Junkarin fyrsta sigurin á ólavsøku í 23 ár

5-mannafør dreingir: Bátarnir komu á mál í somu røð, sum teir endaðu í FM kappingini

Eins og á hinum fimm stevnunum vóru tað aftur hesa ferð kvívíksdreingir umborð á Junkaranum, ið komu fyrstir á mál. Harvið staðfestu teir so dyggiliga FM heitið, sum teir tryggjaðu sær longu í Miðvági.

Hetta var triðja ferðin, at Junkarin vann FM. Men teir, sum mannaðu bátin í ár, minnast einki til tey bæði fyrru meistaraheitini. Tey vórðu vunnin í 1975 og í 1976, og tá vóru teir, sum rógva nú, ikki fødddir! Junkarin við dreingjamanning hevur bara eina ferð áður vunnið á ólavsøk. Tað var í 1975.


Blikur bragdligur

Argjadreingir umborð á Bliki tóktust ólavsøkuaftan at ætla sær fyrsta sigurin í ár. Í hvussu so er løgdu teir bragdliga fyri, og tað hevði við sær, at teir ongantíð vóru hóttir av nøkrum øðrum enn sannførandi FM vinnaranum, og tískil hildu teir tørn um silvurplássið í samlaðu kappingini.

Men teir megnaðu altso ikki at halda kvívíksdreingir aftanfyri seg. Junkarin var alla tíðina við í fremstu røð, og tá teir fyrstu 200 metrarnir vóru lagdir afturum, var hann fremstur, og tá helmingurin av teinum var farin, var hann tríggjar fjórðingar av einari bátslongd frammanfyri Blik.

Onkra løtuna høvdu argjadreingir hug at tak seg eitt lítið vet inn á Junkaran, men so svaraðu kvívíksdreingir aftur, og teir vóru sum so ongantíð hóttir. Munurin var onkuntíð ein hálv bátslongd, og tá bátarnir komu á mál, var munurin ímillum eina hálva og tríggjar fjórðingar av einari bátslongd ella tann sami, sum hann hevði verið seinna partin av róðrinum.

Ikki kann sigast annað, enn at dreingjabátarnir hildu væl pláss, tí teir komu á mál í somu røð, sum teir endaðu í FM kappingini, og hóast kappingin ikki var so spennandi, sum hon onkuntíð hevur verið millum dreingjamanningarnar, so var munurin ikki størri enn, at tað slitnaði ikki sundur millum Junkaran á fremsta plássi og aftur til Báruna á fimta plássi.

Sum á fleiri øðrum stevnum, so løgdu skáladreingir umborð á Svani heilt væl fyri, men tað gekk bara ein lítil løta, so vóru teir dotnir afturav og máttu finna seg í at vera fremstir millum teir tríggjar aftastu. Tjaldrið var ikki við í kappingini. Teir vóru ikki komnir út á málið, tá dómarin sendi bátarnar avstað, og tað var vorðið sum kleyvarskapur, tí so skjótt gekk tað ikki at avgreiða róðrarnar. jh