«Visión 2015«: Føroyingar mest dálkandi fólkaslag í heiminum

Bogi Hansen
Velbastaður 15. august 2005

Á Ólavsøku avdúkaði Løgmaður endiliga visiónirnar hjá Landsstýrinum, sum graml hevur verið um nú eina tíð. Har eru nógvar góðar visiónir og spennandi ætlanir; men eini visión hevur Landsstýrið slept: At taka meðábyrgd fyri at varðveita knøttin sum eitt gott stað fyri tí, sum á honum livir, og fyri komandi ættarliðum.
Sum flest øll munnu vita, eru Føroyar millum tey lond, sum útleiða mest av koldioxidi (koltvíiltu) í mun til fólkatalið. Koldioxid fer út í luftina, tá vit brenna olju í elframleiðslu, oljufýringum, bilum, skipum o.s.fr., og hetta ávirkar veðurlagið á havi og landi um allan knøttin. Tey seinastu 50 árini hevur hetta broytt veðurlagið á jørðini, og tað fer bara at versna ta komandi øldina. Ongin ivi er um, at hetta er tann álvarsligasta náttúrudálkingin í heimshøpi, og her liggja Føroyar altso ógvuliga nær einum fyrstaplássi.
Tí kundi tú kanska væntað, at Landsstýrið eisini hevði eina visión um, hvussu vit loysa tann trupulleikan; men so var ikki. Á Ólavsøku í fjør segði sami løgmaður m.a.: »Samgongan er samd um, at umráðandi er at verja og varðveita umhvørvið, ikki bara fyri okkara egnu skyld, men eisini tí at tað er okkara skylda mótvegis okkara eftirkomarum og umheiminum.« Og: »Stavnhaldið má vera, at vit seta okkum sum mál at nýta altjóða krøv á umhvørvisøkinum. Eisini mugu vit tryggja okkara áhugamál á økjum, har altjóða sáttmálar verða gjørdir, og gera okkum greitt, at slíkir sáttmálar áleggja okkum skyldur, ið skulu haldast her á landi.« Men nakað tílíkt slapp altso ikki við í »visiónina«.
Nú hava vit í áravís hoyrt skiftandi samgongur og skiftandi landsstýri siga nakað somu søgu: «Áðrenn vit binda okkum til nakran sáttmála, má málið kannast til botns«; men lítið hevur verið kannað. Føroyskir politikarar í øllum litum tykjast samdir um, at hetta málið er ov trupult, og best er at lata sum einki. So kanska Løgmaður helt tað vera ov pínligt einaferð aftrat at tosa uttanum. Kanska helt hann tað vera best at siga sum minst. Og í veruleikanum verður málið ivaleyst avgreitt av sær sjálvum uttan nakað roks. Tí Landsstýrið fer at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk, segði Løgmaður, og orka í Føroyum kemur næstan øll frá olju. So tá tú hevur avgjørt orkupolitikkin, tá hevur tú eisini avgjørt dálkingarpolitikkin.
So kundi tú kanska vónað, at dálkingartrupulleikin var tikin við í orkupolitikkinum; men tann, sum hoyrdi landsstýrismannin í orkumálum umrøða hetta í Tinginum í vetur, man helst hava mist ta vónina. Hann hevði sæð eina sjónvarpssending, sum segði, at einki hald er í tosinum um veðurlagsbroytingar, og henni trúgva hann og Landsstýrið eftir øllum at døma meiri enn sakkunnleikanum.
Tú kundi eisini vónað, at onkur fór at hugsa um framtíðarbúskapin hjá okkum, nú talan hevur verið um at leggja ikki bara rækjuflotan, men eisini onnur skip, tí at oljan er dýrkað so nógv. Upp á langt sikt verður oljan bara dýrari, og lond, sum ikki tillaga samfelag og vinnulív til at krevja minni orku, verða taparar. Men orku- og umhvørvis- »guruin« hjá Landsstýrinum hevur mett, at oljuprísurin helst fer at halda sær undir 25 dollarum fyri tunnuna fram til 2020 (Lomborg, 2001 s. 122), so Landsstýrið vónar eftir øllum at døma, at trupulleikarnir ikki vísa seg, fyrr enn «visiónin« er av.
Og sjálvandi: Um endamálið við »visiónini« er, at Føroyar í 2015 skulu verða »fremst« á so nógvum økjum sum møguligt, so hevur Landsstýrið kanska valt ta lættastu loysnina. Tí, sjálvt um «visión 2015« hevur nógvar góðar ætlanir, sum kundu gjørt Føroyar millum framkomnastu lond, so verða tær flestu teirra torførar at seta í verk. Men hvat dálking viðvíkur, skuldi væl borið til. Vit liggja longu ógvuliga frammarlaga á dálkingarøkinum. Tað er bara at halda áfram á somu leið, so verða Føroyar óivað »fremsta« dálkingartjóð. Vit verða mest dálkandi land í mun til fólkatalið, kanska longu í 2015. Í seinna enda fáa vit helst eina dýra rokning; men vit munnu øll vóna saman við Landsstýrinum, at tað ikki verður tey fyrstu valskeiðini.