Tvørafólk eru av álvara farin at brynja seg til at taka imóti oljuvinnuni.
Mikukvøldið tóku einir 50 vinnurekandi og einstaklingar á Tvøroyri seg saman í ein felagsskap sum skal arbeiða fyri at koma vinnulívinum á Tvøroyri upp í part, um oljuvinnnan tekur seg upp.
Tað var Tvøroyrar Býráð sum fyri hálvum øðrum ári síðani eggjaði vinnulívsfólki á staðnum til at stovna Tvøroyrar Oljuvinnuráð, ?Tor³.
Síðani var ein arbeiðsnevnd vald og í henni hava sitið Knútur Nygaard, formaður, Henrik Thomsen og Páll Nielsen.
Og mikukvøldið varð arbeiðið komið so langt, at kallað varð saman til stovnandi aðalfund.
Á fundinum varð nýggj nevnd vald. Í henni sita Henrik Thomsen og Finnbogi Danielsen.
Handverksmeistarafelagið á Tvøroyri skal velja tann triðja nevndarlimin og tað fer felagið væntandi at gera í komandi viku.
Meistarafelagið eigur fastan lim í nevndini av tí at umleið 2/3 av limunum í Tor eru handverksmeistarar. Og harafturat skal Tor húsast í hølum meistarafelagsins, og skrivarin í meistarafelagnum er eisini skrivari hjá Tor.
Eykalimir í nevndini eru Páll Nielsen og Bergur Bærendsen.
Grannskoðarar hjá felagnum eru Tummas Thomsen og Magnus Jesperen
Stórur áhugi
Knútur Nygaard sigur, at tað hevur verið stórur áhugi fyri felagnum.
Ein fyrireikandi limafundur var herfyri, og tá teknaðu vit 35 limir av teimum 36 fólkunum, sum møttu.
Síðani eru næstan15 limir komnir afturat so nú er limatalið næstan 50.
Sostatt er tað bara hendinga fyritøka á Tvøroyri, sum ikki er limur í felagnum.
Enn eru bara vinnurekandi limir í felagnum, men einstaklingar kunnu eisini melda seg inn.
Limagjaldið er 1.500 krónur um árið fyri einstaklingar. Eru 2-5 starvsfólk í eini fyritøku, er limagjaldið 3.000 krónur um árið og fyri størri fyritøkur er tað 5.000 krónur um árið.
Brynja seg til oljuhavn
Endamálið hjá felagnum er at fyrireika vinnulívið til eina útgerðarhavn á Drelnesi.
Felagið skal eisini útvega limunum so holla vitan sum gjørligt.
Og at enda skal felagið virka fyri, at vinnulívið á Tvøroyri fær best møguligu kor at virka undir.
Men Knútur Nygaard sigur, at tá ið endamálið, ella partar av endamálinum er rokkið, kann endamálsgreinin verða broytt, so at felagið fær nýggj mál at arbeiða fram ímóti.
Ætlanin við felagnum er, at tað skal kortleggja vinnulívið á Tvøroyri fyri at vita, hvat tað hevur at bjóða oljuvinnuni.
Samstundis skal felagið kann eftir, akkurát, hvat oljuvinnan hevur brúk fyri.
Tvs, at sum frálíður fáa vit eitt vinnulívskort sum vísir, akkurát, hvørji virki kunnu bjóða seg fram til heilt ávísar tænastur, sum oljuvinnnan hevur brúk fyri.
Tað hevur eisini tann fyrimun, at savna alt undir ein hatt, tí so sleppa oljufyritøkurnar frá at leita eftir fólki, men hava eitt telefonnummar at ringja til, sum skjótt og greitt kann fáa samband í lag við relevantar fyritøkur.
Nýggja vinnulívskortið hjá tvørafólki ger tað eisini skjótari akkurát at finna fram til, hvørji virki kanska kunnu samstarva um ávísar uppgávur.
Felagið kann seta fólk í starv at fyrisita felagið. Verður tað gjørt, skal viðkomandi verða samskipari og lobbyistur og gera eitt uppsøkjandi arbeiði við atliti til at skapa ítøkiligt virksemi til vinnufyritøkur á Tvøroyri.
Viðkomandi skal eisini arbeiða við samskifti ímillum vinnulívið á Tvøroyri og aðrastaðni í Føroyum og í útlondum.
Knútur Nygaard sigur, at ætlanin er at seta fólk í starv.
Fingið størri øki uppí
Knútur Nygaard sigur, at í fyrstu atløgu er felagið fyri tvørafólk.
Men á aðalfundinum mikukvøldið luftaði hann tankan um at tað rættasta hevði verið, at Tor varð víðkað til at umfata alla Suðuroynna, og kanska Sandoynna við.
Hann sigur, at tað var ongin sum mótmælti hesum. Tvørturímóti var ein ávís undirtøka at hóma fyri hesum.
Tvs, at tað verður alt tað syðra vinnuøkið í Føroyum, sum bjóðar fram í felag.
Knútur Nygaard ivast ikki í, at hetta er rættasti mátin at arbeiða.
Eg haldi, at vit hava ilt við at hugsa okkum, hvussu stórt tað er, sum vit eru á veg inn í. Tí nyttar onki at vit eru so snævurskygd, at vit ikki røkka útum havnamerkini á Tvøroyri. Tað eru vit ov smá til.
Og eg eri fullvísur í, at er olja at finna, ger tað næstan tað sama, hvat oljuhavnin liggur, tí tá verður nóg mikið at gera til allar hendur í Føroyum.
Tað, sum er meiri umráðandi, er, hvat oljufeløgini sjálvi siga. Er Suðuroggin stytsta leið út á oljuøkið, er ongin ivi um, at tey vilja hava oljuhavnina her, heldur enn at sigla fýra, fim tímar longri til eina aðra havn í Føroyum. Tí hjá teimum telur hvør løta.
Ikki eitt móttrekk
Hinvegin sigur Knútur Nygaard, at Tor er ikki eitt móttrekk ímóti Atlantic Petroleum, sum nøkur hava fingið fatan av.
Atlantic Petroleum er eitt felag, sum ætlar sær beinleiðs uppí oljuvinnuna.
Okkara felag er eitt felag, fyri tey, sum kunnu veita oljuvinnuni tænastur av ymsum slag, sigur Knútur Nygaard.