Ein nýggj fløga við heitinum »A TAKA« er komin í handlarnar.
Tónleikurin á fløguni er í stóran mun improviseraður sangur og tónleikur til nýggjar tekstir á føroyskum, ið Kári Sverrisson skrivaði á ferð í Bulgaria í heyst. Á fløguni eru eisini siðbundin bulgarsk fólkaløg og okkurt nýtt lag hjá bulgarsku tónleikarunum Valeri Dimchev og Desislavu Dimchevu.
Valeri Dimchev, ið er kendur í Bulgaria innan bæði jazz-tónleik og fólkatónleik, og sum spældi við á seinastu fløguni hjá Enekk ("Fýra nætur fyri jól"), spælir bulgarska streingjaljóðførið tambora. Desislava Dimcheva syngur. Kári Sverrisson spælir akkustiskan gittar og syngur.
Upptøkurnar vórðu gjørdar síðst í september mánaði í bygdini Leshko í útsynningspartinum av Bulgaria, har ið Valeri Dimchev hevur eitt studio.
Heitið »A TAKA« er bulgarskt og merkir "Soleiðis".
Tað er Tutl, ið gevur hesa fløguna út, ið er fyrra fløgan av tveimum, ið vórðu tiknar upp í Bulgaria í heyst. Seinna fløgan, har ið Agnar Lamhauge eisini er við, kemur út einaferð í vár.