Ger havnarfólk til størstu skuldarreyvar í Føroyum

Fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráð er so ábyrgdarleysur at um fá ár er vandi fyri at havnarfólk skylda eina hálva milliard, sigur fyrrverandi borgarstjóri

Um heilt fá ár er vandi fyri, at Tórshavnar Kommunu standur við eini skuld upp á einar 500 milliónir.

Tað staðfestir Jan Christiansen, sum hevur verið borgarstjóri í Havn og sum nú stendur á odda fyri andstøðuni í býráðnum.

Hann sigur, at fíggjarpolitikkurin hjá Tórshavnar Býráð er so ábyrgdarleysur, at um nøkur heilt fá ár er tað ovurstórur vandi fyri, at havnarfólk eru blivin størstu skuldarreyvar í landinum.

Jan Christiansen kann undir ongum umstøðum taka undir við fíggjarpolitikkinum hjá meirilutanum í Tórshavnar býráð.

Hann sigur, at meirilutin í býráðnum hevur sett íløgur fyri eina heila milliard á skinnarar tey næstu árini.

Men her er bara talan um tær stóru íløgurnar í skúlar, ítróttarhentleikar, vatnverk og so framvegis.

Her eru allar tær óromantisku íløgurnar í kloakkir, vegir og gøtur, umframt íløgur í mentan, sosialmál og ansing og annað als ikki talt uppí.


Læna 100 milliónir um árið

Hann sigur, at tað er heilt týðiligt, at íløgupolitikkurin hjá meirilutanum í Tórshavnar Býráðið er bygdur á, at Kommunan skal lána einar 100 milliónir um árið, sigur gamli borgarstjórin.

- Og hetta fer fram uttan at meirilutin so frægt sum hevur gjørt eina íløguætlan tey næstu árini fyri at raðfesta, hvat skal gerast fyrst og, hvat skal bíða.

- Eg haldi, at minstamark má vera, at meirilutin hevur eina íløguætlan, tí borgarin hevur krav upp á at fáa at vita, hvørjar íløgur skulu bíða, tí tað er púra greitt, at alt kann ikki gerast ísenn.

Jan Christiansen sigur, at Tórshavnar Býráð hevur altíð havt eina langtíðar iløguætlan upp á fimm ár og eina leyðsligari ætlan fyri 10 ár.

Harumframt høvdu vit í undanfarnu setu eisini býtt játtanina sundur til hvørt øki, so at tekniska nevnd fekk at vita, hvat hon hevði at arbeiða við, mentamálanevndin fekk at vita, hvat var til taks til skúlar og annað virksemi og so víðari.

Andstøðuleiðarin í Tórshavnar sigur, at tað ongantíð hevur verið meiri átrokandi við eini íløguætlan fyri Tórshavnar Kommunu, enn tað er nú.

Tekin eru um, at stígur er við at koma í búskapin.

Samstundis verður tosað nógv um at gera eina kommunala útjavning, har vandi er fyri, at Tórshavnar Kommuna missur skattainntøkur til aðrar kommunur.

- Og samstundis hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum sett sær fyri at tálma íløgunum hjá kommununum fyri at stýra búskapinum.


Vit geva Karsten reipið

Jan Christiansen er hart ímóti almennari upp ílegging í kommunala sjálvræðið.

Men hinvegin heldur hann, at tann ábyrgdarleysi fíggjarpolitikkum hjá meirilutanum í Tórshavnar Býráð, er besta grundgevingin hjá Karsteni Hansen fyri at leggja seg út í íløgupolitikkin hjá kommununum.

- Vit síggja, hvussu ábyrgdarleysur íløgupolitikkurin er og tað sær Karsten Hansen eisini og tí er tað sjálvur meirilutin í býráðnum, sum gevur landssýrismanninum í fíggjarmálum reipið, sum hann ætlar at hongja kommununa í.

-Tað er ongin ivi um, at tað sker í eyguni á fíggjarmálaráðharranum at Tórshavnar Kommuna ger íløgur yvir evni og sleingir um seg við hundraðtals milliónum.

Hinvegin ásannar Jan Christiansen, at íløgurnar, sum eru upp á tal, eru neyðugar.

- Men tað er ábyrgdarleyst ikki at hava eina nágreiniliga ætlan fyri, nær í tær ymsu íløgurnar skulu gerast.


Binda næstu býráðini

Sjálvur heldur hann, at tað er meiri hóskandi at gera íløgur fyri 150-180 milliónir um árið.

- Men í ár er ætlanin at gera íløgur fyri yvir 250 milliónir og tað krevur eina lántøku upp á 100 milliónir

- Vit kunnu av røttum spyrja, hví vit kýttu okkum at betala skuldina niður og at gera kommununa skuldarfría, vissi vit nú aftur skulu skuldarbinda kommununa við lánum upp á 100 milliónir um ári, so at vit kanska aftur standa og skylda eina hálva milliard, áðrenn vit vita av.

-Ein avleiðing av tí er, at vit verða meiri og meiri bundin av rentuútreiðslum og tað minkar okkara virkisføri munandi.

- Ì løtuni verða tveir nýggir skúlar bygdir, sum kosta einar 180 milliónir hvør og eg haldi, at tað er burturvið at gera tvær so stórar íløgur ísett, tí tað forðar fyri øðrum íløgum.

- Samstundis førir íløgupolitikkurin við sær, at tey næstu býráðini verða bundin á hond og fót og fáa lítið og onki rásarrúm, sigur Jan Christiansen.

Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Havn, áðrenn blaðið fór til prentingar.

Íløgur næstu árini

Hetta eru so tær íløgurnar, sum Jan Christiansen sigur, at meirilutin í Býráðnum hevur sett á skinnarar tey næstu árini, uttan at nøkur sum helst íløguætlan er gjørd. Summir prísir eru kendir, men kostnaðurin fyri aðrar íløgur er ein meting hjá honum sjálvum. Her eru íløgur í kloakkir, vegir, gøtur, barnaansing, mentan, sosialmál og til at fríðka býin fyri, ikki tald upp í



Íløga milliónir


Skúlin í Hoyvík 170

Skúlin á Argjum 180

Brúgv um Sandá 50

Røktarheim 40

Vatnverk 100

Fimleikarhøll við Tórsv. 60

Ìtróttarhøllin á Hálsi 60

Rennibreyt 10

Kommunuskúlin 20

St. Frantsskúli 20

Ringvegurin 50

Tvær rrundkoyringar 10

Bátahylar 40

Læknamiðstøð 30

Umsitingarbygningur 80

Musikkskúlin 40

Tyrvingarpláss á Glyvursn. 30


Ìløgur Tilsamans: 990