Myrka ferðin er ikki altíð soltin

Hagtølini eru ikki eintýðug, tá tað ræður um úrslitini á landsliðsferðini eftir at landskappingin er av

Fyrrapartin í gjár klokkan tíggju fór fótbóltslandsliðið á síðstu uttanlandsferðina í hesum árinum. Tveir dystir eru á skránni á ferðini. Tann fyrri verður í Litavia seinnapartin leygardagin, og tann seinni verður í Týskalandi mikukvøldið í komandi viku. Talan er bara um aðru uttanlandsferðina hjá landsliðnum í ár. Hin fyrra var í februar, tá landsliðið var á venjingarlegu á Kypros. Tá vóru tveir dystir á skránni. Landsliðið tapti 2-1 ímóti Póllandi, og liðið vann 1-0 ímóti Liktinstein.
Síðani tá hevur landsliðið á heimavølli vunnið 3-1 ímóti Liktinstein og spælt 2-2 ímóti Skotlandi í fyrsta EM undankappingardystinum í hesum umfarinum.
Tveir sigrar, ein javnleikur og eitt tap og málmunurin 7-5 er óhoyrd úrtøka hjá føroyska landsliðnum. Spurningurin er so, hvussu tað fer at standa til, tá landsliðið hósmorgunin í komandi viku verður aftur í Føroyum.

Hagtølini
Í fyrradagin segði Jákup Mikkelsen seg stúra eitt sindur fyri, um spælararnir fóru at verða nóg væl tunaðir inn á stóru uppgávuna. Tað gjørdi hann, tí nú luttaka nógv teir flestu spælararnir á landsliðnum í føroysku kappingini, sum er liðugt spæld. At kappingin er liðug kann hava við sær, at sinniliga yvirskotið, sum spælararnir høvdu verið noyddir at hildið seg til, um fleiri umfør vóru eftir í landskappingini, kann vera burtur, tá alt er avgjørt. Málverjin undirstrikaði, at tað skal so ógvuliga lítið til, áðrenn tað á hesum støðinum sæst væl og virðiliga aftur í hugburðinum, avrikunum og harvið úrslitunum.
Jákup Mikkelsen mundi ikki minst hava dystin í Sveis fyri tveimum árum síðani í huga. Landskappingin var liðugt spæld, tá landsliðið fór til Sveis. Føroyar løgdu seg framum 1-0 beinanvegin, men sveisararnir so hølvaðu føroyingarnar av. Úrslitið varð 5-1. Sambært skránni skuldi føroyska liðið fýra dagar seinni spælt í Beograd, men dysturin varð útsettur orsaka av fløktu støðuni í Jugoslavia. Avrikið í Sveis boðaði ikki frá góðum í Jugoslavia - í so máta var tað bara gott, at dysturin varð útsettur. Dysturin varð spældur í august árið eftir, og tá var úrslitið 2-0 til heimaliðið.
Men hagtølini eru ikki altíð so ljót fyri landsdystirnar, sum verða spældir í oktober.
Í fjør taptu Føroyar 3-0 í oktober í Slovenia. Í 1999 taptu Føroyar í minniliga dystinum í Prag. Ta ferðina var talan um sera gott avrik.
Bestu avrikini í oktober á útivølli vóru tey í 1998. Ta ferðina vóru Føroyar í Litavia og í Skotlandi. Dysturin ímóti somu tjóðini, sum Føroyar skulu spæla ímóti leygardagin, Litavia, var málleysur javnleikur, og í Aberdeen endaði tað 2-1 til skotska heimaliðið. Føroyingar vóru niðurspældir fyrra partin av fyrra umfarinum í Litavia, men teir fótaðu sær, og í Aberdeen gekk tað upp á stás. Orkan var so mikið nógv, at Føroyar síðstu minuttirnar trýstu meiri fyri at javna, enn skotarnir trýstu fyri at økja um leiðsluna.

Øðrvísi veruleiki
Omanfyri standandi kundi boðað frá, at tað oftast gongst væl á heystartúrinum, og tað hevði verið framúr, um tað hesa ferð royndist væl betri, enn tað gjørdi í marrudystinum í Sveis.
Men tað er ein munur á liðnum, sum nú er farið á myrku heystarferðina, og á liðnum, sum í 1998 og í 1999 stóð seg so væl í Litavia, Skotlandi og Kekkia. Tær ferðirnar vóru fleiri spælarar á liðnum, sum vóru í útlendskum kappingum - í Danmark, Noregi, Íslandi og Onglandi. Hesa ferð eru allir spælararnir uttan Jákup Mikkelsen og Christian Høgni Jacobsen farnir í vetrarfrí frá landskappingini. Tí er vandin kanska størri fyri tí, sum Jákup Mikkelsen kvígur fyri, enn hann var fyri trimum og fýra árum síðani.
Á hinari síðuni kunnu vit siga, at føroysku spælararnir vita væl og virðiliga, hvat tað snýr seg um. Nógv teir flestu teirra hava verið á sovornum ferðum undanfarnu árini, og teir, sum vóru við í Sveis í fyrraárið, eiga at minnast til, hvussu tað ikki skal gerast.
Allir teir, sum næstsíðsta týsdag fingu ferðaboð, eru við í Litavia. Christian Høgni Jacobsen og venjarin, Henrik Larsen, ferðaðust umvegis Keypmannahavn, Jákup Mikkelsen ferðaðist umvegis Oslo, og hinir lættu allir fyrrapartin í gjár við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Vágum.