Hondbólturin sást aftur í elframleiðsluni

Tað sást aftur í elframleiðsluni, at ein stórur partur av Føroya fólki í síðstu viku var í Oslo og stuðlaði garpunum á hondbóltslandsliðnum

Sev skrivar at lastin lá 5,5 prosent lægri, enn vikuna fyrr, tá annars nøkulunda sami eftirspurningur var frá stóru vinnukundunum.

 

Gula linjan vísir elframleiðsluna fríggjadag til týsdag, vikuna áðrenn hondbóltsfepurin tók yvir, og bláa linjan vísir elframleiðsluna somu dagar vikuna eftir.