Makt skal takast

- Tá tað snýr seg um makt, mugu eisini kvinnurnar vita, at maktina fær mann ikki – hana tekur mann. Tað sigur annar av høvuðsrøðarunum á “Kvinnuvikuskiftinum”, sum verður í Norðurlandahúsinum 7. og 8.mars. Benja Stig Fagerland, leiðari, íverksetari, stjóri, ráðgevi o.m.a vitjar aftur í Føroyum, og hesaferð er tað sum “hálvur føroyingur”. Boðskapurin hjá henni til føroyskar kvinnur er tann sami: -Viljin til at vilja, skapar evnini til at kunna!

Vinnukvinnur

 

 

Tað mundi vera nógv sum fóru heim við høvdinum fullum av nýggjum ella endurnýggjaðum tonkum, eftir at hava hoyrt Benju Stig Fagerland á Hotel Føroyum 8.mars í fjør. Hesi og onnur fáa nú aftur møguleikan, tí um ein lítlan mánað, vitjar norska “orkuverkið” aftur oyggjar okkara. Tað kann kanska tykjast eitt sindur løgið, at tiltakið hjá blaðnum “Kvinna” ár um ár hevur sama høvuðsrøðara, men tað hevur fleiri forkláringar. Fyri tað fyrsta, so inniheldur Benja Stig Fagerland so nógva vitan og royndir, at har er nóg mikið til átjan Føroyaferðir. Harafturat hendi nakað í Føroyum í fjør, sum ger at norski íverksetarin er noydd at koma aftur hendaveg. Og so er hon heldur ikki einsamøll á høvuðspallinum: Penille Aalund vitjar eisini!

 

HEIMSKENDA BENJA

Benja Stig Fagerland bleiv kend alment í stórum pørtum av heiminum við verkætlanini “Female Future”. Fyri at sleppa undan einum politiskum kravi um, at so og nógvar kvinnur skuldu sita í partafelagsnevndum og leiðslum í Norra, valdi felagið hjá arbeiðsgevarunum í matvøruídnaðinum í Norra at heita á Benju Stig Fagerland um royna at skipa soleiðis fyri, at tær fingu tað, uttan politiska uppíblanding.

Og tað eydnaðist. Upp á trý ár øktist talið á kvinnum í nevndum og leiðslum í Norra frá 6,3 prosent upp í 21,3. Uppskriftin var fyri so vítt líkatil, sigur Benja:

-Viljin til at vilja, skapar evnini til at kunna, og síðani leggur hon afturat:

-Tá tað snýr seg um makt, mugu eisini kvinnurnar vita, at maktina fær mann ikki – hana tekur mann.

Í dag er Benja stjóri í fyritøkuni Talent Tuning, sum m.a. ráðgevur leiðarum í vinnulívi og innan tað almenna um kvinnuligar leiklutir í lokala-, lands- og heimssamfelagnum. Harafturat skrivar hon bøkur – tann nýggjasta, sum verður grundarlag fyri fyrilestrinum í Føroyum, eitur “Succespunktet”, ið hon hevur skrivað saman við Peter Horn.

 

KYNSSPURNINGURIN DARVAR

-Stríðið fyri javnrættindum er ikki ein bardagi, men meira at kalla ein intelektuel missión, sum við at víðka heilan hjá báðum kynum, fær fólk at hugsa um tilfeingi, heldur enn slag av fólki, sigur Benja Stig Fagerland.

-Tað snýr seg um at víðka sjónarringin, og spyrja við seg sjálvan, hvat havi eg brúk fyri av arbeiðsmegi, hvat skal viðkomandi duga. Verða hesir spurningar settir uttanum kynsspurningin, fáa vit fleiri konufólk í millumleiðslur, leiðslur og nevndir, tí vit eru sjálvsagt líka væl kvalifiseraðar og ofta betri enn teir, sum sita har frammanundan, sigur hon.

Og kynsspurningurin kann darva framgongdini hjá einum virki, sigur Benja.

-Vit mugu burtur frá at hugsa kyn, etniskan uppruna ella fyri so vítt aldur. Alt hetta má setast til viks, fyri at vit kunnu koma fram til tað, sum vit veruliga vilja í vinnulívinum: Nevniliga framburð, sigur hon.

-Og tað krevur at serliga teir gomlu gubbarnir við tíggju til tólv nevndarsessum ella fleiri, byrja at hugsa øðrvísi, og lova øðrum framat, leggur hon afturat.

 

SKAL LOYSA SEG

Til tiltakið í Føroyum í fjør, tosaði Benja Stig Fagerdal til pengapungin hjá makthavarunum og leiðarunum. Hon vísti á, at ein stjóri ella eigari av einari fyritøku ikki skal seta eina kvinnu í starv, uttan at tað loysir eg. Men so legði hon afturat, at tað var ein rættiliga stórur kjansur fyri, at tað fór at loysa seg at velja eina kvinnu.

-Skjótasti mátin at fáa fleiri kvinnur upp í leiðslur og nevndir í vinnulívinum er um fyritøkan fær jalig úrslit av hesum. Female Future verkætlanin í Norra vísti nærum beinanvegin, at fyritøkurnar fingu fíggjarligan fyrimun av at leita eftir kvinnuligum leiðarum, og tað var tað sum skuldi til, fyri at verkætlanin skuldi hava ein kjans, sigur Benja Stig Fagerland

 

FORELSKAÐ Í FØROYUM

Tá Benja Stig Fagerland vitjaði í Føroyum í fjør, hevði hon arbeitt hart í nógv ár. Hon koyrdi eitt sindur upp á rutinuna, og sjálvt um boðskapurin var greiður, var hann eitt sindur merktur av, at orðini blivu søgd fyri 117.ferð.

Men í Føroyum hendi nakað, sum hon síðani hevur brúkt nógva tíð upp á at fortelja Gud og hvørjari kvinnu. Hon fekk fulla hugin til arbeiði sítt aftur. Sjálv sigur hon soleiðis um tað sum hendi í einum brævi til blaðið “Kvinna”:

-At hitta sterku, erligu og fantastisku føroysku kvinnurnar, fekk meg á eitt vegamót. Eftir tiltakið fann eg útav, at “hetta” er mín lívsleið: At arbeiða við at fáa kvinnur fram – at hjálpa teimum at røkka sínum dreymum. Hetta er mín dreymur og mítt val.

Seinasta árið er tað so at siga ikki komið fyri, at Benja Stig Fagerland hevur gjørt samrøður við fjølmiðlar – bæði norskar og útlendskar - at hon ikki hevur nevnt Føroyar, og hon hevur enntá fingið sær ein nýggjan “vinnarasang”. Tað er “Oh my lady” hjá Lenu Andersen, sum hon hoyrdi á Hotel Føroyum 8.mars í fjør.

 

 

 

FAKTA

 

Kvinnudagurin 8.mars í ár verður m.a. hildin sum ein stórt Kvinnuvikuskifti í Norðurlandahúsinum. Tann 7.mars skipar blaðið Kvinna fyri fyrilestrum við Pernile Aalund og Benju Stig Fagerdal og kjósan av ársins “8.mars kvinnu”. Eisini er tónleikur við Jensinu og Eivør á skránni. Dagin eftir skipar Kvinnufelagið fyri, og er høvuðsevnið “Kvinnur í fíggjarkreppuni”. Eisini er sjónleikurin “Eitt Dukkuheim” á skránni.