Kortanei til at taka fiskiskapin eftir ídnaðarfiski undir Føroyum uppaftur

Teir, sum fiskaður ídnaðarfisk undir Føroyum, góvust, tí teir høvdu ikki samvitsku til slíka oyðdreping av matfiski. Tí kann tað slett ikki koma uppá tal at taka hann uppaftur nú, sigur formaðurin í vinnunevndini

?Nei, fiskiskapurin eftir ídnaðarfiski skal ikki takast uppaftur

Heini O. Heinsen formaður í vnnunevnd løgtingsins er ikki sinnaður at geva Havsbrún í Fuglafjørði sín vilja.

Í Sosialinum í farnu viku fortaldi Bergur Poulsen, stjóri í Havsbrún, at teir nú fóru at royna at fáa politikararnar at geva loyvi til at taka ídnaðarfiskiskapin undir Føroyum uppaftur.

Bergur Poulsen vísir á, at fiskifrøðingar hava sagt, at tað ber til at fiska 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Føroyum

Størsti trumfurin hjá teimum, sum eru ímóti ídnaðarfiskiskapinum hevur verið, at tað hevur verið so nógvur hýsumurtur uppií. Og nettupp tað hava teir ført fram sum høvuðsorsøkina til at banna fiskiskapinum.

Men nú verður ført fram, at við ristini, sum nú er uppfunnin, ber tilk at fiska so gott sum púra reint.

Bergur Poulsen førdi fram, at tá ið ídnaðarfiskiskapurin undir Føroyum helt upat, misti Havsbrún sostatt 30.000 tons av rávøru um árið, sum eru einar 60 milliónir verd, tá ið tey eru virkað til fóður.

Tí ætlaði leiðslan í Havsbrún sær nú undir eitt miðvíst lobbyarbeiði fyri at ávirka politikararnar at fáa ídnaðarveiðina loyvda aftur undir Føroyum.


Kemur ikki upp á tal

Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá John Petersen, fiskimálaráðharra, men hann hevur verið burturstaddur í feriu.

Men ein annar av oddamonnunum í samgonguni í fiskivinnumálum, Heini O. Heinesen, formaður í Vinnunevnd Løgtingsins, sigur, at tað kann yvirhøvur ikki koma uppá tal at ídnaðarveiðan undir Føroyum verður tikin uppaftur.

? Tað er fyri ein stóran part banninum at fiska ídnaðarfisk fyri at takka, at tað er hevur veirð so frægt av fiski at fáa undir Føroyumm sum tað hevur verið, sigur Heini O. Heinesen.


Fingu samvitskubit

Formaðurin í vinnunevndini sigur, at teir, sum fiskaðu ídnaðarfisk undir Føroyum, góvust, tí teir høvdu ikki samvitsku til at halda fra mvið slíkari oyðdreping av matfiski, sum ídnaðarveiðan elvdi til.

?Tað, teir livdu av, sum fiskaður ídnaðarfisk, var hjáveiðini av hýsumurti, toskamurti og upsamurti, tí tað var tann stóri parturin av veiðini, siga teir sjálvir, sum fiskaðu ídnaðarfisk. ? Tað var so fult av hýsimurti uppi í ídnaðarveiðini, at tað var tað, sum bjargaði teimum túrin.

? Sostatt livdu teir ikki av ídnaðarveiði, men av at veiða matfisk.

Men nú sia teir, at teir kunnu fiska reint við ristini?

?Tað er ógvuliga stutt tíðarskeið at teir kunnu fiska reint. Tí ristin skilir ikki sløgini hvørt frá øðrum. Hon skilir bara støddirnar.

Heini O. Heinesen leggur afturat, at vit eiga nógva kvotur av ídnaðarfiski hjá ES, sum ikki verða fiskaðar.

? Tí er tað ongin orsøk til at taka han uppaftur undir Føroyum.

Men nú siga fiskifrøðingarnir at tað ber væl til at fiska 30.000 tons av ídnaðarfiski undir Føroyum, uttan at nerva annan fiskiskap?

? Eg haldi, at øll hesi seinastu árini hevur tað passað so út av lagi illa, sum fiskifrøðingarir hava sagt, at teir skuldu heldur ansa sær eitt sindur.

? Tað eru ikki tilmæli frá fiskifrøðingum, sum regulera fiskiskapin og hava bjargað okkum fiskiríkidømi og búskapin undir Føroyum.

Tað eru heldur ikki kvotur og fiskidagar.

? Men tað er fyri tað allarmesta takka veri økisfriðingarnar, sum regulera fiskiskapin- og ídnaðarbannið, sum eisini hevur gjørt sítt til, at tað er so frægt at fáa -og at tað er so frægt fiskað, at búskapurin bjargaðist.

? Ikki minst, hvat húkaflotanum viðvíkur. Og tað er jú húkaflotin, sum er grundstuðulion undir mongum bygdarsamfelagi

Men eru 60 milliónir ikki ov stór virði at lata fara fyri skeyti?

? Sum sagt livdu ídnaðarmenninir av matfiskinum, hýsu-toska- og upsamurtinum, sum teir fingu og sum var meginparturin av veiðini.

? Og ein og hvør kann siga sær sjálvum, at hesin matfiskur er nógva ferðir meiri verdur, tá ið hann er sloppin at veksa og kann verða fiskaður sum stórur toskur, ella upsi og stór hýsa og kann verða virkað til matnað.


Ein heimur uttanfyri Fuglafjørð

Formaðurin í vinnunevndini heldur tí, at tað er onki sum talar fyri at taka ídnaðarveiðina undir Føroyum uppaftur.

? Vit kunnu ikki taka hana uppaftur, bara fyri at fóðra eina verksmiðju í Fuglafjørði.

? Tað er eisini ein heimur uttanfyri Fuglafjørð, og spurningurin um eina verksmiðju í Fuglafjørði kann ikki vera avgerðandi í hesum førum.

? Og eg haldi nú ikki, at Havsbrún í Fuglafjørði og Fuglafjørður sum heild, eru tey, sum hava fingið ringast sømdir frá tí almenna.

? Havsbrún hevur fingið nógv serrættindi t.d. alment veðhald ár um ár fyri lýsi á goymslu. Og havnin í Fuglafjørði er einasta havnaútbygging í Føroyum, sum fær almennan studning

Annars er Heini O. Heinesen eitt sindur vingarsamur um støðuna.

? Politikararnir hava lítið og onki at skula hava sagt longur. Nú eru tað landsstýrismenninir, sum hava fingið mestsum alt vald og sum hava fingið heimild at stýra stýra øllum við tað, at teir kunnu seta kunngerðir, reglugerðir v.m. í gildið einsamallir.

? Hetta er ein óheppin avleiðing av nýggju stýrisskipanarlógini. Men heldur hendan gongdin fram er ongin orsøk til at fara á val aftur, heldur Heini úr Kunoy speiskliga fyri.