Bjargingararbeiðið varð tí steðgað leygardagin, sigur løgregluinspektørurin, Tim Anderson, við tíðindastovurnar Reuters.
Í staðin leggur løgreglan dent á at finna tey deyðu.
Beint eftir skriðulopið greiddu eygnavitni og bjargingarfólk frá, at tey høvdu hoyrt røddir, sum róptu um hjálp undir jørðini.
Bjargingarfólk hava ikki skrásett nøkur lívstekin síðani, upplýsir løgreglan.
Áðrenn skriðulopið hevði økið verið rakt av nógvum regni.
Sambært AFP eru tey saknaðu millum 15 og 71 ára gomul. Teirra millum er ein 20 ára gamal svii.
##med2##
/Ritzau/












