ikki at koma til eitt nýtt land sum ein annar buldoosari og so bara ?koyra ahead?. Hetta er nakað, sum skal gerast og skipast í bestu semju millum fólkið á staðnum og so útlendska oljuídnaðin. Francis Gugen [...] tann útvikling, sum skal fara í gongd. Hetta er ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi. Skulu vit byggja upp eitt álit og dugna hvør øðrum í tí felags søk, sum ein oljuleiting er, so mugu vit brúka [...] tí Hvíta økinum. -Er tað so, at oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði, og at tær boringar, sum eru vestan fyri Hetland og nær markinum, ikki geva nakað úrslit, so kann vandi vera fyri, at oljufeløg fara
at ætlanin skal fremjast: ?Ein partur snýr seg um at fyrireika og samráðast við donsku stjórnina um ein samstarvssáttmála landanna millum, sum tvey sjálvstøðug lond, eins og Ísland og Danmark í 1918. [...] røðuni, og í øðrum parti av framløguni, sum bara var skrivlig, verður lagt afturat, at ?Beint eftir ólavsøku verður uppskot lagt fyri løgtingið at skipa Føroyar sum fullveldi. Uppskotið skal reika fyri [...] samráðast við stjórnina um eina búskaparliga og fíggjarliga skiftisskipan. Ein partur snýr seg um at gera eina grundlóg fyri Føroyar. Og ein partur snýr seg um at gera føroyskar skipanir á øllum málsøkjum í føroyska
fimta plássi. Sum á fleiri øðrum stevnum, so løgdu skáladreingir umborð á Svani heilt væl fyri, men tað gekk bara ein lítil løta, so vóru teir dotnir afturav og máttu finna seg í at vera fremstir millum [...] r hug at tak seg eitt lítið vet inn á Junkaran, men so svaraðu kvívíksdreingir aftur, og teir vóru sum so ongantíð hóttir. Munurin var onkuntíð ein hálv bátslongd, og tá bátarnir komu á mál, var munurin [...] Eins og á hinum fimm stevnunum vóru tað aftur hesa ferð kvívíksdreingir umborð á Junkaranum, ið komu fyrstir á mál. Harvið staðfestu teir so dyggiliga FM heitið, sum teir tryggjaðu sær longu í Miðvági
dreingir í senn. Har var so stór trokan á startlinjuni, at tá skotið ljóðaði og øll børnini tustu av stað, so datt onkur og fekk so mikið ilt í knæið, at hann fekk ikki runnð, so hjá honum varð kappingin [...] Roysnið22.11 Sum heild kann sigast um kappingina, at hon var væl fyriskipað. Tó áttu fyrireikararnir at havt eitt videotól á málinum, so eingi ivamál stungu seg upp, tá fleiri rennarar komu á mál so at siga [...] siga samstundis. Eisini átti ein bólkur at verið ímillum 10-12 ár og vaksin, tí onkur av teimum ungu dreingjunum, sum runnu so mikið væl, at teir saktans áttu eitt heiðursmerki uppiborið. Tað er hóast alt
upsamurtinum, sum teir fingu og sum var meginparturin av veiðini. ? Og ein og hvør kann siga sær sjálvum, at hesin matfiskur er nógva ferðir meiri verdur, tá ið hann er sloppin at veksa og kann verða fiskaður [...] allarmesta takka veri økisfriðingarnar, sum regulera fiskiskapin- og ídnaðarbannið, sum eisini hevur gjørt sítt til, at tað er so frægt at fáa -og at tað er so frægt fiskað, at búskapurin bjargaðist. [...] fiskaður sum stórur toskur, ella upsi og stór hýsa og kann verða virkað til matnað. Ein heimur uttanfyri Fuglafjørð Formaðurin í vinnunevndini heldur tí, at tað er onki sum talar fyri at taka ídnaðarveiðina
sparingar, sum fóru at raka tey meint, sum trongdi til hjálp. Og tað er næstan púra vist, at heimarøktin verður ikki tey einastu, sum fara at royna at lokka nakrar eyka krónur burturúr Karsteni Hansen, sum árið [...] trupulleikar brádliga taka seg upp, sum krevja eykajáttanir og tað mugu vit so viðgera so hvørt tað stingur seg upp. ? Men eykajáttanir til vanligan rakstur, tað er ein farin tíð, leggur landsstýrismaðurin [...] hann veruliga situr á lokinum og um onki er, sum kann fáa hann at gloppa lokinum. Hann endurtekur, at hann ætlar sær at sita fast á kassanum og at tað hvørki kann, ella skal verða gerandiskostur, at almennir
mál í kvæðum og sum túnatos. Háskúlin ein varði Í 1899 kom Føroya Fólkaháskúli, ið dró eina línu við Føroyingafelag í so máta. Her var dentur lagdur á tað livandi orðið, tí eitt fólk, sum ikki kennir sína [...] Okkum nýtist ikki at vera bangin fyri hesum. Hóast vit eru serstøk tjóð, hava vit so gott sum altíð verið partur av heiminum rundan um okkum. Okkara tjóðskaparrørsla er, hóast so føroysk, ikki serføroyskt [...] gjørdist harðari og drúgvari enn ein kundi rokna við. Tað gekk nærum hálv øld og ikki fyrr enn í 1938 bleiv føroyskt mál viðurkent sum undirvísingarmál í fólkaskúlanum og í 1939 sum kirkjumál. Tó vóru ikki allar
hví tað er so hugtakandi at hava akvarium fiskar. Tað kann vera stuttligt at hava hund, ella kettu, ella ross, tí tey ber til at hava samband við. Men akvariufiskar, sum onki siga og sum ikki reagera [...] tað ber heldur ikki til at læra teir nakað sum helst. Og tað ber heldur ikki til at ganga túr við teimum. Kortini eru tey ikki so fá, sum halda fiskarnar vera so hugtakandi, at tey brúka báði tíð og pengar [...] tað tí, at akvariufiskarnir eru minst líka nógv eitt ítriv, sum teir eru kelidýr. Ein av teimum meiri sjáldsomu framsýningunum á ólavsøku var ein framsýning niðri í gomlu Margarinfabrikkini av akvariufiskum
stóran mun skulu tosa um oljusamvinnu. Vit mugu so vóna, at teir fáa høvi at tosa við bretska orkumálaráðharran, sum verður við á ráðstevnuni. Nú hevur hesin sum so einki við markið at gera, tí hetta málið hoyrir [...] marknatrætuni við føroyingar. Tí kann John Battle vera ein góður boðberi hjá bæði Elttør og Kallsberg. Vónandi spyrst okkurt skilagott burtur úr øllum hesum, og vit mugu so seta okkara álit á oljumálaráðharran [...] mangar spurningar, sum uttan iva fara at fáa gjølliga viðgerð í pressuni. Sosialurin ætlar sær í hvussu er at taka upp nógv av teimum málum, sum verða tikin fram í røðuni, og vit fara eins og fyrr at heita
áheitanin frá teimum kann fáa á málið, men sum hann sær tað, er hetta tann besti hátturin, teir kunnu gera sína ávirkan galdandi. ? Eg havi gjørt, hvat eg kann, og fái tí ikki gjørt so nógv meir. Fyri rættin [...] hvat hon kann, men fronsku myndugleikarnir tykjast at vera hvørki til at høgga ella at stinga í. Teir vilja fyri einhvønn hátt steðga tannfiskaveiðuni, og Sigmundur verður óivað nýttur sum eitt dømi til [...] fyri at leysgeva skipið. Men skipið hevur bara als ikki hetta virði. Tað er frá 1942, og hevur tí ikki nærmámind so stórt virði, sum myndugleikarnir áseta. ? Tí er tað neyvan nakar ivi um, at Frankaríki hevur