Bíligari lesilampur, dýrari bøkur

   

Oddfríður Marni Rasmussen
rithøvundur
????????????


Herfyri skrivaði Kim Simonsen grein um nøgdina av bókum, og um yvirhøvur nakar kvalitetur er í rúgvuni av bókum, sum verða givnar út á hvørjum ári í Føroyum. Hetta endaði, sum alt annað kjak, við, at persónar fóru at skjóta við skørpum eftir hvørjum øðrum, í staðin fyri at við-gera kjarnuna í evninum, og hon er um vit heldur áttu at satsa uppá at givið fáar betri bøkur út, heldur enn nógvar hálvvánaligar bøk-ur.
Týsdagin 7.september bórust tíðindini um, at Fíggjarmálaráðið enn einaferð hevur fingið eitt herindi av neringsorg. Hesaferð hava teir ligið vaknir, tí at bókamarknaðinum ikki hevur goldið MVG til landskassan. Teir hava sett ein arbeiðsbólk at endurskáa MVG-lógina, tí sum sagt verður: Hetta er ein beinleiðis stuðul til bókasøluna umvegis meirvirðis-gjaldslógina, sum ikki er ætlað at vera ein stuðuls-lóg.
Tað kann væl vera. Men helst er tað tí, at punktavgjøldini skulu avtakast á summum vørum, og tí vilja teir gjarna hava pengar inn onkran annan veg. Bíligari lesilampur, dýrari bøkur, ella okkurt sovorðið, sum heldur ikki hongur saman.
Gamalt var at siga, at vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger, men tá høgra ikki veit, hvat høgra ger, er tíðin komin til at endurskáa seg sjálvan. Hesir somu menn, sum nú hava í hyggju at senda bóka-marknaðin eini fimmti ár aftur eftir hali, eru teir somu, sum ætla at stuðla alivinnuni og rakivinnuni úr sínari neringsorg.
Eg haldi ikki, at tey úti í Royal Albert Hall hava hugsað seg um, tá ið tey ætla at seta 25% í meirvirðisgjaldi á bøkurnar. Hjá teimum sýnist hetta bert sum eitt tal av mongum tølum, ella talið hesa vikuna, um eg kann loyva mær at siga so, men myndin er ikki so einkult.
Tað hevur stóran týdning, at vit geva fólkinum bøkur at lesa. Tað hevur alstóran týdning, at vit geva ung-dóminum bøkur at lesa og menna teirra áhuga fyri tí heimi, sum verður lýstur í bókunum. Bøkur eru so-leiðis háttaðar, at lesarin sjálvur verður noyddur at gera sær eina mynd av tí sum fer fram, er noyddur at hugsa og taka eina støðu. Bøkur eiga ikki at vera undirhald av lættisoppaættini úr USA, har tú bara skal lena teg afturá og svølgja alt rátt. Bøkur eiga at seta spurningar, eiga at menna tankagongdina hjá lesaranum, eiga at birta upp undir kjak um bæði hetta og hatta.
Allastaðnis í bókavinnuni er peningatrot. Rithøv-undum mangla pening. Forløgini mangla pening (bæði almenn og privat). Prentarar eru heldur ikki ríkir. Bøkasølurnar gerast ikki ríkar av at selja føroyskar bøkur. Øll hava brúk fyri peningi fyri at fáa hjólini at mala rætta vegin, óansæð um bøkurnar eru stuðlaðar ella MVG-fríar. Kallið barnið sum tit vilja. Tað føroyska málið er ikki eitt heimsmál og verður tað ongantíð, so um bókamarknaðurin her heima skal yvirliva alt sum kemur úr útlondum, er neyðugt at hugsa um hvussu vit kunnu menna føroyskt mál gjøgnum millum annað bøkur á føroyskum.
Aftur til fíggjarvánirnar fyri føroyska bókaheimin. Siga vit, at hesin ólukku arbeiðsbólkur í Fíggjarmálaráðnum fær sítt ígjøg-num og bøkurnar gerast 25% dýrari, hvussu so við skúlunum? Onkur má játta meira pening til at keypa skúlabøkur fyri. Politiska skipanin í Føroyum, er tann, sum prentar mest, hvussu verður har? Meiningin er helst eisini, at bløðini skulu sleppa undan at gjalda MVG, so at politikarar ikki missa sína egnu rødd, ella hvat? Og hvussu er við atgongumerkjum til fótbóltsdystir v.m? Hvussu við Bíbliuni? Hetta sum er ikki eitt herindi av øvundskjúku. Øll eiga at vera líka fyri lógini. Ikki Sannheit?
Um so er, at meirvirðis-gjaldið ikki skal virka sum ein stuðul, og tí má setast á bøkurnar, jamen, so noyð-ast bøkurnar at fáa stuðulin aðrastaðnis frá. Teir møguleikarnir eru fáir. Mentunnargrunnur Landsins er ein. Fjølrit er ein annar møguleiki, og so er tað sagt. Hækkingin til Mentunnargrunn Landsins varð ikki játtað, helst tí at onkur moli ella vegastubbi skuldi leingjast. Hugsaðu teir seg um eitt sindur, var ein møguleiki at hækka grunnin við tí skattinum, sum listafólkini gjalda av starvslønunum tey fáa at arbeiða fyri. Í lógini um upphavsrættin er nógv, sum kann geva lístafólkum pengar. Heldur ikki her vita politikararnir hvat, skal gerast ? um lógin skal yvirtakast ella hon framvegis skal vera á donskum hondum. Tað verður sjón-ligari, at ongin dugir at hugsa um meir enn eitt tal í senn. Tá ið vit, sum fáast við at skriva bøkur halda fyrilestrar um føroyskan skaldskap, kunnu vit við stoltleika siga dønum, (serliga) at vit ikki gjalda MVG av bókum, og so keypa teir bøkur í Føroyum.
Tað er tó hugaligt at hoyra Jógvan á Lakjuni, maðurin, sum eigur at út-tala seg rætt hesum viðvíkjandi, siga, at bókaheimurin verur fyri stórum bakkasti um meirvirðisgjald verður lagt á bøkurnar. Kanska ein glotti er.