­ Eingin einfaldur boðskapur at seta upp móti fullveldisrákinum

­ Trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er, at vit eru bundin av ábyrgdarkenslu. Vit vilja ikki blaka fólkið út í óvissu. Rákið er fyri fullveldinum, og tað krevur dirvi at standa ímóti, sigur formaðurin, sum ikki vil kennast við myndina at vera ein teirra, sum ikki torir at taka avbjóðingar

­ Eg eri ikki samdur við Turið. D. Hentze, tá hon lýsir andstøðuna mótvegis fullveldisætlanini sum tørvandi sjálvræði, at vit ikki tora, eru bangin fyri broytingum o.s.fr.

­ Er ein, sum er ímóti fullveldi so ábyrgdarloysingur og hervið ein, sum gevur øðrum skyldina?

­ Tað hugsi eg er skeivt, og beinleiðis ein vreingjan av veruleikanum. Hetta er eisini ein lemjandi dómur, sum ikki tekur við søguliga avrikini, sum Javnaðarflokkurin hevur verið við til at fremja í føroyskum politikki, Jóannes Eidesgaard.


Loysnin fer at líkjast okkara uppskoti

Hann hevur kortini ikki mist mótið, og er rættilga sannførdur um, at tá samanum kemur, og vit koma til eina loysn í fullveldismálinum, so fer hon at liggja ótrúliga nær uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um sjálvstýrislóg.

­ Í 1991 skrivaðu Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin undir samgonguskjal, sum segði, at vit skuldu fáa eina sjálvstýrislóg upp at standa. Tað undrar meg, um Fólkaflokkurin ikki enn minnist, hvat stóð í tí skjalinum, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann vísir aftur pástandin um at Javnaðarflokkurin ikki torir fullveldi, við at siga, at trupulleikin hjá Javnaðarflokkinum er, at hann bundin av ábyrgdarkenslu, og vil ikki kasta fólkið úr í óvissuna, av fullveldisætlanini hjá samgonguni.

­ Tað er rætt, at rákið er við fullveldinum, men dirvi skal til at standa ímóti, sigur Jóannes Eidesgaard.


Upplýsandi tiltak

­ Er trupulleikin kanska, at Javnaðarflokkurin ikki hevur megnað at borið sín boðskap so einfalt fram, sum t.d. samgongan ger í hesum máli?

­ Tað hugsi eg ikki er so einfalt. Innihaldið í okkara boðskapi kann bert ikki seljast við fáum orðum, hóast hann er rættur, sigur Jóannes og lýsir hetta við døminum um einføldu herrópini hjá Hitler fyri seinna heimsbarda. Tann boðskapurin var eisini einfalduri, men hann tænti ikki mannaættini, uttan tó at eg vil samanbera hann við herrópini um fullveldi.


Ov týðandi mál at lýsa ivð fáum orðum

­ Tað er rætt, at Tjóðveldisflokkurin hevur einfaldan boðskap, men alt sum stríðir ímóti hesum, krevur fleiri orð, tí málið er so týðandi fyri framtíð okkara, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir á, at flokkurin greitt hevur sagt, hvat hann vil á tingsins røðarapalli, men at fólk skiltu tað ikki.

Formaðurin ótolnast alt meira, tá sagt verður, at Javnaðarflokkurin er tvørur og ikki vil geva seg. Tað sæst í greinum hvønn dag í bløðunum, sum viðhaldsfólkini fyri fullveldisætlanini skriva.


Ósakligt orðaskifti

Hann skilir væl, at javnaðarfólk ikki hætta sær út í hetta orðaskiftið, av tí at tað er so ósaktigt.

Tí hevur Javnaðarflokkurin gjørt av at gera nakað ítøkiligt, fyri at fáa sína hugsan út til fólkið.

­ Vit fara í næstum at geva ein út ein faldara, sum verður sendur út til øll húsarhald í Føroyum. Hesin lýsir okkara støðu til málið, og hvat vit vilja gera frameftir. Síðani verður skipað fyri fundarrøð kring landið, har vit fara at greiða fólki frá okkara sjónarmiðum, sigur Jóannes Eidesgaard.


Vónsvikin av Tjóðveldisflokkinum

Hann er ikki sørt vónsvikin av at Tjóðveldisflokkurin áhaldandi førir fram, at Javnaðarflokkurin er tvørur og setir seg uttan fyri í fullveldismálinum.

Hann vísir á konstruktiva vilja til samstarv, tá eitt nú Javnaðarflokkurin valdi Høgna Hoydal til samráðingarleiðara eftir valið, tí flokkurin metti, at hesir báðir flokkar høvdu somu áhugamál á búskaparliga økinum eins væl á á sjálvstýrisleiðini, men hesum áliti vísti Høgni Hoydal aftur, við at kasta saman við núverandi samgongu.

­ Tað var eitt vónbrot fyri okkum, tí vit hugsaðu sum so aftaná valið, at Javnaðarflokkurin sum næststørsti flokkur, við 6,6 pst. framgongd í atkvøðum, saman við Tjóðveldisflokkinum kundi gera broytingar á ríkisrættarligu støðuni, og at tað kundi gerast yvir eitt fýra ára skeið soleiðis, at pláss eisini var fyri at taka sær av øðrum samfelagsmálum, sum krevja viðgerð.

­ Nú sigur Høgni Hoydal, at Javnaðarflokkurin er firtin og vil ikki samstarva, men hann sigur ikki, at vit eru settir uttanfyri, og heldur ikki, at vit hava víst á konstruktivt, alternativt uppskot við sjálvstýrislógini hjá Javnaðarflokkinum.

Lutaka ikki í kjakinum móti fullveldisætlanini

Jóannes Eidesgaard finnist eisini at Tjóðveldisflokkinum fyri ikki at grundgeva fyri sínum ætlanum, ella at taka lut í kjakinum, sum gongur ímóti teirra ætlanum.

Hann vísir á dømi, har Bjarni Olsen, búskaparfrøðingur, stingur hol á viðurskifti í fullveldisætlanini, so gera tjóðveldisfólkini ikki viðmerkingar ella afturvísa tí, men fara bara víðari og tosa um okkurt annað.


Vilja tað sama - undir skipaðum umstøðum

­ Javnaðarflokkurin vil at Føroyar skulu vera politiskt, fíggjarliga og umsitigarliga óheftar av Danmark, men tað skal gerast undir skipaðum umstøðum, og á slíkan hátt, at føroyingar kenna seg tryggar, at ein kollvelting ikki fer fram, áðrenn teir vita av.

­ Tí eri eg ikki samdur, tá sagt verður, at bara Tjóðveldisflokkurin vil sjálvræði. Og tað er eisini orsøkin til at vit nú fara út at tosa við fólk, og at vísa til alternativar loysnir til fullveldisuppskotið, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur tað eisini verða átrokandi at fáa í lag, tí orðaskiftið í løtuni er ov eintáttað.

­ Vit velja at ganga treisku, tungu leiðina at bera okkara boðskap fram. Tað er okkara skylda at greiða fólki frá vandamálum í fullveldisætlanini, og hvat vit velja at seta í staðin fyri ætlanina hjá samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard.