Ummælari: Ein døpur dreingjabók úr 21.øld

Sjálvt um bókin altso er tjykkri enn Ó, er hon ikki eins drúgv ella orðarík - verri enn so. Og tó at hon verður setursliga presenterað sum ein hybrid samrøðuskaldsøga og ein metamodernistiskur dialogur við samtíðina, so er hon ógvuliga líkatil og løtt at lesa, skrivar Kinna Poulsen í ummæli av nýggjari bók hjá Trygva Danielsen.

Eitt pinkalítið hey við lítlum umframt kolon og parantes sum í einum ætlaðum brostekni er eitt trojanskt ross av lítillæti á permuni á nýggju útgávuni hjá Trygva Danielsen, ið er eitt stórt og ambitiøst beist av einari bók. Tá er meira stórlæti og schwung í undirheitinum TAÐ METAMODERNISTISKA DÓMADAGS-MANIFESTIÐ ANNO DOMINI MMXXV ET IN FUTURUM, ið eisini hóskar nógv betri til monstrøsa vavið á bókini. Hon sigst vera útivið 900 síður til longdar – (allar uttan síðutal!). Sprotin gevur út. Men sjálvt um bókin altso er tjykkri enn Ó, er hon ikki eins drúgv ella orðarík - verri enn so. Og tó at hon verður setursliga presenterað sum ein hybrid samrøðuskaldsøga og ein metamodernistiskur dialogur við samtíðina, so er hon ógvuliga líkatil og løtt at lesa, pallsett sum hon er eins og eitt kjattsamskifti á netinum – tað, sum flest okkara taka lut í dagliga og møguliga eisini duga betri at lesa enn tjúkkar bøkur.

 

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen ummæli sítt av bókini hjá Trygva Danielsen, sum hon skrivar á listaportal.com.

 

Og Ummælarin sigur aðrastaðni í ummælinum:

 

Tá eg havi lisið síðstu reglu í bókini, melur tað fyri mær. Og meðan høvdið følist sum ein uppsteðgað samtíðarsentrifuga á tremur í løgnum googlaðum orðum sum soyboy, small dick energy, incel og doomfluencer, taki eg meg í at droyma ein lítlan dreym um, at bókin var eitt komprimerað (og genialt) lítið yrkingasavn við síðutølum, sum mann kundi notið. Men tað er ikki ætlanin við dómadags-manifestinum hjá Trygva Danielsen, sum ístaðin hevur skrivað eina sjáldsama, stóra generatiónsskaldsøgu um vinarlag, um uppvøkstur og um skuggar í okkara tíð - eina dapra dreingjabók úr 21.øld. Tá H.C. Andersen á sinni í 1847 skrivaði um Skuggan, lá sjónarhornið og samhugin hjá lærda manninum, sum skrivaði um tað góða, tað sanna og tað vakra – alt til onga nyttu, tí tíðin var sjálvsøkin og býtt. Tað er hon enn í 2025 og framvegis er tað tey óndu, sum vinna.

 

Alt ummælið kann lesast her:  Listaportal

 

##med2##