LØGMANSRØÐAN á ólavsøku inniheldur mangar spurningar, sum uttan iva fara at fáa gjølliga viðgerð í pressuni. Sosialurin ætlar sær í hvussu er at taka upp nógv av teimum málum, sum verða tikin fram í røðuni, og vit fara eins og fyrr at heita á okkara lesarar um at luttaka í orðaskiftinum - og ikki bara lata hetta upp til politikararnar. Tað er rætt, at vit hava valt politikarar fyri at gera lógir og taka avgerðir. Men týðandi partur av demokratiinum er, at allir borgarar siga sína hugsan, ikki bert valdagin, men so sanniliga allar dagarnar millum valini hvørt fjórða ár. Eitt av málunum, sum løgmaður nemur við og sum hann eftir øllum at døma leggur alstóra áherðslu á, er undirgrundarmarkið móti Bretlandi. Hann vil ikki siga, hvat teir arbeiða við í løtuni, men so mikið sigur hann tó, at nakað er við at henda.
LØGMAÐUR sigur so, at vegna tess, at markið enn ikki er ásett ber ikki til at fara undir eina veruliga útbjóðing. Í hvusus er mugu vit fáa greitt við bretar, hvørji øki, sum vit ætla at bjóða út, teir fara at mótmæla um. Løgmaður sigur, at útbjóðingin verður neyvan fyrr enn í næsta ár, men kortini standa dyrnar opnar fyri eini útbjóðing fyrr, um tað skuldi hent, at bretar bráddliga vilja vísa ein meira positivan vilja í samráðingunum. Hann sigur seg eisini vilja vita meira um, hvat liggur aftanfyri mongu útspælini hjá bretum í seinastuni um, at teir halda góðir møguleikar áttu at verið fyri eini loysn, og at ynskiligt er at fáa samráðingar aftur sum skjótast.
Løgmaður tykist hava fatað vandan av at útseta eina útbjóðing og sigur tí við Sosialin, at oljufeløgini hava víst ein góðan vilja við at vera sera tolin. Hann heitir á tey um at hava tol nakað enn, tí tað verður arbeittintenst við at fáa eina loysn á marknatrætuni. Kolvetnismálið, sum eisini hevur drigið nakað út, ætlar løgmaður skal koma fyri tingið í heyst. Hann hevur skundað undir arbeiðið og sigur, at nú er við at vera rokkið á mál. Samanumtikið vónar løgmaður, at tað í næstum fer at koma gongd á alt oljumálið.
BÆÐI løgmaður og oljumálaráðharrin skulu til Noregs í hesum mánaðinum, har teir í stóran mun skulu tosa um oljusamvinnu. Vit mugu so vóna, at teir fáa høvi at tosa við bretska orkumálaráðharran, sum verður við á ráðstevnuni. Nú hevur hesin sum so einki við markið at gera, tí hetta málið hoyrir undir uttanríkisráðið, men kortini hevur orkumálaráðharrin sum arbeiðsgevari hjá DTI, sum er ídnaðar- og handilsmálaráðið nógv við oljuvinna at gera. Og hann veit, hvussu stóran týdning oljuídnaðurin í Bretland leggur í at sleppa út í Hvíta økið, sum í løtuni er tengt at marknatrætuni við føroyingar. Tí kann John Battle vera ein góður boðberi hjá bæði Elttør og Kallsberg. Vónandi spyrst okkurt skilagott burtur úr øllum hesum, og vit mugu so seta okkara álit á oljumálaráðharran og løgmann, at teir gera eitt fyri Føroyar gott arbeiði. Her hevur so uttanlandsnevndin hjá løgtinginum eina týðandi uppgávu, og tað er alla tíðina, at vera á kroppinum á teimum báðum ráðharrunum og tryggja sær, at teir arbeiða fyri sakini og eisini fyri at gera teimum góð ráð.










