»A TAKA« er komin í handlarnar. Tónleikurin á fløguni er í stóran mun improviseraður sangur og tónleikur til nýggjar tekstir á føroyskum, ið Kári Sverrisson skrivaði á ferð í Bulgaria í heyst. Á fløguni [...] Kári Sverrisson spælir akkustiskan gittar og syngur. Upptøkurnar vórðu gjørdar síðst í september mánaði í bygdini Leshko í útsynningspartinum av Bulgaria, har ið Valeri Dimchev hevur eitt studio. Heitið »A [...] út, ið er fyrra fløgan av tveimum, ið vórðu tiknar upp í Bulgaria í heyst. Seinna fløgan, har ið Agnar Lamhauge eisini er við, kemur út einaferð í vár.
tær, tá tú ert álopsspælari í HB, men møguleikin fyri at vinna okkurt er ivaleyst størri í HB enn í nógvum øðrum feløgum, og tað tiltalar meg eisini. Síðst í januar mánaði fer Súni Fríði Johannesen undir [...] men nú er vent í holuni. Ætlanin var, at eg skuldi halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði [...] Ikki í toppformi Eftir fram úr góða árið í 1995, tá Súni Fríði Johannesen var tryggur toppskjútti í 1. deild, var hann úttikin aftur til landsliðið, eftir at hann fyrstu ferð hevði smakkað til tað í 1993
millum londini í hesum illveðrinum. Annað var Jane Elisabeth í Vági, sum sakk, og har skiparin Sofus á Durtufløtti í Porkeri druknaði. Hitt skipið var Grace, sum kom við øllum seglum í lepum inn í Flekkefjord [...] vanlukka hendi 10. august 1878, tá ið bóndin í Innistovu á Trøllanes, Joen Joensen, doyði í fleyging, 29 ára gamal. Jógvan var sonur Sofíu Malenu og Símun í Innistovu. Jógvan giftist í 1874 við Petronellu [...] var helst í Leith. Hon fór á vegnum heim inni í Lerwick. Farið var haðani til Føroya 12. november, men hon kom ikki vegin fram. Tað stendur einki í bløðunum tá um hesa vanlukku. Men tað stóð tó í Dimmalætting
Landsstýrið ger sáttmálar. Tað er galdandi í hesum máli eins í so nógvum øðrum, sum Landsstýrið ger sáttmálar, sigur Eilif Samuelsen. Í skrivandi løtu seinnapartin í gjár, var einki svar komið frá Nyrup Rasmussen [...] hervið tikið fyrningarfreistini burtur? Tað eru í grundini óverdugt um Føroyar skulu stevna, fyri at fáa sín vilja. Tað stríðir eisini móti andanum í ríkisfelagsskapinum. Vit skulu heldur tosa okkum [...] til at stevna bara Danske Bank. Málið er soleiðis háttað, at so skulu allir partar í málinum stevnast. Eg haldi, at vit í virðing fyri hvør øðrum skulu samráðast til vit koma til eitt úrslit, sigur Eilif
røttum verið valt av nýggjum í fjør. Av tí at formaðurin August G. Wang fór til Danmarkar at arbeiða í fjør, hevur Pál Weihe verið virkandi formaður. Hann er burturstaddur í løtuni. Eitt evni á fundinum [...] Uni Vestureið leggur dent á, at fundurin, sum ráðið hevði við landsstýrismannin í vinnumálum í farnu viku, einki hevði við málið um skeinkiloyvini at gera. Hetta er mál millum Býráðið og Landsstýrið, av [...] rúsdrekkalógin varð sett í gildi. Tað, at heildarnýtslan ikki er vaksin, taka vit sum dømi um, at okkara arbeiði hevur eydnast, og at tað tí ikki er rætt at gera broytingar í viðurskiftunum, sigur Uni
skipari á 200 tons fiskibátinum Explorer, við heimstað í Cape Town í Suðuramerika, og hevði verið við í tvey ár. Teir høvdu siglt í 10 dagar og høvdu 85 tons í lastini, tá teir vóru tiknir og førdir til Reunion [...] umframt bert at ganga hendur í lummma. Eg stytti mær stundir við at spáka í býnum, havi gittar við og skrivi sangir - mest andaligar sangir. Í løtuni er HM-kappingin í sjónvarpinum, og tað bøtir um [...] fram við einari lítlari oyggj í indiska havinum. Hann visti bert ikki, at ein kunngerð 1. januar 1998 varð sett í gildi, sum segði, at tá skip koma inn um 200 fjóðringarmarkið í fronskum sjóøki, skulu teir
mánirnar í ár avreiddu føroysk skip bara 6.970 tons í Suðuroynni. Men sama tíðarskeið í fjør vórðu 11.238 tons avreidd í Suðuroy. Tvs, at minkingin í higartil í ár eru uppá heili 38%, afturímóti í fjør. Í [...] 687 tons í Føroyum teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, men somu tíð í fjør avreiddu teir 11.785 tons. Tað er ein vøkstur uppá 76%. Frá januar til august í ár avreiddu partrolararnir 22.087 tons í Føroyum [...] stórar broytingar hendar í fiskivinnuni á landi í Føroyum. Forskjótingarnar eru so at siga allastaðni. Men størstu tapararnir í kappingini um fiskin hava verið suðuroyingar. Í hvussu so er av teimum gomlu
kanska vónað, at dálkingartrupulleikin var tikin við í orkupolitikkinum; men tann, sum hoyrdi landsstýrismannin í orkumálum umrøða hetta í Tinginum í vetur, man helst hava mist ta vónina. Hann hevði sæð [...] Føroyar millum tey lond, sum útleiða mest av koldioxidi (koltvíiltu) í mun til fólkatalið. Koldioxid fer út í luftina, tá vit brenna olju í elframleiðslu, oljufýringum, bilum, skipum o.s.fr., og hetta ávirkar [...] so verða Føroyar óivað »fremsta« dálkingartjóð. Vit verða mest dálkandi land í mun til fólkatalið, kanska longu í 2015. Í seinna enda fáa vit helst eina dýra rokning; men vit munnu øll vóna saman við
grunnurin 1. Lýsa viðtøkur og lógargrundarlag fyri Eik grunnin í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010. 2. Lýsa virksemið í Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010. 3. Staðfesta um samsvar var [...] hjá Eik grunninum í tíðarskeiðinum 2002 til 2010, tá EIK banki fór á húsargang, umframt at kanna eftirlitið við grunninum í tíðarskeiðinum 2002 til 2014. Á heimasíðuni hjá løgtinginum verður arbeiðssetningurin [...] arlagið fyri eftirlit við føroyskum vinnurekandi grunnum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 2. Lýsa framda grunnaeftirlitið av Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 3. Staðfesta um samsvar var
skjal frá ES-nevndini bendir á, at ES-revsitiltøkini ímóti Føroyum, sum møguliga verða sett í gildi í næsta mánaði, fara at verða víðfevnd, og at tey fara at fevna bæði um sild og makrel. ES arbeiðir við [...] trýstið og lobbyarbeiðið frá eitt nú fiskivinnuni í Skotlandi og Hetlandi hevur givið ætlaða úrslitið, og at tí má handlast. Uttan mun til, hvør hevur rætt í trætuni millum Føroyar og ES, eiga stig at verða [...] fiskivinnukommiserinum hjá ES, Mariu Damanaki, sum Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur fingið innlit í. Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir á, at skjølini staðfesta, at Føroyar ikki