­100 ár síðani húsaskonnartin Marianna gekk burtur

Sum greitt frá í seinasta parti eru í ár 50 ár síðani, at báturin Kallur á Syðradali gekk burtur við trimum monnum. Men Húsa sókn hevur enn ein minnisdag í ár.
Í hesum døgum eru 100 ár síðani, at Marianna gekk burtur við seks monnum

Árið 1913 er størsta vanlukkuár í Føroyum, í hvussu er síðan 1870. Hetta ár fórust 37 menn á sjónum.
Seks av hesum fórust við Marianu, ella Mari­onnu, sum hon vanliga var kallað. Á heysti 1913 var Marianna niðri og landaði. Tað var helst í Leith. Hon fór á vegnum heim inni í Lerwick. Farið var haðani til Føroya 12. november, men hon kom ikki vegin fram.
Tað stendur einki í bløðunum tá um hesa vanlukku. Men tað stóð tó í Dimmalætting, at seinna­partin í november hevði verið eitt ógvus­ligt illveður við nógvum regni. Havnará varð so stór, at Áarvegur stóð undir í vatni, og tað rann inn í kjallararnar.
Páll Nolsøe skrivar eisini í siglingarsøg­uni, at tvey onnur skip vóru millum londini í hesum illveðrinum. Annað var Jane Elisabeth í Vági, sum sakk, og har skiparin Sofus á Durtu­fløtti í Porkeri druknaði. Hitt skipið var Grace, sum kom við øllum seglum í lepum inn í Flekkefjord í Noregi.
Teir sum áttu Marionnu vóru Poul Matt­hias Sørensen og Andreas Jacobsen á Húsum. Teir báðir vóru systkinabørn. Navnið fekk skonn­artin eftir konu Andreas, Marianna, sum var av Evensenættini í Hvalba. Tey vóru gift í 1903.
Marianna hevði tá arvað jørð í Hvalba, og hon man hava útvegað Andreas eginpening til hansara part av keypinum. Andreas førdi Marionnu tey fyrru árini.
Poul var reiðari, og fiskurin varð turkaður á Húsum, sum tá var ein blómandi bygd.
Poul á Bakka var tann stóri keypmaður­in á Húsum hesa tíðina. Hann var føddur í 1869, og hevði helst arbeitt hjá Faktorinum í Klaksvík, har hann hevur fingið áhuga fyri handilsskapi.
Í 1896 fekk hann handilsloyvi, og fór at handla fyri seg sjálvan. Hetta hevur helst ver­­ið eitt sindur óvanligt tá. Tað meira van­liga hevði verið at stýrt einum úthandli hjá ein­­um av teimum stóru keypmonnunum í stór­­­plássunum. Sjálvur hevði hann úthandil í Lor­vík umleið 1908-1911.
Poul bygdi pakkhús og fór at keypa fisk at virka til salt- og klippfisk umframt lýsi. Eisini fekk hann motorbát, sum eisini kundi útvega ráfisk til at arbeiða. Hetta var Nøvin, sum var bygdur í Suðuroy.
Men Poul fær so hug at víðka um virksemi, og hetta var við Marionnu.

Bygd í Noregi sum línuskip
Marianna var bygd á Framnæs mekaniske værk­sted í Sandefjord í 1883. Hon var 102 BRT til støddar og var nakað minni enn tær van­liga kendu skonn­artirnar men størri enn ein vanlig slupp.
Marianna varð smíðað til Svend Foyn í Tøns­berg. Sjálv skipsgerðin var óvanlig. Mari­anna var serbygd eftir amerikanskum tekningum til línufiskiskap eftir toski á norð­aru grunnunum. Serligur dentur varð lagdur á eitt skjóttgangandi skip við serstakum stór­um rigningi. Sagt varð, at mastrar og segl hóskaðu betur til eitt 300 tons stórt skip enn til eitt sum var 100 tons.
Tað gekk ikki væl við línufiskiskapin­um, og tvey ár seinni fekk Marianna skaða út fyri Haugesund og misti fimm menn.
Marianna sigldi seinastu ár við frakt, og kom í hesum sambandi eisini til Suðuroyar, har eigararnir av henni vóru uppi í hvalastøðini i Lopra.
Í Tingakrossi 15., 22., og 29. juni 1904 er henda lýsing í Tingakrossi:

Udmærket godt Fartøj til Salgs
Fore and aft Skonnert “Gungner”, bygget af Eg, Metal­fast, Netto 62 Tons, dybtgaaende 11,5 Fod, har 1. Klasses Norsk Veritas for fire Aar, indrettet til Fiskeri­brug straks, ud­mærk­et Sejler, er for Tiden beliggende i Lobra paa Sud­erø. Nærmere ved Henvendelse til J. Mort­en­sen, Markøre, Vaag
J. Mortensen stóð annars tá fyri hvala­støð­ini í Lopra, og tað mundi vera fyri hana, at skipið sigldi. Tað sigldi annars samb. skips­dagbókini fram til 10. juli, so tað hevur staðið til sølu meðan tað var í sigling.
Lýsingin stóð ikki í Dimmalætting, men eftir øllum at døma hava tey hildið Tinga­kross á Húsum, og hetta hevur vakt teirra áhuga. Poul, Geila Jakku og helst eisini Andreas fóru suður at hyggja at henni.
Julius, sonur Poul, hevur seinastu dagbøk­ur­nar hjá Marionnu undir norskum flaggi. Her sæst at Marianna hevur verið í farmaflutningi fram til henda dag. Seinastu tíðina var tað millum Lopra og Grangemouth í Skotlandi. Dagbøkurnar frá tíðini aftaná munnu vera farnar við skipinum.

Óhapp í 1913
Marianna hevði verið úti fyri einum óhappi á vári 1913. Marianna lá fyri vetrarteymi í Klaksvík, og í mars hevði ein enskur trolari A 237 Chieftain rikið á Matrionnu og hevði skatt hana, galliónin var knúst og spritið farið.
Tað var eingin maður umborð. Men, skip­­­­arin, Andreas á Høvdanum, sum var av Strond­­­um, var sum tað skilst staddur í Klaks­vík, so helst eru teir farnar at rigga til at fara til fiskiskap.
Tað var greitt, at skotski reiðarin skuldi gjalda skaðan, og tað varð avrátt, at seta tveir serkønar at meta um kostnaðin av honum. Teir vóru Jacob Jacobsen, timb­ur­meistari, helst Jákup á Bakkanum, seinni kommu­stýrisformaður í Klaksvík, og Jógvan í Grótinum, kendur smiðjumeistari.
Marianna hevur verið til fiskarí hetta summ­arið. Andreas á Høvdanum á Strond­um hevði verið skipari bæði í 1912 og 1913. Ein av manningini í 1913 var Rasmus Rasmus­sen á Ytru Trøð á Strondum. Hann gjørdist seinni skipari.
Sum vanligt fór bara ein partur av mann­ing­ini, seks mans, niður at selja.
Hildið varð, at hon fórst stutt úr Føroy­um. Ein ábending um hetta er, at trolarin Rankin møgu­liga fekk stevnið av Marionnu í trol­ið á Munkagrunninum fyri nøkrum árum síðani. Andrass Joensen av Húsum, sum er ein kelda til hesa grein, er skipstimbrari og metti, at her kundi talan vera um Marionnu, men tað vóru mong líknandi skip, sum tað eisini kundi vera.
Ein ábending var tó, at tað hómaðist ein grøn skón á stevninum. Skipini í norska reið­ar­í­num hjá Marionnu vóru grønmálað.

Teir ið fórust
Tað fórust tríggir leirvíkingar við Marionnu. Teir vóru:
Hans Frederik Lervig, 25 ár, Hanus á Mýruni.
Jóannes Christiansen, 23 ár, Jóannes hjá Svend
Samuel Frederik Olsen, 21 ár, Sámal í Króki.
Her hendi tað vanliga, tá ið skip vórðu sakn­að, at tað var bíðað eftir teimum leingi eftir, at øll vón var farin. Petur Martin Peter­s­en greiðir frá, at avvarðandi í Leirvík gingu út á Egg ella eystur á Hagaleitið at hyggja eftir skipinum.
Pápi Sámal í Króki, Líggjas, plagdi heilt fram til jóla at fara eystur á Hagaleiti at skimast út í havið, um skonnartin ikki fór at koma afturíafur.
Hann hevði mist fostursonin og brøður­nar nøkur ár frammanundan. Seinni, í 1924, misti hann sonin Johan Hendrik við toftaslupp­­ini Onnu. Greitt er frá hesi vanlukku í bók­ini Havið tók Teir.
Sámal hevði hetta summarið verið við enskum trolara og hevði fingið væl burtur úr. Teir kallaðu hann “handsome” Sam. So umtóktur hevur hann verið.
Petur Martin hevur eisini greitt frá, at mamma hansara, fødd í 1916, sum var hálv­systir Jóannes Christiansen, varð upp­kall­að eftir leirvíkingunum, sum fórust við Mari­onnu. Hon æt Johanna Saloma Hans­ina.
Í 1918 fekk hon ein beiggja, og hann verð­ur kallaður Jóannes, og hetta var kendi lista­maðurin Jóannes Christiansen.
Tummas Thomsen, í Heimistovu, av Eiði hev­ði helst hetta heystið arbeitt í Leirvík, tí er hann farin saman við øðrum leirvíkingum við Marionnu.
Tað vóru eisini tveir klaksvíkingar við.
Skipari hendan túrin var tann 27 ára gamli Hans Jacob Saul Jacobsen, sonur Poulinu Olinu og Jóan Jakku í Búðunum. Sagt verður í ætt­ini hjá Andreas, at talan var um, at hann skuldi fara við, men hetta gjørdist av ongum.

Hin var 40 ára gamli Hans J. Niclassen úr Klaksvík. Hann var giftur við Cathrinu Sofíu Christiansen av Tjaldrafløtti á Uppsølum. Tey giftust í 1899 og bygdu sama árið omanfyri húsini í Uttara Horni, Reyðhús kallað. Har hevði systir Sofíu seinni kafé. Sofía doyði stutt eftir mannin.
Edvard Mitens skrivar um sína tíð sum sýslumaður í Eysturoynni um sínar ymisku uppgávur. Ein var um ungar menn, sum umkomust við Marionnu, har tað varð upp­lýst, at teir fyri ein part høvdu verið for­syrgj­arar hjá foreldrunum, sum annars ikki var óvanligt. Í hesum førinum vóru 5 av teimum 6 monn­unum ógiftir. Bara Hans J. Niclassen var giftur.

......

210 ár síðani Blankskálamenn overvaðu seg til deyðis á útróðri
Í ár er eisini ein “hálvrundur” dagur í Kals­oynni fyri einum sorgarleiki á sjónum. 3. feb­ruar vóru liðin 210 ár síðan, at brøðurnir Sím­un og Poul Poulsen overvaði seg so nógv á ringum útróðrartúri, at teir doyðu eftir at vera komnir at landi. J. Símun Hansen greiðir frá hesi hending í Havið og vit II.
Blankskálamenn vóru farnir út um Skall­ar­nar. Sum dagurin leið ruskaði hann lágt, og bátarnir fóru til lands aftur. Søgan sigur, at blank­skálamenninir, sum vóru av raskastu monn­um, hildu, at teir kundu taka eina rakstur afturat.
Men andróðurin til lands gjørdist av tí harðasta, og teir máttu seta inn móti Við­ar­eiðishellu. Teir vunnu heim fyri Torv­una, men fingu tá eina glaðu so harða, at teir fingu ikki bátin upp í móti aftur og róku norð um Viðoynna. Har lógu teir alla náttina og andøvdu. Kvøldið eftir gekk hann vestur á, og um náttina settu teir upp á Eiðsvík, lend­ingina eystantil á Viðareiði.
Tá høvdu teir róð harðasta andróður í 27 tím­ar. Tveir av teimum doyðu i bátinum eftir at vera komnir til lands, og sagt var, at hesir vóru teir raskastu.
Símun og Poul teir vórðu grivnir á Við­ar­eiði. Símun var giftur og átti seks børn. Hann var forrestin tipptippoldurabbi mín.

.......

135 ár síðani, at bóndin
á Trøllanesi datt oman
Tað eru eisini fólk, sum eru farin av van­lukk­um á landi. Ein slík vanlukka hendi 10. august 1878, tá ið bóndin í Innistovu á Trøllanes, Joen Joensen, doyði í fleyging, 29 ára gamal. Jóg­van var sonur Sofíu Malenu og Símun í Inni­stovu.
Jógvan giftist í 1874 við Petronellu Jac­ob­sen av Viðareiði, og hann hevði júst í 1878 yvir­tikið garðin.
Hvat ið hendi kann síggjast í frásøgnini hjá Klæmint Olsen, sýslumanni:

For Rapporten fremstod Ungkarl Hans Joen­­sen (Hanus á Gørðum, Klaksvík) af Trolle­­næs, 19 Aar gammel, som for­manet til at sige Sandhed paa given An­led­ning, af­gav følg­­ende For­klaring:
Om Morgenen den nævnte Dag gik HJ og den forulykkede som sædvanligt i Fælles­skab med nogle Folk fra Mygledal med Baad til Fugle­bjergene paa Vestsiden af Kalsø. HJ og den Forulykkede gik først paa Land (omtrent kl. 9) og fulgtes op ad Bjerget, ca. 30 Favne, der­efter steg han endnu en 30 Favne op i Bjerg­et, hvor hann satte sig til at Fleie. Da Stedet hvor han opholdt sig er meget stejlt havde han som sædvanligt et Reb med for at fastgjøre i en dertil anbragt Jernring i nærheden af Fleiestedet.
Nogen Tid derefter, omtrent kl. 11, vare Dan­iel Jacob Hansen og Peter Heinesen af Mygle­dal også kommet op i Bjerget omtrent i samme Højde som HJ. Et Øjeblik derefter hørte han, at noget faldt i Bjerget, hvilket han an­tog at være en Sten, og idet han saa op imod Bjerget, saa han den Forulykkede styrte fra sit Sæde. Han standsende igen i Nærhed­en hvor HJ sad.
Tilligemed de andre to gik han saa snart de kunde hen til den Forulykkede, som viste sig at være aldeles livløs. Ved Undersøg­elsen opdagede de et stort Hul i Baghovedet ca 1“ i Gjennemsnit. HJ er sikker paa, at dette Hul hidrørte fra en Sten, der maatte have Faldet i Hovedet paa den Forulykkede og som har slaaet ham ihjel paa Stedet. HJ hørte som be­mærket Stenen falde, men saa den dog ikke. Det sker saa tit, at Stene dels gaar løs af sig selv og dels rives løse af den masse Lunder, som bygger højere oppe i Bjerget.
Saa snart den nødvendige Hjælp var til­stede­komm­en fra det paa Baaden værende Mands­kab blev Liget firet ned i Baaden i en Line, da det ikke kunde føres ned paa anden Maade.

Peter Heinesen í Tungu í Mikladali hevði eina líknandi frágreiðing, men hann helt ikki, at Jógvan var íbundin.
Daniel Jacob Hansen úr Mikladali var eis­ini við, og hann gav eina frágreiðing sum sam­svaraði við hinar báðar.
Petronella giftist aftur við Mikkjal, sum var hálvpápabeiggi mannin, Jógvan. Tað kann eisini skoytast uppí, at beiggi Jógvan, Erik Joensen, kallaður Heiðrikkur, var fyrsti smiðjumaður í Klaksvík, sum hevði lærlingar. Millum hesar vóru kendu smiðirnir Jógvan á Grótinum og Samson Joensen
---
Komandi partur:
Í komandi parti verður hildið fram við frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri. Fyrst verður greitt frá einum útróðrardegi í 1934, sum kundi verðið ein vanlukkudagur, men har alt spældi væl av.