­ Skal eg náa nakað, má tað verða nú

Fótbóltur: Nýggja álopsessið hjá HB stílar høgt í komandi kappingarári

Í síðstu viku gjørdi Súni Fríði Johannesen avtalu við HB um at spæla við teimum næsta ár.

Úr B68 hevur allatíðina verið sagt, at álopsspælarin úr Runavík skuldi spæla við teimum, og á Toftum hildu teir seg hava greiða avtalu við álopsspælaran, men nú er vent í holuni.

­ Ætlanin var, at eg skuldi halda fram í B68, men umstøðurnar gera, at eg ístaðin fari at spæla við HB. B68 skilur mína støðu, nú eg búgvi í Kvívík og arbeiði í Havn. Tað hevði verið ómetaliga trupult hjá mær at vant í B68 komandi ár, og tí havi eg valt HB fram um, sigur Súni Fríði Johannesen við Ítróttarsosialin.

­ Tað er ikki tað, at eg ætli mær at trappa niður nú, heldur øvugt, men tað ferðingin aftur og fram hevði farið við so nógari orku, at tað hevði uttan iva gingið út yvir fótbóltsspælið.


Tað má verða nú

Súni Fríði Johannesen er útróptur til at verða avloysarin hjá Una Arge í HB-álopinum, og tað verður ikki nøkur løtt uppgáva.

Uni Arge var við 24 málum toppskjútti í kappingni í fjør, men skulu hesi mongu mál sammetast við nakað líknandi, er tað júst avrikið hjá Súna Fríða Johannesen í kappingini í 1995, tá fyrrverandi B68-arin eisini gjørdi 24 mál.

­ Fyri meg er tað ein veldug avbjóðing bara at fara í HB at spæla, tí har er sera stór kapping um plássini. Fyrsta málið, sum eg má seta mær, er at koma á liðið, og tað nýtist ikki verða nøkur løtt uppgáva, tí har eru nógvir góðir spælarar, sigur Súni Fríði Johannesen.

­ Men eg skal ikki fjala útyvir, at eg veruligi ætli mær nakað í komandi kappingarárið. Eg ætli mær at satsa, og tá hugsi eg bæði um heimligu kappingina við HB, Europa-Cup og landsliðið. Eg verði 26 ár næsta ár, og skal eg náa nakað í fótbólti, má tað verða nú.


Ikki í toppformi

Eftir fram úr góða árið í 1995, tá Súni Fríði Johannesen var tryggur toppskjútti í 1. deild, var hann úttikin aftur til landsliðið, eftir at hann fyrstu ferð hevði smakkað til tað í 1993. Men karrieran á landsliðnum er ikki long hjá sterka álopsspælaranum, og tað er serliga komið av, at avrikini í heimligu kappingini ikki hava verið tey somu tvey tey seinastu árini, sum tað var í 1995.

­ Trupulleikin hjá mær seinastu tvey kappingarárini hevur verið, at eg havi ikki verið í toppformi. Eg havi manglað júst tað síðsta sum skal til fyri at gera seg galdandi, og tað er fyri ein stóran part komið av, at eg havi havt nógvar smáar skaðar, sigur Súni Fríði Johannesen.

­ Í fjør hevði eg fleiri steðgir, tí eg var skaddur, og tað ger, at eg ongantíð fekk tað skarpheitina, sum skal til, skalt tú gera nógv mál. Eg vóni, at eg kann sleppa undan skæðum í ár, tí geri eg tað, kann eg koma í toppform, og so kann eg aftur stíla eftir landsliðnum.

Higartil hevur Súni Fríði Johannesen spælt tvær ferðir á landsliðnum, og báðir dystirnir hava verið vinardystir. Fyrru ferð var móti Noregi í 1993, tá hann kom á vøllin seinasta hálva tíman, og seinnu ferð var móti Íslandi í 1995, tá hann spældi í ein tíma, áðrenn hann varð útskiftur.



HB stílar sum altíð eftir meistaraheitinum í komandi kappingarárið, og eftir at teir í ár noyddst at lata seg noyða við næstfremsta plássið í deildini, eftir B36, sum fór við gullinum, eru teir í HB meiri svangir enn nakrantíð eftir gullinum.

HB hevur fingið sær útlendskan venjara, og aðalfundurin hevur júst samtykt, at felagið skal seta pengar í partafelag, sum skal reka 1. deildarhópin.

Hetta er alt stig á leiðini í at gerast føroyameistari aftur og framhaldandi at tryggja felagnum pláss millum tey størstu feløgini í landinum.

­ Eg kenni lítið til ætlaninar hjá HB við komandi kappingarárið, tí alt er so nýtt, men tað er heilt greitt, at felagið stílar høgt, sigur Súni Fríði Johannesen.

­ Tú hevur sjálvandi stórt trýst á tær, tá tú ert álopsspælari í HB, men møguleikin fyri at vinna okkurt er ivaleyst størri í HB enn í nógvum øðrum feløgum, og tað tiltalar meg eisini.

Síðst í januar mánaði fer Súni Fríði Johannesen undir venjingina i nýggja felagnum hjá sær.