Tað stóð á gomlum nøglum hjá Danmark at megna at vinna bólkafinaluna í HM-millumbólki 1 í Rotterdam.
Ungarn var á odda 23-18 móti Danmark seint í seinna hálvleiki. Men tær donsku fingu vent gongdini, og tær vunnu ein harðvunnan 28-27 sigur á Ungarn, ið fylgir teimum til fjórðingsfinalurnar.
Andrea Hansen var toppskjútti hjá Danmark við seks málum. Petra Simon var við átta málum toppskjútti hjá Ungarn.
Í sama bólki vann Rumenia fyrr í dag 36-24 (18-9) á Sveis, og Japan vann 27-23 (11-13) á Senegal.
Danmark vann bólkin við 10 stigum, og Ungarn gjørdist nummar tvey við sjey stigum. Rumenia hevur seks stig og Japan hevur fimm stig. Sveis gjørdist nummar fimm við tveimum stigum, og endar harvið aftanfyri Føroyar í samlaða fimmararoknskapinum. Senegal endaði aftast við ongum stigi.
3. desember:
Japan – Sveis 27-21
Ungarn – Rumenia 34-29
Danmark – Senegal 40-26
5. desember:
Rumenia – Senegal 37-17
Sveis – Danmark 23-36
Japan – Ungarn 26-26
7. desember:
Ungarn – Danmark 27-28
Sveis – Rumenia 24-36
Senegal – Japan 23-27
Í HM-millumbólki 4 vísti Noreg ræðuliga styrki í bólkafinaluni í Westfalenhalle í Dortmund.
Noreg vann ein knúsandi 33-14 (18-7) bólkafinalusigur á Brasil. Superveteranurin í málinum, Katrine Lunde bjargaði 67 prosent av málroyndunum.
Vilde Ingstad var toppskjútti hjá Noregi við seks málum. Kelly De Abreu Rosa og Jamily Félix vóru við trimum málum hvør toppskjúttar hjá Brasil.
Í sama bólki vann Angola 26-24 (10-10) á Svøríki, ið er enn eitt hart slag fyri svenska hondbóltsstoltleikan. Kekkia vann 32-28 (15-15) á Suðurkorea.
Noreg vann bólkin við 10 stigum, og Brasil gjørdist nummar tvey við átta stigum. Angola gjørdist nummar trý við seks stigum, og Svøríki gjørdist nummar fýra við fýra stigum. Sveis gjørdist nummar fimm við tveimum stigum, og fær harvið eina verri endastøðu enn Føroyar í samlaða fimmararokniskapinum. Suðurkorea endaði aftast við ongum stigi.
3. desember:
Kekkia – Angola 25-28
Brasil – Suðurkorea 32-25
Noreg – Svøríki 39-26
5. desember:
Svøríki – Suðurkorea 32-27
Angola – Brasil 26-32
Kekkia – Noreg 14-37
7. desember:
Noreg – Brasil 33-14
Angola – Svøríki 26-24
Suðurkorea – Kekkia 28-32












