fyri Tórshavnar Kommunu, enn tað er nú. Tekin eru um, at stígur er við at koma í búskapin. Samstundis verður tosað nógv um at gera eina kommunala útjavning, har vandi er fyri, at Tórshavnar Kommuna missur [...] íløgupolitikkurin er og tað sær Karsten Hansen eisini og tí er tað sjálvur meirilutin í býráðnum, sum gevur landssýrismanninum í fíggjarmálum reipið, sum hann ætlar at hongja kommununa í. -Tað er ongin ivi um [...] andstøðuni í býráðnum. Hann sigur, at fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráð er so ábyrgdarleysur, at um nøkur heilt fá ár er tað ovurstórur vandi fyri, at havnarfólk eru blivin størstu skuldarreyvar í
Spurningurin er nú, um vit royna at fara eitt sindur afturum, hvat ið tað veruliga er, sum tjóðveldismenn svara uppá, og hvat teir halda vera høvuðsproblemið í føroyska samfelagnum? Ikki-eksisterandi [...] sjáldan kemur tú djúpari ella longri, líkamikið hvat tú spyrst um. Eru Føroyar eitt hjáland? Har til er svarið stutt og greitt nei! Sjálvt orðið ?hjáland? er í grundini eisini ein misskiljing. Tað verður [...] arrogantari fyrisiting). Yvirharradømi er eisini eitt skeivt hugtak at brúka í hesum sambandi. Hetta er eitt reint propagandaorð. Danska Ríkið, sum Føroyar eru ein partur av, er eitt vælútviklað demokrati, við
at er olja at finna, ger tað næstan tað sama, hvat oljuhavnin liggur, tí tá verður nóg mikið at gera til allar hendur í Føroyum. Tað, sum er meiri umráðandi, er, hvat oljufeløgini sjálvi siga. Er Suðuroggin [...] sum møttu. Síðani eru næstan15 limir komnir afturat so nú er limatalið næstan 50. Sostatt er tað bara hendinga fyritøka á Tvøroyri, sum ikki er limur í felagnum. Enn eru bara vinnurekandi limir í felagnum [...] eisini melda seg inn. Limagjaldið er 1.500 krónur um árið fyri einstaklingar. Eru 2-5 starvsfólk í eini fyritøku, er limagjaldið 3.000 krónur um árið og fyri størri fyritøkur er tað 5.000 krónur um árið. Brynja
bankarnar. Eg haldi hetta er rætt og kann heldur ikki vera øðrvísi. Fíggingargrunnurin er annars partur av tí sakarmáli, sum er millum stjórnina og Den Danske Banke. Hetta er so eitt mál, sum nýggja nevndin [...] sum eisini hevur verið ráðharri í Danmark, hvat hann heldur um orðaskiftið um ríkisfelagsskap og fullveldi. -Tað er ilt hjá mær at meta um. Tað er í hvussu er týdningarmikið at fáa gjølla lýst, hvørjar [...] at tað er við sorgblídnu, at hann gevst nú, tí honum hevur dámt hetta arbeiðið. -Hinvegin er tað heilt náttúrligt, at nevndin í Fíggingargrunninum nú verður vald av føroyingum aleina, nú tað er ein partur
Føroyum, er tann, sum prentar mest, hvussu verður har? Meiningin er helst eisini, at bløðini skulu sleppa undan at gjalda MVG, so at politikarar ikki missa sína egnu rødd, ella hvat? Og hvussu er við at [...] tí sum sagt verður: Hetta er ein beinleiðis stuðul til bókasøluna umvegis meirvirðis-gjaldslógina, sum ikki er ætlað at vera ein stuðuls-lóg. Tað kann væl vera. Men helst er tað tí, at punktavgjøldini [...] heldur ikki hongur saman. Gamalt var at siga, at vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger, men tá høgra ikki veit, hvat høgra ger, er tíðin komin til at endurskáa seg sjálvan. Hesir somu menn, sum nú hava
ikki. Trygdargeirin sunnanfyri er 150, men norðanfyri er neyðugt at flyta flestu bygningar fyri at fáa geirar so víðan. Kostnaðurin av hesum er ikki við í tí útbygging, sum er upp á tal, og tí fer ICAO framvegis [...] Kann tað hugsast, at ikki alt er lagt á borðið viðvíkjandi tí útbygging, landsstýrið viðmælir at gera á verandi flogvøll? Eitt hava vit í hvussu so er hoyrt lítið um, og tað er trygdargeirin. Av tí at tr [...] trygdargeira, sum er 75 m norðarumegin, og seta krøv um at flogførini ikki hava so nógva frakt og ferðafólk, sum tey annars kundu havt. Ein annar spurningur er, um nakar valmøguleiki er. Fyri nøkrum árum
Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so. Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum [...] Nú er greitt, at tað verður Suni Johansen úr Sandavági, sum skal vera óhefti maðurin á vøllinum, tá GÍ og HB komandi sunnudag klokkan 15 fara at spæla finaluna í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli [...] eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum. Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar
innflutt er fyri. Hagstovan sigur, at orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014, er, at útflutningurin er vaksin, samstundis sum at innflutningurin er minkaður. Hvat útflutningi viðvíkur, er tað [...] milliardir krónur og tað er ein hálv milliard meir enn í 2013. Tilsamans vaks útflutningurin 174 milliónir krónur í fjør. Hvat innflutningi viðvíkur, er tað innflutningurin av skipum, sum er nógv minkaður, úr [...] Handilsjavnin, er munurin á útflutningi og innflutningi av vørum. Her verður hugsa um útflutning og innflutning í peningaligum virðum. Tá ið avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira
Tað, sum Flemming Mikkelsen vil hava at vita, er í fyrru atløgu um farið er undir kanningina at vita, hvat skal gerast við vegin. Og um kanningin ikki er sett í verk, vil hann hava at vita, nær hon verður [...] skrivligar fyrispurningar í tinginum um hendan landsvegin, sum er tann ringasti í landinum, í hvussu so er tá ið hugsað verður um hvussu nógv ferðsla er eftir honum hvønn dag. Á tingfundi í dag skal tingið atkvøða [...] fíggjarliga støðan er. Kortini er 1 mió.kr. settar av á fíggjarlógini í ár, har m.a. verður sagt í viðmerkingunum, at vegastrekkið Øravík-Hov treingir til ábøtur. Tí verður kannað, um tað er ráðiligt at byggja
broytingum o.s.fr. Er ein, sum er ímóti fullveldi so ábyrgdarloysingur og hervið ein, sum gevur øðrum skyldina? Tað hugsi eg er skeivt, og beinleiðis ein vreingjan av veruleikanum. Hetta er eisini ein lemjandi [...] fullveldisætlanini hjá samgonguni. Tað er rætt, at rákið er við fullveldinum, men dirvi skal til at standa ímóti, sigur Jóannes Eidesgaard. Upplýsandi tiltak Er trupulleikin kanska, at Javnaðarflokkurin [...] orðaskiftið í løtuni er ov eintáttað. Vit velja at ganga treisku, tungu leiðina at bera okkara boðskap fram. Tað er okkara skylda at greiða fólki frá vandamálum í fullveldisætlanini, og hvat vit velja at seta