Seinastu árini eru stórar broytingar hendar í fiskivinnuni á landi í Føroyum.
Forskjótingarnar eru so at siga allastaðni.
Men størstu tapararnir í kappingini um fiskin hava verið suðuroyingar.
Í hvussu so er av teimum gomlu, stóru fiskivinnuplássunum.
Teir fyrstu átta mánirnar í ár avreiddu føroysk skip bara 6.970 tons í Suðuroynni. Men sama tíðarskeið í fjør vórðu 11.238 tons avreidd í Suðuroy.
Tvs, at minkingin í higartil í ár eru uppá heili 38%, afturímóti í fjør.
Í 1993 vórðu 20.502 tons avreidd í Suðuroy.
Av teimum stóru fiskivinnuøkjunum hevur eitt øki, sum verið nevnt Megineysturoy verið tann stóri vinnarin.
Tað er øll Eysturoyggin, uttan Eiði, Gjógv, Funningur og bygdirnar í Sundalagnum frá Oyri og Norðureftir.
Bygdirnar í Eysturoy, sum eru eftir, eru taldar uppí tað økið sum eitur Sundalagið
Í Megineysturoy vórðu 16.434 tons avreidd teir fyrstu átta mánaðirnar í ár. Tað eru heili 4.948 tons fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, tá ið 11.506 tons komu uppá land har. Talan er um ein vøkstur uppá 43%.
Tað er tó langt upp á 27.044 tonsini, sum vórðu avreidd í Megineysturoy í 1992
Í Klaksvík hevur ein lítil minking uppá 3% verið.
Størsta minkingin í % hevur verið Vágoy, har 2.054 tons komu uppá land fyrstu átta mánaðirnar í ár, afturímóti 4.015 tonsum somu tíðina í fjør.
Hinvegin kunnu sandoyingar fegnast um tað størstu framgongdina í %. Teir fyrstu átta mánaðirnar í ár vóru 890 tons avreidd í Sandoynni, somu tíð í fjør var talan um 383 tons. Hetta er ein framgongd uppá 132%.
Uppboðssølan tók ímóti 23.723 tonsum átta teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Somu tíð í ár tók hon ímóti 25. 170 tonsmum.
Tað eru 6% meiri.
Línan vaks mest
Tað eru enn partrolararnir, sum avreiða mest í Føroyum.
Men størsti vøksturin hevur verið hjá línubátunum, sum nú fiska meiri enn lemmatrolararnir.
Línubátarnir avreiddu 20.687 tons í Føroyum teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, men somu tíð í fjør avreiddu teir 11.785 tons.
Tað er ein vøkstur uppá 76%.
Frá januar til august í ár avreiddu partrolararnir 22.087 tons í Føroyum, somu tíð í fjør avreiddu teir 23.651 tons. Teirra partur er minkaður 4%.
Og lemmatrolararnir avreiddu 15.039 tons í Føroyum frá januar til august í ár og tað eru góð 500 tons færri enn teir fyrstu átta mánaðirnar í fjør.
Talan er um 3% minni.
Hjá snellubátunum hevur eisini gingið illa.
Teir avreiddu 9.223 tons átta teir fyrstu mánaðirnar í ár. Tað eru 45% meiri enn somnu tíð í ár, tí nú hava teir avreitt 5.074 tons.
Og hjá garnabátunum er talan um eina minking uppá 16%, frá 2.597 tonsum teir fyrstu átta mánaðirnar í fjør, til 2.178 tons í ár.
Fingu 467 milliónir
Tilsamans fingu bátarnir 388 milliónir fyri tað, teir avreiddu fyrstu átta mánaðirnar í fjør.
Teir fingu 467 milliónir fyri tað, teir hava avreitt higartil í ár.
Talan er um ein vøkstur uppá 20%.
Alt 1996 var avreiðingarvirðið 572 milliónir.
Alt 1992 var virðið á tí, sum føroysk skip avreiddu í Føroum ikki meiri enn 539 milliónir.