Aftur í gerandisdagin

Fótbóltur: Sannførandi avrikið serliga í 2. hálvleiki mikukvøldið boðar frá møguleikanum fyri góðum úrslitum í EM undankappingini. Úrslitini í hesum vikuskiftinum verða ikki minst treytað av, hvørja orku landsliðsspælararnir fara at megna at leggja í

Føroysku landsliðsspælararnir eru eftir landsliðsvikuna aftur í feløgunum, har teir skulu seta seg upp til í morgin at spæla týdningarmiklar dystir í landskappingini.

Tað kemur ikki so sjáldan fyri, at onkrir av teimum mest royndu hava eitt sindur ilt við at taka seg saman, tá teir skulu so at siga spæla gerandisdyst í vikuskiftinum, eftir at teir mitt í viku hava verið til fótbóltsliga høgtíð og hava spælt landsdyst. Altjóða uppgávurnar kennast sum stórar avbjóðingar, sum tað er lætt at seta seg upp til, meðan landskappingardystir móti botnliðum í bestu deildini ivaleyst ofta kennast sum avgreiðsluspurningar.

Fyri feløgini hevur tað verið misjavnt, hvussu nógv venjingin hevur verið órógvað í vikuni, tí bestu spælararnir hava verið burturi frá. NSÍ hevur ongan spælara havt í landsliðshópinum, GÍ hevur havt tríggjar, HB hevur havt ein, B68 ein, og í KÍ, sum í landsliðshøpi hevur staðið veikt í myndini, hava teir saknað tríggjar spælarar fyrrapartin av vikuni, tí teir hava vant við landsliðnum.

Hetta kann tykjast ørkymlandi fyri felags venjingina, og tað er lítið at ivast í, at dysturin mikukvøldið verður ikki heilt farin úr kroppinum í morgin, men hinvegin so kunnu feløgini gleðast um, at teirra spælarar hava víst, at teir hava verið við til eitt gott avrik.


Fínar fellur

Vit umrøddu landsdystin í blaðnum í gjár, men kanska gjørdu vit ikki nóg nógv burturúr, hvussu væl føroyingarnir stóðu seg seinna umfarið, tá teir vóru undirmannaðir.

Vit nevndu, at tað tóktist torførari hjá íslendingunum at spíla seg út, enn tað var hjá føroyingunum, og vit halda framvegis, at tað er nakað um hetta. Men hetta fjalir ikki yvir, at okkara menn stóðu fyri einum megnar avriki.

Í staðin fyri at grava seg niður og kanska taka ein álopsspælara út og seta ein annan spælara inn longri afturi á vøllinum, so valdi Allan Simonsen at varðveita uppstillingina frammi á vøllinum. Óli Johannesen, Hans Fróði Hansen og serliga Jens Kristian Hansen bjóðaðu seg ofta til á miðvøllinum, har serliga spælskilið hjá Jens Kristiani var stórt. Hetta gjørdi verjupartin teprari (sjálvt um Sámal Joensen var álitisfullur í at bakka upp og tetta), men hetta bøtti verjan um við ferð eftir ferð at seta rangstøðufelluna fyri íslendingarnar, sum so at siga hvørja ferð duttu í grøvina, og um teir onkra ferðina ikki gjørdu tað, so megnaðu okkara menn at renna teir uppaftur ? eitt fínt avrik, sum eigur at geva áræði og dirvi uppundir EM undankappingardystirnar.


Álopsparturin

skal snøggast

Tað var spell, at Føroyar taptu móti Íslandi, tí ósigurin var óneyðugur, bæði tí teir fingu eitt óneyðugt mál, og tí Allan Mørkøre misbrúkti brotssparkið. Hjá venjaranum eigur stóri spurningurin nú at vera, hvussu álopsparturin kann styrkjast, uttan at tað gongur út yvir verjuna. John Petersen plagar at vera besti stuðulin hjá teimum báðu fremstu, og tað kemur væl við, at hann hóast reyða kortið ikki verður leikbannaður næstu ferð.

Venjarin eigur eisini at leggja sær í geyma, at hesa ferð eydnaðist tað ikki ? burtursæð frá brotssparkinum, sum Todi megnaði at fáa úr støðu, sum í fyrstu atløgu ikki tóktist vera so vandamikil ? at spæla seg til opnar møguleikar (burtursæð frá tá Uni í 1. hálvleiki fekk tvørbólt tætt undir málinum). Samanspælið úti á vøllinum var gott, og sendingarnar millum føroysku spælararnar vóru viðhvørt omanfyri tíggju, men tað er vandi í hvørjari vælferð. Tað kann koma soleiðis fyri, at tað verður pilkað so mikið nógv, at mótstøðuliðið hvørja ferð hevur funnið verjustøðurnar, áðrenn okkara nærkast teirra máli, og so verður tað ikki serliga vandamikið.

Tí eigur tað undan komandi EM dystunum at vera tosað um og arbeitt við at fáa eina betri javnvág í, soleiðis at tað viðhvørt verður spælt skjótt, neyvt og langt fram til t.d. Toda Jónsson, áðrenn hann er noyddur at taka ferðina av og fær ov nógvar verjuspælarar rundanum seg.

Todi er sera vandamikil ein móti einum, og tað kann vera so skjótt, at hann í einari sovornari støðu sleppur leysur, ella at mótstøðumenninir fara at kenna seg noyddar at brúka neyðbremsuna og harvið kunnu rokna við at síggja kort. Í FCK duga teir stak illa at fáa nyttu burturúr evnunum hjá Toda, hvat hesum viðvíkur. Landsliðið hevur dugað hetta væl, men mikukvøldið sást ikki nógv til royndir at fáa nyttu burturúr hesum (onkrar vóru, men tær miseydnaðust). Vónandi verður arbeitt við hesum, so vit kunnu síggja endurtøkur frá dystunum móti San Marino, Malta, Russlandi, Spania og aðrar ferðir, tá tað eydnaðist Toda í sovornum støðum at fáa mál, brotsspark og at leggja innfyri til álopsfelagan.

Síðstu 45 minuttirnir móti Íslandi vóru so sannførandi, at tað er øll orsøk til at síggja ljóst uppá uppgávurnar, sum standa fyri framman, og tað er ilt at ímynda sær, at áskoðarafjøldin leygardagin 4. september ikki fer at verða einar tríggjar ferðir so stór, sum hon var mikukvøldið.

Í vikuskiftinum verður áskoðarafjøldin ivaleyst størst í Klaksvík, og tað verður spennandi at fylgja við alla staðni. Hvussu liðini fara at standa seg veldst ikki minst um, hvussu avrikini hjá landsliðsmonnunum fara at hilnast.