Farið inn í framtíðina við opnum eygum

-Eg vildi trúð, at eitt modell, sum kundi víst seg at vera skilagott, var ein útviklingur yvir nøkur ár, har tit hava ein vøkstur í búskapinum, og har ein partur av tí vøkstri stigvíst fer til at minka um blokkin sigur Knud Heinesen, sum nú fer frá sum formaður í Fíggingargrunninum um ynskið hjá føroyingum at fáa fullveldi ella meira sjálvstýri. Sjálvur sær hann helst, at Føroyar framhaldandi eru við í ríkisfelagsskapinum. -Hvat enn føroyingar gera er tað umráðandi at kanna avleiðingarnar av broytingum, soleiðis at ein fer inn í ein útvikling við opnum eygum

Jan Müller


Nevndin í Fíggingargrunninum hevði fund í Havn í farnu viku. Fundur var eisini við løgmann um tað uppskotið til viðtøkur fyri nýggju nevndina í Fíggingargrunninum, sum landsstýrið hevur gjørt. Núverandi nevndin skal góðkenna hesar viðtøkur fyri at skapa eitt nýtt grundarlag at koma víðari og fyri at kunna velja nýggju nevndina. Lagt er upp til, at landsstýrið skal velja nýggju nevndina innan 1. januar.

Knud Heinesen, fráfarandi formaður í Fíggingargrunninum sigur við Sosialin, at teir á fundinum á Hafnia góðkendu hesar viðtøkur.

Á fundinum varð eisini gjørd ein frágreiðing fyri alt hetta árið. Eftir fundin var døgurði fyri nevndarimunum í Fíggingargrunninum, løgmanni, umboðum fyri bankan og øðrum.


Frá við sorgblídni

Knud Heinesen hevur verið formaður í grunninum, síðani Richard Michelsen, fyrrverandi tjóðbankastjóri fór frá. Hann sigur, at tað er við sorgblídnu, at hann gevst nú, tí honum hevur dámt hetta arbeiðið.

-Hinvegin er tað heilt náttúrligt, at nevndin í Fíggingargrunninum nú verður vald av føroyingum aleina, nú tað er ein partur av avtaluni við donsku stjórnina, sum gjørdist ein endi á tí kapitalinnspræning, sum kom í føroysku bankarnar. Eg haldi hetta er rætt og kann heldur ikki vera øðrvísi.

Fíggingargrunnurin er annars partur av tí sakarmáli, sum er millum stjórnina og Den Danske Banke.

Hetta er so eitt mál, sum nýggja nevndin í bankanum skal arbeiða víðari við. Fíggingargrunnurin og landsstýrið hava stevnt Den Danske Bank og tað provenu, sum kann koma burtur úr slíkari rættarsak, skal fara til statskassan, nú tað longu er goldin endurgjald til landsstýrið.

Í dag fellur ein dómur í hesi sak. Tað er um hvørvítt Grønborgfrágreiðingin kann brúkast sum partur av próvførsluni í sakarmálinum. Den Danske Bank heldur tað er ikki rætt at loyva brúk av hesi frágreiðingini, men hin parturin heldur hana vera eitt týðandi skjal.


Stór framstig

-Nú tú sær aftur í tíðina og støðuna í dag, hvat hevur tú at siga?

-Tað eru hend nógv framstig í føroyska búskapinum bæði í fiskivinnuni og í Føroya Banka, sum vit hava við at gera. Góða úrslitið hevur gjørt, at tað hevur verið møguligt at lata støðugt størri upphæddir frá bankanum til landsstýrið. Og tað vóna vit eisini verður støðan hjá nýggju nevndini hvat viðvíkur 98.

Knud Heinesen vil ikki koma við nøkrum boð uppá, nær tað er skilagott at privatisera bankan. Hetta er ein politiskur spurningur. Og hetta kann bert lata seg gera stigvíst. Ein kann siga, at tað er rætt at privatisera bankan, tá tað gongur væl, og ikki tá tað gongur illa.

-Hevur bankin gjørt eitt gott arbeiði?

-Eg haldi, at bankin hevur gjørt eitt bæði professionelt og gott arbeiði, sum vit í Fíggingargrunninum hava verið væl nøgdir við.

-Nú vit síggja, at danska ávirkanin í Føroyum verður minni og minni, sær tú so eisini fyri tær, at danski bankastjórin fer úr Føroyum í næstu framtíð?

-Jørn Astrup Hansen hevur ein sáttmála, og tað er eitt mál millum hann og nevndina. Eg havi ikki varhugan av, at nakað verður broytt har. Tað hevði verið náttúrligt, at Astrup til sína tíð, tá sáttmálin gongur út, verður avloystur av einum føroyskum bankastjóra. Tað verður um eini fimm ár minnist meg rætt.

Knud Heinesen sigur seg vera nøgdan við Jørn Astrup Hansen og bankaleiðsluna annars. -Vit hava ikki havt orsøk til at koma við atfinningum móti hansara arbeiði. Sum professinellur bankamaður halda vit í nevndini, at hann hevur gjørt eitt rættiliga gott arbeiði.


Fullveldi ol.

Vit spurdu Knud Heinesen, sum hevur føroyskar røtur og sum eisini hevur verið ráðharri í Danmark, hvat hann heldur um orðaskiftið um ríkisfelagsskap og fullveldi.

-Tað er ilt hjá mær at meta um. Tað er í hvussu er týdningarmikið at fáa gjølla lýst, hvørjar avleiðingarnar verða av einum fullveldi ella størri sjálvstýri, soleiðis at ein kann fara inn í ein nýggjan útvikling við opnum eygum.

-Men sær tú fegin, at Føroyar framhaldandi eru í ríkisfelagsskapi?

-Tað er greitt við tí støðutakan eg havi til Føroyar. Men eg dugi eisini at síggja ein tørv á nútímansgerð av statsrættligu støðuni í mun til ta núverandi heimastýrislógina. Tað er heilt eyðsæð.

-Føroyar sum suverenur statur?

-Hvat skilur man við tí?

-Tað er m.a. egna grundlóg, egna stjórn, egið umboð í ST osfr.

-Eg haldi, at hetta meira er meira ein spurningur, um ein kann klára tað búskaparliga.

-Heldur tú við tíni vitan um Føroyar og føroyingar, at tað ber til?

-Eg vildi trúð, at eitt modell, sum kundi víst seg at vera skilagott var ein útviklingur yvir nøkur ár, har tit hava ein vøkstur í búskapinum, og har ein partur av tí vøkstri stigvíst fer til at minka um blokkin.

-Men landsstýrið vil fyrst taka politiskt sjálvræði!

-Tað haldi eg ikki, at eg skal leggja meg út í. Eg haldi eisini, at eg eri ov langt frá Føroyum til at hava eina føling við tí.