? Tað er alt ov galið, at ongin ger vart við trupulleikan fyrren nú. Men er støðan átrokandi, er tað heilt greitt, at heimarøktin má fáa meiri pengar.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, er sinnaður at lata heimarøktini eina eykajáttan, so at hon klárar seg í ár.
Men hann er samstundis sera misnøgdir við, at heimarøktin ikki ger vart við trupulleikarnar fyrrenn nú, árið var næstan hálvrunnið.
Hvørt einasta ár, nú í nógv ár, tá ið árið fer at líða, hevur tað hent seg, at almennir stovnar eru komnir til landsstýrið at biðja um eykajáttan til átrokandi tørv.
Ikki mist er støðan á landssjúkrahúsinum tiltikin við grovum sparingum hvørt einasta ár við ársenda og hóp-uppsagnum í jólagávu til starvsfólki ár um ár.
Táið henda samgongan tók við, boðaði fíggjarmálaráðharrin frá, at hann ætlaði sær at sita fast á pengakassanum og at tað kom ikki uppá tal at gjara út til høgru og vinstru.
Men hann hevur ikki sitið á kassanum í meiri enn ein knappar tveir mánaðir, nú boð longu vóru eftir honum um at lætta seg av lokinum.
Nú er tað heimarøktin, sum er komin í penganeyð og manglar millum tvær og tríggjar milliónir í ár fyri at hallda hjólini malandi.
Alternativið var ógvusligar sparingar, sum fóru at raka tey meint, sum trongdi til hjálp.
Og tað er næstan púra vist, at heimarøktin verður ikki tey einastu, sum fara at royna at lokka nakrar eyka krónur burturúr Karsteni Hansen, sum árið fer at halla.
Situr enn fast á kassanum
Vit hava spurt Karsten Hansen, hvussu fast hann veruliga situr á lokinum og um onki er, sum kann fáa hann at gloppa lokinum.
Hann endurtekur, at hann ætlar sær at sita fast á kassanum og at tað hvørki kann, ella skal verða gerandiskostur, at almennir stovnar koma rennandi út í Albert Hall eftir eykajátta tí at tað manglar í onkustaðni.
?Ein játtan er ein játtan og hon skal haldast.
? Tað eigur at bera til hjá stovnsleiðarm at rokna seg fram til, hvat teir hava brúk fyri av pengum.
? Og er játtanin ov lítil, eiga teir at gera vart við seg beinanvegin.
? Við hesum sigur Karsten Hansen, at hann er sera misnøgdur við, at Heimarøktin ikki ger vart við sínar trupulleikar fyrrenn nú, árið er næstan hálvrunnið.
Her er ov illa stýrt og hetta kann ikki endurtaka seg.
? Hetta er at seta landsstýrismanninum knívin á barkan og tað kann als ikki góðtakast.
Karsten Hansen sigur, at sjálvandi kunnu óvæntað viðurskifti stinga seg upp, sum brádliga krevja meiri pengar enn játtað er.
? Tað kann eingin vara seg fyri. Men sum heild eigur at bera til at siga, hvat hvørt málsøkið kostar.
Hann sigur, at í framtíðini verður tað tí neyðugt at finna útav, hvat støðið, vit skulu leggja okkum á, og so at játta pengar hareftir.
? Tað hevur ótrúliga stóran týdning, ikki minst í sosial- og almannaverkinum, har ið tørvurin fyri so vítt ongantíð mettast.
Vil játta meiri penga
Annars ivast hann ikki í, at trupulleikarnir hjá heimarøktini verða loystir á ein sámuligan og virðligan hátt.
? Nakað av pengum er funnið við at flyta pengar frá øðrum rakstrarstøðum.
? Eftir er umleið ein millión, sum manglar í. Enn er ikki greitt, hvussu hon skal finnast - tað arbeiðir landsstýriskonan í almannamálum við.
? Men verður tað neyðugt við eini eykajáttan fyri at bjarga heimarøktini í ár, eri eg eisini sinnaður at finna hana, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Ein trupul arvur
Hinvegin heldur fíggjarmálaráðharrin, at málið um penganeyðina hjá heimarøktini er vendur eitt sindur á høvdið.
? Onkusvegna hava fólk fingið tað fatan, at tað er hendan samgongan, sum er úti eftir teimum veiku og sjúku.
?Men hetta er jú ikki so. ? Hendan samgongan, hevur hvørki ásett játtanina til heimarøktina, ella nakra aðra játtan á fíggjarlógini, ? Tað gjørdi samgongan undan hesari og hon umsat eisini fíggjarlógina í næstan fimm mánaðir.
? Tann samgongan ásetti, hvussu heimarøktin fekk brúk fyri.
? Men nú, tað ikki vísir seg at nokk, er tað hendan samgongan, sum arvar trupulleikan.
?Og hendan trupulleikan mugu vit sjálvandi loysa.
? Og um neyðugt, verður tað gjørt við eini eykajáttan.
Annars heldur hann, at tað er ónátúrliga nógv gjørt burturúr hesari eini milliónini afturímóti øllum teimum milliónum, sum eru játtaðar til sosiala øki.
? Men tað er væl tí, at tað er hendan milliónin sum manglar?
? Tað er sjálvandi rætt. ? Men veruleikin er eisini, at vit hava longu økt játtanina til heimarøktina tvær milliónir afturat játtanini sum hin samgongan læt heimarøktini.
? Og vit verða kanska noydd at finna eina millión afturat - alt samalt bara tí hin samgongan ikki raðfesti hendan veika samfelagsbólkin nóg høgt.
Skal ikki loysa seg
Eftir, hvat skilst á fíggjarmálaráðharranum ætlar hann sær at ansa sera væl eftir, at almennir stovnar ikki brúka meiri pengar enn neyðugt.
? Tað skal ikki loysa seg hjá stovnsleiðslum at brúka meir, enn játtað er við tí fyri eygað, at tað er bara at koma í landskassan eftir meiri pengum, hvørja fer tað manglar í.
? Tað skal heilt avgjørt vera undantaksvís, at eykajáttan verður latin, sigur Karsten Hansen.
Karsten Hansen sigur, a t stovnsleiðarar eru vælútbunir, og tað kann ikki verða ov nógv kravt av teimum, at teir klára at halda eina játtan.
? Tað skulu teir eisini hava fyri eygað í januar mánaða og ikki bara í desember.
?Og teir eiga eisini beinanvegin at kunna meta um, antin tað ber til at halda játtanina, ella ikki.
? Og ber tað ikki til tí at politiski myndugleikin hevur játtað ov lítið , sum t.d. í hesum førum til heimahjálpina, má kravið vera, at teir gera vart við seg beinanvegin, og ikki bíða til árið líður, tí tá seta teir avvarðandi landsstýrismannin í knípu.
? So mugu tey finna útav í felag, sum støðið skal lækkast, ella ikki
Karsten Hansen sigur hetta verður eisini kravið til stovnsleiðslurnar framyvir.
? Megna teir ikki tað, vil eg siga, at so skulu teir lata stovnin uppí hendurnar á onkrum øðrum at leiða, sum klárar taðv- um politikararir ikki vilja játtað stovninum fleiri pengar.
Men nú vilja stovnsleiðslur uttan iva siga, m.a. heimarøktin, at tað ber ikki til at fara niður um eitt ávíst støði?
? Jú, men tað eiga teir eisini at vita í januar mánaða og tí skulu teir gera vart við tað tá.
Væntar ikki fleiri trupulleikar
Annars væntar landsstýrismaðurin ikki fleiri trupulleikar av hesum slagnum.
? Eg haldi, at stovnsleiðarar hava funnið útav, at tað er ein farin tíð at brúka meiri enn játtanin er og at tað ber til at renna í landskassan í tíð og úrtið eftir eykajáttan fyri meirnýstslu.
? Men, sum sagt kunnu óvæntaðir trupulleikar brádliga taka seg upp, sum krevja eykajáttanir og tað mugu vit so viðgera so hvørt tað stingur seg upp.
? Men eykajáttanir til vanligan rakstur, tað er ein farin tíð, leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum dent á.