Suni skal halda skil á

Unglingafinalan verður á Mølini á Eiði í kvøld

Nú er greitt, at tað verður Suni Johansen úr Sandavági, sum skal vera óhefti maðurin á vøllinum, tá GÍ og HB komandi sunnudag klokkan 15 fara at spæla finaluna í kappingini um løgmanssteypið á Tórsvølli.

Hjálpardómarar vera Jens Albert Simonsen og Hans Falkvard Hansen. 4. dómari verður Petur Reinert. Undan dystinum og í hálvleikinum fer Havnar Hornorkestur at spæla.

Í kvinnufinaluni, sum HB og KÍ fara at spæla á ovara vølli í Gundadali sunnudagin klokkan 12.30, verður Kim Ejdesgaard dómari. Hjálpardómarar verða Ólavur Weihe og Tommuy Jensen, og Regin Egholm verður 4. dómari.

Í unglingafinaluni, sum verður hóskvøldið klokkan 19.00 á Mølini á Eiði, verður Niklas á Líðarenda dómari. Hjálpardómarar verða Tummas Pauli Olsen og Jóannes Mikkelsen. Finalan verður millum HB og NSÍ.oslash;kum, at tykkara heimildir ganga út um vanliga sjómarkið og røkka heilt út á tey økini, har leitað verður eftir olju. Í Bretlandi kunnu vit kalla civilrættin saman eftir tímum, sjálvt á nátt. Eg veit ikki, hvat tit kunnu í Føroyum.

Styles ber ótta fyri, at tað verður lættari hjá Greenpeace at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar enn við Bretland, tí eru sum sagt hol í lógini, sum Green-peace hevur funnið fram til og kann brúka, so er uppá tíðina hjá føroyingum at teppa hesi holini so ella so.

Sjálvur ber hann mest ótta fyri, hvat kann henda um Greenpeace fer at spæla út við sínum ?Danmarkar korti? sum hann málber seg. Danmark hevur jú eina sterka grøna rørslu, og vit minnast, hvussu Danmark legði harðliga út saman við Greenpeace í Brent Spar málinum móti bæði Hálandi og Týskalandi.

Styles heldur út frá royndunum í Bretlandi, at føroyingar eiga at taka hóttaninar frá Greenpeace í størsta álvara - longu nú. Greenpeace-fólkini eru sera dugnalig, og áðrenn tú gáar um tað, hava tey sett seg á ein boripall, sum so einki fær gjørt. Hevur man tá ikki lóggávuna at halda seg til, so kann hetta fáa álvarsligar avleiðingar fyri leitingina.

-Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett frammaliga á skrá sína at forða fyri oljuleiting á Atlantsmótinum, eisini hevur ætlanir um at skapa trupulleikar fyri leiting við Føroyar, sum jú eru partur av Atlantsmótinum.

Tá vit spyrja Styles, hvat hann heldur um eina komandi oljuvinnu við Føroyar sigur hann, at hon sjálvandi fer at ávirka samfelagið, eitt nú við nógvum nýggjum andlitum í gøtunum.


Heldur Keypmannahavn enn London

Men hann heldur eisini, at Føroyar hava betri møguleikar at fáa ein ágóða frá hesi vinnu enn t.d. Skotland og Aberdeen, tá hugsað verður um ta vald og ávirkan ávikavist London og Keypmannahavn hava. Styles heldur Føroyar vera í eini betri støðu, og hóast Skotland nú hevur fingið sítt egna ting, so hevur tað ongan myndugleika á oljuøkinum, hann verður framhaldandi í London.

-So meðan stýrið í London ikki hevur viljað latið okkum sjálvar bestemma á oljuøkinum, hevur stýrið í Keypmannahavn verið so lagaligt at lata tykkum allan avgerðarrætt og myndugleika yvir oljuni í tykkara undirgrund.