­ Ov tíðliga at broyta skipanina

Rúsdrekka og Narkotikaráðið hevur bert røkt tey heilsuligu sjónarmiðini, síðani tað varð stovnað. ­ Vit halda at arbeiðið hevur hildnast væl, og at ongar broytingar skulu gerast, sigur Uni Vestureið

Uni Vestureið leggur dent á, at fundurin, sum ráðið hevði við landsstýrismannin í vinnumálum í farnu viku, einki hevði við málið um skeinkiloyvini at gera.

Hetta er mál millum Býráðið og Landsstýrið, av tí at kappingarráðið hevur staðfest, at núgaldandi skipan við skeinkiloyvum er kappingaravlagandi

.Rúsdrekka og Narkotikaráðið hevur einki við hetta málið at gera, men hevur síðani nýggja rúsdrekkalógin varð sett ?í gildi, virkað fyri at røkja tey heilsuligu sjónarmiðini. Ráðið hevur lagt seg á hornasteinarnar, sum eru: atkomiligheit, prísir á rúsdrekka og upplýsing.

­ Vit hava mælt til at ført verður ein virkin príspolitikkur, og hava tilmælt talið av skeinkiloyvum, sum gagnligt stýrisamboð. Tað halda vit okkum til, sigur Uni Vestureið.

Grundgevingin hjá Ráðnum, fyri ikki at broyta núgaldandi skipan er, at heildarnýtslan ikki er vaksin.

­ Tað vísir seg, at jú størri heildarnýtslan er, størri verða skaðarnir av at nýta rúsdrekka. Vit mæla tí til, at talið av skeinkiloyvum ikki verður broytt, út frá tí sjónarmiði, at tað er ov tíðliga at gera broytingar, bert seks ár eftir at rúsdrekkalógin varð sett í gildi.

­ Tað, at heildarnýtslan ikki er vaksin, taka vit sum dømi um, at okkara arbeiði hevur eydnast, og at tað tí ikki er rætt at gera broytingar í viðurskiftunum, sigur Uni Vestureið.

Rúsdrekka og Narkotikaráðið verður valt fyri fýra ár, og skuldi eftir røttum verið valt av nýggjum í fjør.

Av tí at formaðurin August G. Wang fór til Danmarkar at arbeiða í fjør, hevur Pál Weihe verið virkandi formaður. Hann er burturstaddur í løtuni.

Eitt evni á fundinum við Landsstýrismannin var tí eisini at gera vart við, at Ráðið átti at verið valt av nýggjum í fjør.