Stórur spenningur hjá kvinnunum

Renning: Hjá monnunum gekk sum væntað og har var als eingin spenningur um, hvør fór at vinna, meðan spenningurin hjá kvinnunum harafturímóti var líka til málstrikuna

Tekst og myndir: Sofus Johannesen


Ólavsøkurenningin í ár fekk ovurhonds stóra undirtøku.

So stóra, at tað var eingin møguleiki hjá fyrireikarunum at halda tíðina at byrja kl. 18.30. Tá vóru teir nevniliga ikki lidnir at skriva upp teir mongu luttakararnar, ið ætlaðu at renna við í teimum tilsamans 6 kappingunum.


Trokan á

mállinjuni

Kappingin varð skipað við trimum startum.

Fyrst byrjaðu tey yngstu børnini, bæði gentur og dreingir í senn.

Har var so stór trokan á startlinjuni, at tá skotið ljóðaði og øll børnini tustu av stað, so datt onkur og fekk so mikið ilt í knæið, at hann fekk ikki runnð, so hjá honum varð kappingin av ongum hesa ferð.

Tey yngstu børnini runnu eina ferð runt á havnaøkinum, og hjá dreingjum 6-9 ár gjørdist úrslitið hetta:

1. Magnus Matras2.32

2. Ásmund Poulsen2.35

3. Hallur Bech2.36

Og hjá gentunum í sama aldri gjørdist úrslitið:

1. Jónvá Hansen

2. Anna Joensen

3. Randi G. Jacobsen

4. Barbara Tausen


10-12 ár

Tey eldru børnini runnu tvær ferðir runt á havnaøkinum, og har gjørdist úrslitið hjá dreingjunum:

1. Jógvan Holm5.04

2. Olaf Berg5.04

3. Bjarni Djurhuus5.11

Og hjá gentunum gjørdist úrslitið:

1. Jana Jacobsen4.54

2. Fía Selma Nielsen5.35

3. Kristina Joensen5.38


Vaksin

Hjá monnunum var ongin spenningur um 1. plássið.

Guttorm Sørensen legði seg á odda beinan vegin, og hann bara økti um leiðsluna allan vegin. Hjá honum var meira talan um uppvísingsrenning heldur enn kapping, og hann slerdi enn eina ferð rimmarfast, at hann er klárt Føroya besti rennari í løtuni

Úrslitið hjá monnunum gjørdist:

1. Guttorm Sørensen,

Treystið15.58

2. Freddie Poulsen,

Bragdið16.51

3. Rúni Herup Olsen,

Bragdið16.54

Hjá kvinnunum harafturímóti var stórur spenningur allan teinin.

Tær báðar Sunneva Bjarnastein og Rigmor Joensen úr Havn løgdu seg á odda beinan vegin, og tær fylgdust allan teinin, skiftust um at vera frammanfyri.

Tá tær komu um málstrikuna vóru tær eisini sera javnar, men Sunneva var eitt sekund frammanfyri.

Úrslitið hjá kvinnunum gjørdist:

1. Sunneva Bjarnastein,

Bragdið19.54

2. Rigmor N. Joensen, Bragdið19.55

3. Annbjørg Abrahamsen, Roysnið22.11

Sum heild kann sigast um kappingina, at hon var væl fyriskipað. Tó áttu fyrireikararnir at havt eitt videotól á málinum, so eingi ivamál stungu seg upp, tá fleiri rennarar komu á mál so at siga samstundis.

Eisini átti ein bólkur at verið ímillum 10-12 ár og vaksin, tí onkur av teimum ungu dreingjunum, sum runnu so mikið væl, at teir saktans áttu eitt heiðursmerki uppiborið. Tað er hóast alt stórur munur millum 13 ára gamlar dreingir og teir royndur menninar.