Høvdu 400 milliónir í avlopi í fjør

Útflutningurin er vaksin og innflutningurin er minkaður


Í fjør útfluttu føroyingar fyri 400 milliónir krónur meiri enn vit innfluttu fyri.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

 

Í fjør útfluttu vit fyri 6,3 milliardir krónur,  og vit innfluttu fyri 5,9 milliardir krónur. Sostatt vóru 400 milliónir krónur í avlopi á handilsjavnanum í fjør.

Í 2013 var hinvegin talan um eitt hall á 186 milliónir krónur.

 

Handilsjavnin, er munurin á útflutningi og innflutningi av vørum. Her verður hugsa um útflutning og innflutning í peningaligum virðum.

 

Tá ið avlop er á handilsjavnanum, merkir tað sostatt, at útflutt er fyri meira, enn innflutt er fyri.

 

Hagstovan sigur, at orsøkin til, at hallið í 2013 er vent til avlop í 2014, er, at útflutningurin er vaksin, samstundis sum at innflutningurin er minkaður.

 

Hvat útflutningi viðvíkur, er tað serliga laksurin, sum stendur fyri størsta vøkstrinum, sum vit eisini hava sæð seinastu árini. Í 2014 útfluttu vit laks fyri næstan tríggjar milliardir krónur og tað er ein hálv milliard meir enn í 2013.

Tilsamans vaks útflutningurin 174 milliónir krónur í fjør.

 

Hvat innflutningi viðvíkur, er tað innflutningurin av skipum, sum er nógv minkaður, úr 800 milliónum krónum í 2013 niður í 200 milliónir krónur í fjør. Tilsamans minkaði innflutningurin 415 milliónir krónur

 

Seinastu 10 árini hevur verið hall á handilsjavnanum øll árini uttan í 2010, 2011 og í fjør.

 

Í 2007 var størsta hallið nakrantíð, næstan hálvaaðru milliard. Størsti munurin tá, afturímóti í dag, er, at útflutningurin var 2,2 milliardir minni, samstundis sum at innflutningurin var 300 milliónir krónur minni.

Í 2012 var hallið eisini omanfyri eina milliard og vóru tað serliga innflutningurin av skipum og flogførum, sum vóru orsøk til stóra hallið tá.


Hyggja vit aftur til 1988, síggja vit, at tá var undirskot, men hetta vendi skjótt til avlop, og at kalla øll nítiárini var avlop. Eftir aldarskiftið hevur hall verið tey flestu árini, tí avlop hevur bara verið í fimm ár, sigur Hagstovan.


Hagstovan minnir tó á, at handilsjavnin er bara ein partur av viðskiftum okkara við umheimin - men tað er nógv tann størsti einstaki parturin.

Øll okkara viðskifti við umheimin eru samanfatað í gjaldsjavnanum, sum umframt handilsjavnan eisini umfatar tænastuhandilin við onnur lond, lønarinntøkur og lønarútreiðslur millum Føroyar og umheimin, rentugjaldingar og beinleiðis pengaflytingar, har danska ríkisveitingin er størsti parturin.