Fimm umsóknir vóru til prestastarvið í Vági, og hevur Vágs bygd ikki havt fastan prest í longri tíð. Patrick De Neergaard, sum er danskur statsborgari, varð valdur millum umsøkjararnar, sum allir eru danir.
Patrick De Neergaard hevur danskan pápa, og mamman er úr Irak. Presturin er føddur og uppvaksin í Irak saman við kristnari familju, men tá hann varð 14 ár, flutti familjan til Danmarkar.
Patrick De Neergaard hevur lisið teologi við lærda háskúlan í Århus, og varð hann liðugur í fjør. Prestaútbúgvingin tekur umleið fimm til seks ár, og tískil var Patrick De Neergaard síðst í 20?unum, tá hann byrjaði at lesa til prest.
Áðrenn Patrick De Neergaard fór at lesa teologi, hevur hann arbeitt fyri Sameindu Tjóðir. Tað gjørdi hann í samband við leiklutin hjá dønum í Sameindu Tjóðum.
Skal til roynd
Men nú er Patrick De Neergaard altso vorðin prestur, og er prestastarvið í Vági hansara fyrsta sum prestur. Men áðrenn Patrick De Neergaard verður innsettur sum prestur í vági, skal hann til ta sokallaðu bispaeksamiuna.
- Hann skal skriva eina ritgerð um okkurt givið evni við støði í bíbliuni, og hann skal eisini halda eina prædiku. Harumframt skal hann sjálvandi undirskriva prestalyftið, og eisini fortelja okkum, hvussu hann ætlar at undirvísa konfrimantunum, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.
Hans Jacob Joensen vísir á, at tað er vanligt, at fólk standa slíka roynd, men at tað ikki er ókent, at fólk ikki megna uppgávuna.
- Tað er mín uppgáva sum bispur at tryggja, at presturin, sum er innstillaður til eitt starv, at hann røkir leiklutin sum lutherskur prestur væl. Tað er hetta, sum er endamálið við bisparoyndini, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.
Bisparoyndin hjá Patrick De Neergaard er fríggjadagin, og tekur hetta allan dagin. Patrick De Neergaard er sum nevnt danskur statsborgari, og hann hevur búð í Danmark í nógv ár. Tískil skuldi ongin málsligur trupulleiki stungið seg upp undir bisparoyndini.
- Tað er vanligt, at danir og aðrir norðurlendingar søkja starv sum prestar í Føroyum, og norðurlendskt mál verður sjálvandi góðtikið, sigur Hans Jacob Joensen, bispur.
Húðlitur ongan týdning
Heri Joensen, prestur í Vesturkirkjuni, sigur í sambandi við útlendingar, sum søkja prestastarv, at tað teir skulu vera vælkomnir.
- Tað kann vera líkamikið, hvar umsøkjarin er frá, og hvørjan húðlit hann hevur. Tað verður tikið væl ímóti alíkavæl. Og tað týdningarmesta er helst, hvar umsøkjarin stendur kirkjupolitiskt; tað vil siga, um presturin er frísinnaður ella fundamentalistiskur, ella hvat hann er. Vit skulu bert taka okkum av, hvussu ein útbúgvin prestur hevði virka sum prestur fyri einari meinigheit, óansæð húðlit og tílíkt, sigur Heri Joensen, prestur í Vesturkirkjuni.
Forkvinnan í kirkjuráðnum í Vági, Kitty Leo, er samd við hesum sjónarmiði og leggur aftrat, at tá tey hyggja eftir umsøkjarum til prestastarvið í Vági, so verður dentur lagdur á hugburð og persónligheit.
- Vit fara ikki at seta ein mann eftir húðliti, tað sigur seg sjálvt. Vit hyggja eftir, hvat maðurin hevur at bjóða uppá, og síðani taka vit støðu. Tað, sum vigar mest í eini umsókn til prest, er hugburður og persónligheit. Patrick De Neergaard kom við tí kristnu grundgevingini, at hann er persónligur kristin. Hann var eisini tann presturin, sum vit dámdu best, og sum fall okkum best fyri millum umsøkjararnar, sigur Kitty Leo, forkvinna í kirkjuráðnum í Vági.
Drúgv umsóknargongd
Patrick De Neergaard søkti prestastarvið í Vági einaferð í apríl, og er tað ein drúgv mannagongd, sum skal tryggja, at ein góður prestur verður valdur.
Fyrst samlar Kirkjumálaráðið allar umsóknirnar saman, og skulu hesar liggja í eina viku ella so fyri at tryggja, at allar koma við. So vera umsóknirnar sendar til bisp og kirkjuráðið, í hesum førinum kirkjuráðið í Vági.
Kirkjuráðið viðgerð síðani allar umsóknirnar í trúnaði, og sendir eitt tilmæli til bisp um, hvønn prestin kirkjuráðið heldur vera best egnaðan til starvið. Til prestastarvið í Vági vórðu tríggir prestar innstillaðir fyri bispi, og vóru allir til samrøðu hjá kirkjuráðnum
Bispur tekur sær av endaligu umsóknargongdini, og sendir hann eitt tilmæli til Kirkjumálaráðið um, hvør skal setast. Eitt tilmæli verður eisini sent frá próvstinum, men tað er bispur, sum hevur síðsta orðið.
Tað er sjáldan, at bispur gongur ímóti tilmælinum hjá kirkjuráðunum, og tað gjørdi bispur heldur ikki, tá Patrick De Neergaard varð nummar eitt í Vági.
- Tað finst onki dømi, har hann, ið er innstillaður, er vrakaður, sigur Hans Jacob Joensen, bispur, og vísur á, at tað skulu heilt serligar umstøður til fyri at ganga ímóti innstillingum frá kirkjuráðunum.
Tað er annars trupult nokk frammanundan at fáa starv sum prestur, serliga í Danmark. Kitty Leo, forkvinna í kirkjuráðnum í Vági, sigur, at hetta helst er ein av orsøkunum til, at Patrick De Neergaard søkti prestastarv í Føroyum.
- Men hetta er ikki høvuðsgrundgevingin fyri at søkja starv í Føroyum, tí Patrick De Neergaard vildi fegin royna nakað nýtt, og tískil søkti hann prestastarvið í Vági, sigur Kitty Leo.
Kitty Leo vísur eisini á, at Patrick De Neergaard var fegin um at hoyra, at tað varð hann, sum skal røkja prestastarvið í Vági.
Patrick De Neergaard verður prestavígdur sunnudagin, og hann byrjar sum prestur í Vági um miðjan september.