Mentan er at dyrka

­ At vera bangin fyri tí nýggja er ikki nakað sjáldsamt fyribrigdi, men tað er ikki rætt at gera eitt lítið land minni við innibyrgja seg frá øllum nýggjum uttanífrá, segði Jórun Høgnesen, lærari í Klaksvík á fólkafundinum á háskúlanum ólavsøkuaftan

Vit føroyingar standa í dag við ein tjóðskaparligan marknastein, og skulu um ikki langa tíð taka støðu til sera týðandi spurningar fyri land og fólk.

Fyri øld síðani stóð okkara fólk fyri eini líknandi avbjóðing. Bóndasamfelagið fór at ridla og fiskivinnusamfelagið fór so smátt at síggja dagsins ljós. Einahandilin var burtur, og hetta førdi við sær, at samskiftið við umheimin vaks.

Tilvitanin um føroyingar sum eina tjóð vaks, og ansurin fyri fólksins hvørvandi mentan og máli vaknaði. Tað var ikki ein sjálvfylgja at føroyskum máli bleiv lív lagað, og tí tóku fólk seg saman at stovna Føroyingafelag í Føroyum, við tí endamáli at varðveita føroyskt mál og siðir. Hetta var í 1888. Um hetta mundið livdi føroyskt mál í kvæðum og sum túnatos.


Háskúlin ­ ein varði

Í 1899 kom Føroya Fólkaháskúli, ið dró eina línu við Føroyingafelag í so máta. Her var dentur lagdur á tað livandi orðið, tí eitt fólk, sum ikki kennir sína søgu, er eitt fátækt fólk, og kann skjótt missa seg burtur sum tjóð. Háskúlin og háskúlarørslan hevur havt stóran týdning í føroyskum mentunarlívi. Hesin skúli hevur víðkað sjónarringin hjá ungum føroyingum og hevur eggjað mongum til víðari útbúgving. Mangir næmingar av háskúlanum hava slóðað fyri og sett spor eftir seg í føroyska samfelagnum. Háskúlin er ein varði í føroyskari søgu og kann vónandi framyvir verða mennandi og kveikjandi fyri føroyskan ungdóm.


Málið er livandi

Stríðið fyri føroyskum máli, ið byrjði í 1888, gjørdist harðari og drúgvari enn ein kundi rokna við. Tað gekk nærum hálv øld og ikki fyrr enn í 1938 bleiv føroyskt mál viðurkent sum undirvísingarmál í fólkaskúlanum og í 1939 sum kirkjumál. Tó vóru ikki allar súðir syftar tá, tí eg havi sjálv gingið í skúla, tá føroyskt var undirvísingarmál og ein lærugrein, men nærum allar lærubøkur annars vóru á donskum máli. Tíbetur eru stórar broytingar hendar á hesum øki til tað betra, men enn eru vit ikki komin á mál. So hvørt sum eitt mál er nátt, eiga eisini nýggj mið at verða sett.

Vit kunnu tó staðfesta, at virðingin fyri sínum egna, hevur ført við sær, at tað í dag er ein sjálvfylgja, at føroyskt mál er høvuðsmál í skúla, í kirkju og á tingi.

Og júst nú kom so Móðurmáls orðabókin, sum okkum hevur tørvað leingi. Tað er at gleðast um.

Vit hava nátt nógv føroyska málinum at frama, og kjakið um mál og málsligar spurningar hevur neyvan verið meira livandi enn nú. At hava verið undirlegin partur av aðrari tjóð hevur tó sett síni spor og tað sigur ikki so lítið um okkum føroyingar, at ofta verður smílst niður við at fólki, ið vanda sær um málið og onkur kallar enntá hesi super-føroyingar.

Hóast eg eri føroyingur, hveppi eg meg við, tá eg á skeiðum hoyri danir tosa um »blackboarderen« og »flip-overen« ella »coacheren«. Hví undirleggja seg á henda hátt?

Longu í halgu bók verða vit við søguni um Bábelstornið ávarað um, at ikki ber til at fáa eitt felags tungumál fyri alla mannaættina á jørðini.

Alt livandi broytist og búnast, soleiðis eisini málið. Stundum eiga vit tó framvegis at vera á varðhaldi. ¡ telduøkinum t.d. eiga vit at vera ansin. Her hugsi eg ikki so nógv um fremmandaorðorð, men at orðini verða bend á rættan hátt. Um ikki, gera vit okkum inn á beinagrindina í máli okkara, og tá er vandi á ferð.


Tað nýggja -

ein avbjóðing

Føroyar eru og vera altíð avbyrgdar geografiskt, men vit eru partur av einum altjóða samfelag, ikki minst hvat kunningartøkni viðvíkur.

Áðrenn sjónvarp bleiv almennur miðil í Føroyum, vóru føroyingar ikki sørt ørkymlaðir og ivasamir, tí tey kendu ikki avleiðingarnar av hvørja ávirkan hetta hevði á fólk og mentan.

Í dag fæst alt hugsandi og óhugsandi niður úr luftini gjøgnum parabol og internet. Illa ber til at hava sensur á slíkum miðlum, men vit mugu hava okkurt at seta ímóti. Her er Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya sjálvsøgd amboð, og tí hvílir ein stór ábyrgd á hesum stovnum.

At vera bangin fyri tí nýggja er ikki nakað sjáldsamt fyribrigdi, men tað er ikki rætt at gera eitt lítið land minni við at innibyrgja seg frá øllum nýggjum uttanífrá.

Okkara uppgáva er at brynja okkum at taka ímóti, soleiðis at okkara ungdómur er kritiskur mótvegis tí, tey verða fóðrað við, og ikki gloypa øllum rátt, men sjálvi vita hvat er teimum at gagni.

Í hesum sambandi er skúlin ein sera týdningarmikil stovnur, helst tann týdningarmesti, ið ikki eigur at vera undirmettur. Hvør einasti borgari í hesum landi fer gjøgnum skúlaverkið, og tí ræður um at geva teimum gott í beinið.

Endamálsorðingin í fólkaskúlanum er í sjálvum sær góð, tí í dag er ikki nóg mikið at fólk læra at lesa, skriva og rokna. Tey skulu mennast at vera sjálvstøðugir samfelagsborgarar í einum fólkaræðisligum samfelagi. Sparingar, ið vit hava sæð á skúlaøkinum, hava ført við sær at skúlin bara anir, og hvussu kann skúlin undir hesum umstøðum vera við til at uppala sjálvstøðugar borgarar við virðing fyri sær sjálvum og øðrum?

Í ár kemur nýggj fólkaskúlalóg í gildi, ið hevur stórar avbjóðingar, bæði til lærarar og næmingar. Hetta hendir sama ár, sum Føroya Lærarafelag hevur 100 ár á baki.

Eg vil nýta høvi at ynskja Føroya Lærarafelag hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum og vóni, at hetta felag framhaldandi hevur orku at stríðast fyri, at føroyski skúlin verður ein skúli við hóskandi avbjóðingum fyri hvønn einstakan, soleiðis at øll kunnu mennast innan hesar karmar, fólki og landi at gagni.


Nationalromantikkur

og nationalisma

Eg nevndi í áðni, at vit eru partur av alheimssamfelagnum, og tí samskifti ið har er.

Okkum nýtist ikki at vera bangin fyri hesum.

Hóast vit eru serstøk tjóð, hava vit so gott sum altíð verið partur av heiminum rundan um okkum.

Okkara tjóðskaparrørsla er, hóast so føroysk, ikki serføroyskt fyribrigdi; men partur av mentunarráki, ið tók seg upp á evropeiska meginlandinum fyri uml. 200 árum síðan, og sum síðan breiddi seg sum ringar í vatninum og eisini nam okkara fjarskotnu oyggjar og fekk sítt serføroyska innihald.

Tjóðskaparrørslan í sjálvum sær er ikki eitt eintýðugt fyribrigdi, men kann skiljast sundur í nationalromantikk og nationalismu.

Romantisk eyðkenni í tjóðskaparrørsluni eru m.a. at leitað verður aftur til fólksins røtur og at fjálgað verður um mentunararvin frá forfedrunum, at fólkið verður upplýst um lívið, um móðurmálið og skaldskapin á tí. Takkað verið hesum ráki, var skaldskapur av manna munni niðurskrivaður og ansurin fyri móðurmálinum kveiktur her á landi. Her finna vit eisini kærleikan til land og fólk, natúr og umhvørvið. Virðir, sum eisini nú á døgum eiga at hava sín rætt. Hiðani stava eisini nógvir av okkara enn vælkendu fosturlandssangum.

Onnur síða av tjóðskaparrørsluni er nationalisman, sum m.a. leggur dent á hetjudyrkan. Henda leggur dent á, at tann heimliga hetjan er størri, sterkari, vakrari og klókari enn onnur, og at landsins íbúgvar eru so serstakir, at teir skara langt framúr øllum øðrum fólkasløgum. Hetta slag av nationalismu hava vit sæð ræðandi dømi um, og her eiga eisini vit at vera á varðhaldi, bæði nú og framyvir.


Mentan er at dyrka

Tjóðskapur í positivum týdningi er góð mentan. Fremmandaorðið fyri mentan er kulturur. Kulturur merkir at dyrka.

Fyri at fáa nakað gott burturúr, mugu vit dyrka, tað verið seg materielt ella andaligt. ²dyrkað jørð ber ikki góðan ávøkstur. Dyrkar tú ikki tíni vinarbond, slitna tey.

Dyrkar tú ikki tey andaligu virðini, stirðna tey. Mentan eru virðir, ið eru dyrkað og framvegis mugu dyrkast, fyri ikki at verða køvd.

Í »Songi til Studentaskúlan« yrkir Karsten Hoydal bæði í beinleiðis og fluttum týdningi um dyrkað lendi:


»Men tú, sum arvar dyrkað lendi,

minst til hvør grønur teigur er

ein ogn, sum lívið í tær eigur,

tað veldst um teg, um bøur ber.«


Okkara mentunararvur má dyrkast, men ov trongt er um vit ikki eisini á mentunarliga økinum kunnu bróta upp úr nýggjum. Gomul mentan og nýggj virðir nýtast ikki at verða andsagnir.

Við hesum í huga nýtist okkum ikki at vera so bangin fyri tí fremmanda; men vit eiga at vera vandin og lúka illgresið burtur frá fruktini.

Okkara uppgáva er at uppala okkara børn at luttaka í einum livandi orðaskifti á øllum samfelagsøkjum, har tey duga og tora at frambera sína hugsan, og samstundis virða áskoðanirnar hjá øðrum.

Til hetta krevst vitan og góð frálæra.


Fylkjast og halda saman

Eg byrjaði við at siga, at vit sum fólk standa fyri stórum avbjóðingum. Gamla bóndasamfelagið er farið. Vit hava upplivað eitt fiskivinnusamfelag í kreppu.

Oljuvinnan stendur møguliga fyri framman.

Nú skulu vit brynja okkum at taka ímóti nýggjum avbjóðingum, bæði sum føroyingar og sum alheimsborgarar.

Við hesum fylgir ábyrgd. Tjóðskaparliga standa vit eisini á einum vegamóti.

Nú ræður um at hava árræði eins og háskúlamenninir og at fylkjast og halda saman, men við tí eru ikki allar súðir syftar, tí við frælsi fylgir ábyrgd.

Takk fyri orðið. Eydnu fyri Føroya Fólkaháskúla, og fyri land og fólk. Góða ólavsøku!