Eitt skjal frá ES-nevndini bendir á, at ES-revsitiltøkini ímóti Føroyum, sum møguliga verða sett í gildi í næsta mánaði, fara at verða víðfevnd, og at tey fara at fevna bæði um sild og makrel.
ES arbeiðir við revsitiltøkunum, tí europeiska samveldið er av teirri fatan, at Føroyar ikki reka burðardyggan fiskiskap eftir sild, men hava ásett sær sjálvum eina ovurstóra kvotu.
Tað vísa skjøl frá fiskivinnukommiserinum hjá ES, Mariu Damanaki, sum Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur fingið innlit í.
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir á, at skjølini staðfesta, at Føroyar ikki fiska burðardygt, at Føroyar hava tikið seg úr samráðingunum um sildina og ikki hava sett fram ítøkilig krøv til broyting av føroysku sildakvotuni, og at Føroyar hava ásett sær egna sildakvotu, sum er tríggjar ferðir størri, enn føroyska kvotan higartil hevur verið.
Edmund Joensen sigur, at nú sær altso út til, at trýstið og lobbyarbeiðið frá eitt nú fiskivinnuni í Skotlandi og Hetlandi hevur givið ætlaða úrslitið, og at tí má handlast.
Uttan mun til, hvør hevur rætt í trætuni millum Føroyar og ES, eiga stig at verða tikin til at loysa trætuna sum skjótast, sigur fólkatingsmaðurin hjá Sambandsflokkinum.
Edmund Joensen hevur eisini verið við til at kalla danska fiskivinnuráðharran í samráð, fyri at fáa meira at vita um ætlanirnar hjá ES, men samráðið dregur út og er enn ikki sett á skrá.










