Oyðileggið ikki okkara besta sjósílavatn!

Tað frættist, at ætlanir eru um at oyðileggja Sandsvatn umframt Stóra vatn og Lítla Vatn. Okkara Amasonas! Hesum inntrivum vil Føroya Sílaveiðifelag staðiliga mótmæla

 

Føroya Sílaveiðifelag

 

Sandsvatn er eitt sera sjáldsamt stað í Føroyum, har náttúra og mannahond lið um lið ganga upp í eina nattúrliga eind. Hetta er okkara Amasonas.Onga staðni í Føroyum er djóra- og plantulívið so ríkt og fjølbroytt sum her.

 

Firvaldar, fuglar, síl, blómur og plantur, sum øll eru tengd hvør at øðrum, liva her vard frá menniskjans oyðileggjandi hond. Men nú vilja vit eisini ofra hetta økið, hóast tað finst ein betri vegaføring til Suðuroyar, sum ikki oyðileggur náttúru, bygdalív og harafturat ikki er dýrari ella ómøguligari at fremja.

 

Føroya Sílaveiðifelag mælir tí øllum til at mótmæla hesum ætlanum.

 

Sjáldsama Sandsvatn

 

Føroya Sílaveiðifelag hevur áður mótmælt ætlanunum um at leggja vegaføringina til Suðuroyartunnilin millum Stóra vatn og Lítla vatn. Nú hoyrist, at ætlanirnar um at fara gjøgnum Sandsbygd eru sleptar og ístaðin er nú ein losyn funnin, sum oyðileggur Sandsvatn umframt Stóra vatn og Lítla vatn. Tað fær okkum enn eina ferð at átala – og nú harðligari enn áður, tí Sandsvatn er eitt so sjáldsamt stað.

 

Vanliga eru vøtn vakrast, tá tey liggja einsamøll í frið fyri mannahond.

 

Sandsvatn er eitt undantak.

 

Við bygdini við vatnsenda og í Trøðum við smáu føroysku húsunum við eystara endan liggja náttúra og mannahond lið um lið, og sum eitt undantak gongur menniskjans samfelag og náttúrunnar samfelag her upp í eina náttúrliga eind. Hetta síggja vit ikki aðra staðni í Føroym, og tí er Sandsvatn ein savninardepil fyri fólk sum eru góð við vøtn, fuglar, síl, firvaldar og plantur.

 

Nýggja ætlanin at legggja ein stóran høvuðsveg fram við eystaru síðu av Sandsvatn fer at skemma umhvørvið og høvuðsvegurin fer at oyðileggja nattúruna framvið vatnið og vatnið sjálvt. Hetta hevur óbótaligan skaða við sær.

 

Fleiri dømi har náttúran rindar prísin

Eiðis vatn og allar áir í norðarapart av Eysturoynni hava vit mist til vatnorkuútbygging til Eiðisdemningin, tí samfelagið hevði tørv á streymi. Allar tær áir, ið vit mistu til Eiðis demningin vóru gýtiáir hjá sílum og sjósílum.

Nú frættist, at vegur til Suðuroyartunnilin skal leggjast framvið Sandsvatni. Og her verður tað aftur náttúran, ið kemur at rinda prísin fyri okkara menning, hóast tað finst ein skilabetri linjuføring, ið hvørki ávirkar Sandsvatn, Nykutjørn, Gróthúsvatn, Stóra vatn ella Lítla vatn.

 

Tunga og økta ferðslan, sum hevur við sær dálking av olju, salt, gummi frá dekksliti - tvs øll dálking sum kemur frá øktu ferðsluni - fer at renna í vatnið og oyðileggja føroya besta sjósílavatn. Spreingingin til tunnilin framvið vatnið kann føra við sær eitt nitratútlát, ið kann gera enda á øllum plantu- og fiskalívi í vatninum og harvið øllum fuglalívi kring vatnið.

 

Vit hava trý stór vøtn í Føroyum.

 

Sandsvatn, Leitisvatn (Sørvágsvatn) og Fjallavatn. Sørvágsvatn hevur høvuðsveg og flogvøll runt vatnið, Fjallavatn hevur enn fingið frið, men ætlanir vóru at taka vatnið til streymframleiðslu - tíbetur varð Fjallavatn friðað.

Nú er líkt til, at vit missa Sandsvatn. Hóast vatnið sjálvsagt verður liggjandi, hóast ein vegur verður lagdur framvið, so fer náttúrulívið í og kring vatnið at hvørva.

Føroya Sílaveiðifelag mælir tí staðiliga og  harðliga til, at politiska skipanin vaknar og bjargar Sandsvatni, Stóra vatn og Lítla vatn – okkara Amasonas -frá óneyðugunum inntrivum.

 

Ein alternativ linjuføringin til Suðuroyartunnilin finst tíbetur – veljið hana!