­ Tað er ikki ráðiligt at bíða longur

Hóast ósemja í tinginum um hvørt Landsstýrið skal fara niður at samráðast ella ikki, sakar tað einki í Tinganesi. ­ Besta loysnin er at fara undir samráðingarnar sum skjótast, sigur Eilif Samuelsen

Ein orsøk er at Den Danske Bank setir so stór krøv, áðrenn tað bert ber til at tosa um at leingja freistina, annað er, at peningastovnurin vil hava eina uppgerð, sum ikki kann gerast, og sum eingin hevur møguleika at kenna úrslitið av.

­ Hevur tað als einki at siga, at tingmannabólkurin nú er upploystur?

­ Tað er sjálvandi keðiligt, nú vit vóru samd um uppleggið, men fyri sovítt er uppgávan hjá bólkinum lokin, sigur Eilif Samuelsen.

Hann grund gevur hesum við at siga, at tingmannabólkurin skal ikki niður at samráðast, tí tað hevur bert Landsstýrið heimild til.

­ Er tað ikki ein treyt fyri samráðingarnar, at tingið skal góðtaka úrslitið?

­ Tað vandan mugu vit liva við. Tað er altíð ein vági, tá Landsstýrið ger sáttmálar. Tað er galdandi í hesum máli eins í so nógvum øðrum, sum Landsstýrið ger sáttmálar, sigur Eilif Samuelsen.

Í skrivandi løtu seinnapartin í gjár, var einki svar komið frá Nyrup Rasmussen, men Eilif Samuelsen heldur, at tá Landsstýrið ynskir samráðingar, fer forsætisráðharrin at ganga teimum á møti.

­ Hevði tað ikki verið rættari at stevna Den Danske Bank nú, og hervið tikið fyrningarfreistini burtur?

­ Tað eru í grundini óverdugt um Føroyar skulu stevna, fyri at fáa sín vilja.

­ Tað stríðir eisini móti andanum í ríkisfelagsskapinum. Vit skulu heldur tosa okkum til rættis - ístaðin fyri at stevna. Tí haldi eg at samráðingarloysnin er tað besta vit kunnu gera.

­ Um aðrir leggja so lítið í sambandið millum Danmark og Føroyar, so er tað ein støða, men eg eri ikki samdur, sigur Eilif Samuelsen.

Harnæst ber ikki til at stevna bara Danske Bank. Málið er soleiðis háttað, at so skulu allir partar í málinum stevnast.

­ Eg haldi, at vit í virðing fyri hvør øðrum skulu samráðast til vit koma til eitt úrslit, sigur Eilif Samuelsen.

­ Er trygd fyri at samráðingarnar verða lidnar áðrenn 30. apríl?

­ Tað vildi eg hildið. Skotbráðið er ein heilur mánaði, so tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki.

­ Um nú úrslitið ikki verður góðtikið í tinginum?

­ So er neyðugt at fara undir samráðingarnar av nýggjum, sigur Eilif Samuelsen, sum ikki sær nakran vanda í, um tað verður tað nýggja tingið, sum eftir valið skal góðtaka samráðingarúrslitið hjá gamla Landsstýrinum.