Hin 27. desember, sum er millum jól og nýggjárs, verður ársaðalfundurin hjá Føroya Skipara-og Navigatørfelag á Hotel Hilton Garden Inn. Byrjað verður við morgunmati við innskriving klokkan 09.
Klokkan 19 sama kvøld verður 130 ára veitsla hjá Føroya elsta fakfelag, sum nevniliga er Føroya Skipara -og Navigatørfelag, og veitslan verður eisini á Hotel Hilton Garden Inn.
- Veitslan er fyri limum við maka, og freistin at melda seg til veitsluna er hin 25. november 2025. Kostnaðurin er 300 krónur fyri hvønn, sum skal flytast á konto í Føroya Banka.
Sambært heimasíðu felagsins - www.fsn.fo - verður forrætturin toskur við chimmichuri, tomatum og persillurótskremi, og høvuðsrætturin verður braisseraður oksatjúkkambur, pommes pure, graskar og gremolata.
Omaná verður sjálvsagt ein góð dessert, og seinni um náttina verður eisini høsnarungasuppa við flutes, sigur felagið.
Men, hóast fólk - bæði limir og makar - sjálvi mugu gjalda 300 krónur hvør fyri veitsluna, er líkt til, at væl fæst fyri pengarnar, tí íroknað prísin er eitt nú vín, øl, sodvatn - og annars frí barr við øli, víni og útvaldum sjussum.
##med2##
Borðstjóri á ársveitsluni hjá Skipara-og Navigatørfelagnum verður Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, sum eisini fer at undirhalda undir borðhaldinum, og tað verður Sommerson Band, sum fer at leiða veitslugestirnar gjøgnum borðsangin, og seinni fer sami bólkur at spæla til dans.
Vit kunnu leggja aftrat, at Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, verður gestarøðari við borðhaldið.
Ella - sagt við øðrum oðum: Ein rimmar 130-ára veitsla, sum ikki er ókeypis fyri limir við makum, men her fæst eftir øllum at døma nógv fyri pengarnar.












