stórum brennievnistroti og drúgvum streymavbrotum, meðan spenningurin millum USA og kubanska stjórnina er vaksin. (Savnsmynd)