Veruleikar um flogvallarvalmøguleikar

Zakarias Wang
--

Kann tað hugsast, at ikki alt er lagt á borðið viðvíkjandi tí útbygging, landsstýrið viðmælir at gera á verandi flogvøll?
Eitt hava vit í hvussu so er hoyrt lítið um, og tað er trygdargeirin.
Av tí at trygdargeirin á verandi flogvølli bert er 75 metrar hvørju megin vøllin, hava alheims loftferðslumyndugleikar (ICAO) sett avmarkingar fyri hvussu nógv kann vera í flogførunum. Hetta kann eitt nú vera tað, at flogfør, sum kunnu hava 100 ferðandi, bert sleppa at hava 85. Útreiðslurnar av at flúgva eru tær somu, men inntøkurnar eru minni, og skjótari verður at fáa hall, sum skattgjaldararnir koma at hefta fyri.
Nú hoyra vit, at trygdargeirin skal vera 150 metrar hvørju megin vøllin, og hervið slepst burtur úr hesi spennitroyggju.
Men tað passar ikki.
Trygdargeirin sunnanfyri er 150, men norðanfyri er neyðugt at flyta flestu bygningar fyri at fáa geirar so víðan. Kostnaðurin av hesum er ikki við í tí útbygging, sum er upp á tal, og tí fer ICAO framvegis at rokna við, at hesin flogvøllur hevur ein trygdargeira, sum er 75 m norðarumegin, og seta krøv um at flogførini ikki hava so nógva frakt og ferðafólk, sum tey annars kundu havt.
Ein annar spurningur er, um nakar valmøguleiki er.
Fyri nøkrum árum síðani varð eitt uppskot gjørt um ein flogvøll í Kirkjubøhaganum. Nú vit hava fingið at vita, hvat ið byggifyritøkur vilja útbyggja verandi flogvøll fyri, ber til at nýta hesar eindarprísir fyri at síggja, hvat ið tað hevði kostað at loyst úr lagdi við hesi verkætlan.
Kostnaðurin av øllum tí, sum er uttan um flogvøllin, er tann sami í báðum førum.
Men gera vit ein 1800 metra vøll í Kirkjubøhaganum, kostar hann við eindarprísunum hjá J&K Petersen 325 milliónir krónur, og tað er við 150 metra trygdargeira báðumegin, sum lata upp fyri at vit kunnu flúgva uttan darv í mjørka og náttmyrkri. Við somu eindarprísum kundu vit har gjørt ein flogvøll, sum er 2200 metrar langur, og sum kostar 430 milliónir at gera.
Veruleikin er tí tann, at tann loysn, sum nú skal setast í verk, er alt annað enn lýtaleys, og at vit kundu fingið eina haldgóða framtíðarloysn á flogvallarmálinum fyri minni enn tað kostar at gera hesa fyrilitarleysu útbygging.