Hóast bygdin var lítil umboðar hon eitt sindur av Føroyasøgu, tí hon er upprunin hjá minst einum løgmanni í gamlari tíð og fýra løgmonnum í nýggjari tíð. Teir eru Hákun Djurhuus, Pauli Ellefsen, Jógvan Sundstein og Anfinn Kallsberg.
Blankaskáli liggur vestantil á Kallsoynni, beint yvirav Leirvík, bygd á sólsíðuni, vard móti kuldaættum av høgum fjøllum, tiltikið kornpláss. Bygdin var helst tann fyrsta á Kallsoynni.
Á Blankaskála vóru heilt aftur til 1584 fýra hús, og í 1801 búðu har 29 fólk. Húsini kallaðust Suður í Stovu (Kongsstovan), Miðstovan, Uttari í Húsi og Lykkershús.
Keldurnar til hesa grein eru fyrst og fremst J. Símun Hansen og Freydis Poulsen.
Skalvalopið
Um várið 1809 legðist stórkavi og skalvar hópaðu seg upp í líðini omanfyri bygdina. Tá kemur toybil. Blot kom í kavan, og skalvurin leyp. Tað sigst, at hetta var 9. apríl.
Hetta sá øgiligt út, og bert Guds hond kundi steðga eini vanlukku, og tað gjørdi hon eisini. Á einum lítlum fláa beint omanfyri húsini steðgaði lopið á, fór í tvíningar og kom oman báðu megin húsini. Tað fóru nøkur úthús og ein hundur, men bygdin var bjargað.
Sagt verður um ein lítlan drong, at hann skuldu fara at leggja seg og stóð og læt seg úr, tá ið øgiligt buldur var. Lamsligin av ræðslu stóð hann og helt tvørtur um bíleggarovnin.
Tá vóru bert 44 ár liðin síðan skalvalopið í Gerðum, sum kostaði tjúgu mannalív. Fólkið í bygdini fekk tískil skrekk fyri at búgva á Blankaskála.
Fólkið rýmdi beinanvegin til Lorvíkar, og teir róðu hvønn dag um fjørðin at ambæta neytunum. Seinni hetta summar fóru tey tó aftur til Blankaskála at vera.
Bygdafólkið visti, at har ein skriða er lopin er onnur væntandi, so tey tordu ikki at blíva verandi.
Tey avgjørdu at flyta av bygdini, og harvið varð Syðradalur á Kallsoynni bygd. Í 1816 var eingin sum búði á Blankaskála. Húsanøvnini fylgdi við ættunum í Syðradali.
Tey varðveittu eini hús, tí í eini 100 ár var framvegis tørvur á at fara yvir á Blankaskála at hoyggja. Og heilt fram til 1960-ini hava menn av Syðradali havt veltur á Blankaskála, tí her vaks munandi betri enn á Syðradali.
Søgan um Miðstovuna
Eitt av húsunum í bygdini var sum sagt Miðstovan. Pól Joensen í Kongsstovuni, sum sat við festinum frá 1686 til 1723, átti ein son, sum æt Símun, f. 1695, sum giftist inn í Miðstovuna. og er hann fyrsti maður vit kenna í Miðstovuni.
Tann fyrsti Símun giftist um 1720 við Barbaru Eriksdatter úr Mikladali, men hann doyr í góðum árum í 1735. Eftir situr einkja við fimm ótilkomnum børnum.
Miðstovan var valahús. Tey áttu hálvaaðru mørk, glasstovu, sum stóð leys frá sjálvum húsinum, bát, neyst og tey høvdu fimm neyt.
Við eini ognarmeting í 1751 er Miðstovan tað hús í bygdini, sum er best fyri. Og hetta sæst eisini á toftunum heili 200 ár eftir, at bygdin er niðurløgd. Miðstovan var nógv størsta húsið.
Ein sonur kallaðist Hans, ella Hanus, er føddur umleið 1732. Hann fór ungur vestur í Vágar til systkinabarn sítt, løgmannin H.J. Debes, sum eisini var ættaður av Blankaskála, at vera, og Hanus giftist í Sandavági. Tey áttu fleiri børn, og Hans/Hanus navnið livir enn í ættini.
Ein dóttir Símun, Cathrine Simonsdatter, f. 1723, giftist við Ole Jacobsen, f. 1716, bónda í Tjørnustovu í Norðragøtu, og hervið byrjar “innrásin” av Blankaskála til Gøtu.
Hesin Ole átti eina dóttir, Cathrine f. 1760, sum fór vestur í Vágar. Frá henni er William Heinesen ættaður.
Ein oldurabbasonur Ole Jacobsen var Ole Gregersen í Syðrugøtu, og gjørdist hann forfaðir til alla ta stóru Gregersen ættina, sum kemur úr Gøtu.
Tann fyrsti Simon Poulsen átti ein abbason, sum eisini kallaðist Simon Poulsen, f. 1759. Hann doyr á útróðri í 1803, sum greitt er frá í frásøgnini hjá J. Símun Hansen.
Símun og konan, Susanna, áttu seks børn, og av teimum endaðu tríggjar døtur í Gøtu, meðan ein fjórða giftist gøtumanni, sum búði í Lorvík.
Hesar døtur vóru:
1. Ellen Simonsdatter f. 1791, giftist við Jacob Joensen í Syðrugøtu, tey búðu við Grógv. Annar av teirra synum var Skúla-Jógvan, ið hevur verið ein tann fyrsti lærarin í landinum. Bartalstovufólkini eru ættað frá henni.
2. Lisbeth Simonsdatter, d. 1794. Hon giftist fyrst til Leirvíkar og síðan við Óla Jákup Heinesen, úr Norðragøtu. Tey búsettust í Leirvík, og fingu eitt barn, Ellen Marie Ole Jacobsdatter, sum er ættarmóður hjá millum øðrum Finnboga Ísaksson.
3. Barbara Simonsdatter f. 1799. Hon giftist inn í Barbustovu í Syðrugøtu, sum henda Barbara tó ikki hevur lagt navn til. Tað sigst at Barbara kom til Gøtu sum smágenta, eftir at pápin sum nevnt var deyður á útróðri í 1803. Maður hennara varð Petur Poulsen.
Elsta dóttirin, Elsebeth, giftist við Johannesi Michelsen, eisini kallaður Havna Jóannes. Nógv av teimum, sum eita Mikkelsen, eru ættað frá teimum.
Sonurin, Poul, átti dóttrina Berlinu, sum giftist við Per bónda í Húsgarði, og sum tískil m.a. er ættarmóður til tey, sum eita Húsgarð/Husgaard.
So vórðu tvær døtur Barbaru, Súsanna Fredrikka og Elsebth Malena, giftar til Gjáar, har pápabeiggi teirra eisini var giftur. So nógv av fólkinum norðantil í Eysturoynni er ættað frá teimum. Millum hesi Jógvan Sofus Ferjá.
4. Súsanna, f. 1799, og tískil tvíburðasystir Barbaru, giftist við Peder Thomsen í Jørisstovu í Norðragøtu. Millum teirra eftirkomarar eru Essa Arge og Oddfríður Gregersen.
Ein beiggi Poul var verandi á Blankaskála, og tann yngsta systirin Sigga f. 1803, giftist til Fuglafjarðar við Thomas Jacobsen.
Lykkershús
Nú er tað, at Lykkershús kemur inn í myndina. Hetta er húsið sum stendur einsamalt frá hinum og skal hava fingið navnið eftir einum manni sum kallaðist Lykker. Vit hitta hann fyrstu ferð í 1661 og kallast hann Lycher Christoffersen, sum væl kann vera av týskum uppruna. Hann var húskallur hjá bóndanum, Torberg Sivertsen, og er komin fyri barn við eini gentu har á plássinum. Hann fekk bót, men Torberg lovaði at gjalda bótina móti at Lycher arbeiddi hjá honum, til bótin var goldin.
Vanlukkan við torvbátinum í 1727
Tað var á sumri í 1727, at teir høvdu verið yviri í Vík (við Leirvík) og røktað torv og tóku uppí bátin av torvi heim við sær. Men hann ruskaði veðrið, og mitt á fjørðinum gjálvaði so mikið, at báturin drakk sjógv og sakk.
Til alla lukku høvdu tey sæð hetta av Blankaskála og skundaðu sær til hjálpar, men tá vóru bert tveir mans á lívi, Bartal og Lykkir, sum hildu sær uppi í hvør sínum stavni, meðan hinir báðir menninir, Pætur Niclasen og sonurin, Niclas, vóru horvnir saman við tveimum konufólkum, ið eisini vóru í bátinum.
Freydis Poulsen greiðir frá, at í kirkjubókini fyri Eysturoynna 1727 verður sagt:
19. Nov. 1727 er et Slefrebarn (t.v.s. føtt uttanfyri hjúnarlag) døbt i Næs Kirke kaldet Sunava. Foreldur: Salige Niclas Petersen af Blanke Skaale og Elsebeth Hansdatter af Fuglefjord.
Várið eftir vanlukkuna við torvbátinum er skift eftir Pætur á Blankaskála og har sæst, at hann og einkjan, Sunnuva Johannesdatter, áttu tvey børn umframt Niklas: 12 ára gomlu Onnu og 4 ára gamla Jóannes.
Í 1711 áttu tey eina dóttir, ið var doypt í Eysturoynni og æt Sunnuva, men tað sæst onganstaðni, hvussu gamal Niklas var. Kann tað hugsast, at henda gentan var við bátinum og ikki verður nevnd? Hon var so ikki á lívi, tá tað var skift eftir pápan 18.mars 1728.
Tveir mánaðar eftir hesa vanlukku, tann 28. Mai 1727, fekk Sunnuva boð frá Norðoya sýslumanni at møta á rættarstaðnum inni í Vági. Orsøkin var, at Elsebeth Hansdatter í Fuglafirði kravdi hana eftir arvi til barnið, ið sonurin átti. Tað tykist eingin ivi vera um, at Niklas átti barnið, men mamman segði einki vera at arva, tí hann átti einki uttan eitt sindur av klæðum.
Sunnuva valdi sær Jógvan Poulsen á Blankaskála til verja, og hann hevði gott innlit í lógirnar, sum tað framgongur av tí úrsliti, sum kom burturúr.
Fyrst greiddi hann dómara og rætti frá støðuni, at Sunnuva hevði mist bæði mann og son summarið fyri, tá teir høvdu verið í Leirvík eftir torvi og druknaðu á heimleiðini.
Tað, sum spurningurin annars mest snúði seg um, var, hvørt pápin ella sonurin doyðu fyrst. Var pápin tann seinni, sum doyði, arvaði hann sonin, og so var einki til lítlu Sunnevu. Men var tað øvugt, arvaði hon jú pápan. Men Elspa og barnið fingu so einki burtur úr.
Ólukkuliga kærleikssøgan í Skúvoy, sum var upprunin til ein løgmann
Freydis hevur gjørt eitt ótrúligt avrik at útgreina eftirkomararnar hjá hesi lítli Sunnevu, og hevur hetta staðið í Varðanum. Her er talan um túsundtals efirkomarar. Men í eini slíkari grein ber bert til at taka okkurt burturúr. Hetta verður sjálvsagt tað sum stendur einum nærmast, men sum eisini viðkemur mongum øðrum.
Sunneva átti tvær ommudøtur í Leirvík, sum giftust við tveimum beiggjum í Tjørnustovu í Norðragøtu. Høgni, f. 1793, giftist við Sunnevu Jacobsdatter, f. 1799, og tey búsettust í Leirvík, meðan Anna, f. 1794, giftist við Ole Jacobsen, f. 1790, sum var bóndi í Tjørnustovu.
Og nú verður farið eitt ”síðuspring” til Skúvoyar. Í 1830-unum hevði Andrass á Vattóli lagt ástir saman við Marjun niðri í Stovu, sum var bóndadóttir. Foreldur hennara bríggjaðu seg ikki um “sjeikin” hjá dóttrini. So, fyri at forpurra sambandið sendu tey Marjun til Gøtu við eini arbeiðsgentu í Tjørnustovu. Ráðagerðin eydnaðist sera væl. Tað rann saman millum Marjun og elsta sonin, Óla Jákup, og tey fluttu til Skúvoyar, har tey tóku við festinum, sum Marjun var borin til.
Tað endaði við, at tilsamans fimm systkin úr Tjørnustovu fluttu til Skúvoyar, og afturat teimum dupulta systkinabarnið Pól Høgnesen úr Leirvík.
Hesin fekk eisini konu í Skúvoy og gjørdist abbi til Hákun Djurhuus, fyrrverandi løgmann.
Millum tey, sum vóru eftir í Gøtu, var Anna Louisa, sum giftist inn í Mortanstovu. Frá henni er Annfinn Kallsberg ættaður. Tískil eru tveir løgmenn ættaðir av Blankaskála umvegis Tjørnustovu.
Tann, sum tók við festinum í Tjørnustovu, gjørdist Jacob Olsen, f. 1817. Hann gjørdist pápi til millum onnur Gøtu Jákup, sum búsettist Millum Garðarnar í Klaksvík. Bert hjá honum eru fleiri hundrað eftirkomarar. Ein sonur hansara var Ziska Jacobsen, hvørs bjargingarbragd við “Ernestine” er tiltikið.
Nógvar av hesum Blankaskálaættunum eru samangiftar. Ein sonur Jacob Olsen, Absalon Jacobsen, sum var ættaður bæði úr Miðstovuni og Lykkershúsi, giftist við Petru, ommudóttir Barbaru, sum eisini var ættað úr báðum hesum húsum. Sonur Absalon, Bernhard, giftist við Gittu, sum var ættað frá Súsannu, ið var tann av systrunum úr Miðstovuni, sum giftist í Jøristovu.
---------------
Hvat áttu fólk?
Tað kann vera stuttligt at síggja, hvat fólk áttu tá á døgum, og hesum greiðir J. Símun Hansen sera væl frá.
Keldan hjá honum vóru skiftini.
Skiftið eftir Pól Joensen d. 1723, felags ættarfaðirin
hjá Hjørdis og Petur, hevur hesa uppgerð yvir tað,
sum hann átti:
1 bát við reiðskapi
1 bát við ongum reiðskapi
2 partar í einum báti við reiðskapi og neysti.
1 bát við reiðskapi og neysti
1 lítil stova við “Kakkelovn”
lestrabók, bíbil, Kingo sálmabók.
bók við forkláringum til Katekismus, lítil bók av sama slag
3 sálmabøkur
drekkikrúss og silvurskeiðir
songardýna, pútur o.s.fr.
80 seyðir yvir innistøðuna (tað sum garðurin var sagdur at bera)
1 mørk og 10 gyllin koma til skiftis.
Húsaognirnar
Jógvan, sonur Pól, festi í 1724, og tá er gjørt upp, hvussu nógv hús ið hoyra til kongsgarðin, og tey eru heili 9. Sum tað sæst á kortinum var glasstovan eini hús fyri seg. Men annars sigur uppgerðin:
En Røgstue 6 ¼ x 5 Alen med 2 Sengesteder, Bord og Bænke
En Glasstue 5 ¾ x 5 ½ - med 3 Vinduer
Et Sengested med Bord og Bænke
To Kjælde 5 x 3 Alen
Et Grothuus 8 x 3 ½ Alen
Et Grothuus 6 x 3 Alen
Et Fæhuus 7 x 4 -
Et halvt Fæhuus
Et Nøst
Kostnaðurin av at flyta Kongsstovu
Símun Hansen hevur eisini eina uppgerð yvir kostnaðin hjá Jógvan Clementsen, oldurabba Hjørdis, av at flyta til Syðradals aftaná skalvalopið í 1809. Tað, sum varð bygt, var hetta:
Ein glasstova 5,5 x 5,5 alin
Tvær roykstovur við forstovu 9,7x5,8 alin
Eitt fjós 7,2 x 6,3 alin
Eitt gróthús
Eitt hálvt fjós
Ein hjallur
Ein hjallur
Eitt gróthús 11,2 x 4 alin
Eitt neyst til eitt 8 mannafar
Egin hús:
Ein hjallur við gróthúsi í endanum 8,5 x 4,2 alin
Ein glasstova við køki og kamari 8,5 x 7,2 alin
Eitt hálvt neyst til 4 mannafar
Samlaði kostnaðurin var kr. 680. Av hesum varð latið sum studningur kr. 502.
Annars verður sagt, at samlaði kostnaðurin av øllum fýra húsunum, sum fluttu av Blankaskála var kr. 1905. Av hesum vórðu kr. 1.082 latnar í studningi av rentukamarinum.
--------------------
Blankskálabáturin
Um hendingina tá brøðurnir Simon og Poul Poulsen doyðu, skrivar J. Símun Hansen í “Havið og Vit 2”:
“Aar 1803 den 3. Febr. døde Ægtemanden Simon Poulsen af Blankeskaale, 45 Aar, og Poul Poulsen af Blankeskaale, 30 Aar. Begge disse to døde paa Havet. Begravede paa Viderø.”
Soleiðis stendur at lesa í Norðoya Kirkjubók. Men hvat mundi liggjað fjalt aftanfyri hesa stuttu frásøgn? Hon eggjaði bara mítt forvitni. Mundi ikki ein døpur hending frá tí æviga bardaganum við havið verað krógvað aftanfyri?
At so var, fekk eg eisini at frætta og sigi her søguna, sum teir søgdu mær hana:
Tað var í torranum, at blankskálamenn vóru farnir út á Skallarnar við seksmannafari. Sum dagurin leið, ruskaði hann lágt, bátarnir tóku til rýmingar og vunnu upp land, men andróðurin gjørdist av tí harðasta. Eisini kunoyingar vóru á Skøllunum henda dagin. Teir rýmdu, slitu upp Nakkin og lógu undir Øldubarmi alla náttina. Tá blankskálamenn sóu kunoyingar fara til árar, skuldi Klæmint á Blankaskála hava á munni, at best var at leggja ein rakstur aftrat, teir mundu fara at vinna upp Nakkin kortini. Tiltiknir vóru teir við árini. Í grundaróðri og í andróðri skuldu teir altíð liggja fremstir, og onkur blankskálamaður skuldi einaferð hava kastað út av munninum, at hvat teir enn kundu stúra fyri, so stúrdu teir ikki fyri at vinna upp land, um teir so sótu norði á havi, og hann ruskaði lágt.
Tað kann væl vera at onkur eftirklókur hevur pentað hesa søguna upp á bakið á teimum, og at hon er gjørd í øvundsjúku av teimum, sum dragnaðu afturfrá í hørðum róðri. Men søgan veit eisini at siga, hvagan teir høvdu sína óføru styrki og sín treystleika. Tað høvdu teir Galvaseiðinum fyri at takka!
Men hann vaks vindin í hvørjum, og tá ið raksturin var av, var ikki hugsingur um at sleppa upp undir Nakkin. Her gjørdist einki uttan at hava stavnhaldið móti Viðareiðishellu. Teir vunnu heim fyri Torvuna, men fingu tá eina glaðu so harða, at teir ikki fingu bátin upp í móti aftur og róku norð um Viðoynna. Har lógu teir so alla náttina og andøvdu. Kvøldið eftir gekk hann vesturá, og um náttina settu teir upp í Eiðsvík, lendingini eystantil á Viðareiði.
Doyðu av overving
Tá høvdu teir róð harðasta andróður í 27 tímar. So stríggin hevði hesin róður verið, og so útlúgvaðir vóru hesir sterku menn, at tveir av teimum doyðu av møði í bátinum og - verður lagt afturat - teir vóru teir raskastu. Hinir komu í Heygar, sum tá var eystasti býlingur á Viðareiði og komu allir aftur fyri seg.
Teir báðir, Símun og Pól, sum doyðu og vóru grivnir á Viðareiði, vóru brøður og ættaðir úr Miðstovuni. Símun var giftur og átti fimm børn, Pól mundi vera ógiftur. Teir, sum bóru boð í bý, vóru Klæmint Simonsen, kongsbóndi, ættaður úr Yvirstovu í Svínoy og sonur hansara Jógvan Clementsen, Jógvan Hansen, uttari í Húsi og Jákup Jacobsen úr Lykkershúsi.
Tað vóru døtur Símun, sum endaðu í Gøtu.
--------------------
Komandi partur:
Í komandi Miðviku verður greitt frá amtmanninum Hjalmar Ringberg og børnum hansara Hans og Ása, sum framvegis føldu seg sum føroyingar 70 ár eftir, at tey fluttu úr Føroyum