Badminton: Gongur strálandi hjá føroyingum í Danmark

Tíðindaskriv, Badmintnonsamband Føroya:

 

Tað gongur strálandi hjá føroysku badmintonlandsliðsleikarunum, sum búgva í Danmark.

 

Aftur hetta vikuskiftið vóru fleiri liðdystir á skrá.

 

KBK 2 vann 13-0. Miriam í Grótinum vinnur báðar sínar dystir. Gott at vinna so stórt, so tað verður lættari, tá ið liðdystirnir um uppflyting skulu spælast

 

KBK 3 vinnur 9-4. Ein sera týdningarmikil dystur, sum tey vunnu móti teimum, sum lógu nummar tvey undan dystinum.

 

Árant á Mýrini vinnur sín dyst í einmansleiki, men tapir tíverri akkurát dystin í tvímansleiki.

 

Undan liðsystinum lá KBK3 nummar trý, og aftaná at hava vunnið hetta vikuskiftið liggja tey nummar 2.

 

KBK 4 vinnur 12-1 har Jónas vinnur báðar sínar dystir.

 

Eisini hjá Jónasi og liðnum er hetta ein týdningarmikil dystur at vinna stórt, fyri at halda fast í 1. plássinum og fyri uppflyting.

 

Rúni Øster skal spæla 16. december við 1. liðnum. Hetta er fyrstu ferð, at hann skal spæla við teimum.

 

1. liðið liggur beint nú á einum 3. plássi fyri 5 dystir, tvey stig aftanfyri nummar 1, sum hevur spælt 6 dystir. So spennandi verður at fylgja við 16. december.

 

Magnus Dal-Christiansen spældi ikki, tí hann hevur skift felag, og spælir nú við BC37 Amager. Av tí, at hann hevur skift felag, so hevur hann fingið leikbann til 3 liðdystir.