? Vit vilja samvinna við tykkum føroyingar

-Tað hevur alstjóran týdning, at vit fyrireika okkum væl, og í hesum sambandi er tað sera umráðandi at samvinna við tykkum føroyingar sigur Francis Gugen, stjóri í Amerada Hess, nú oljusamtakið ?The Faroes Partnership? hevur latið skrivstovu upp í Føroyum.

Fríggjadagin var samkoma í nýggju hølunum hjá oljusamtakinum ?The Faroes Partnership? í Hanusargøtu 2 í Havn. Tað eru oljufeløgini Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, ið sum tað fyrsta útlendska oljusamtakið taka stig til at fáa egna skrivstovu í Føroyum.

Tey fýra oljufeløgini hava leigað eini stór sethús, sum eru vorðin innrættað til skrivstovur. Í fyrsta umfari skulu trý fólk arbeiða hjá samtakinum, teirra millum Ben Arabo og Johan Mortensen.

Í sambandi við upplatingina av skrivstovuni varð skipað fyri samkomu fríggjadagin. Til steðar vóru umboð fyri tey fýra oljufeløgini og umboð fyri føroyskar myndugleikar og vinnulív. Eisini oljumálaráðharrin, Eyðun Elttør var hjástæddur, tá hølini vórðu tikin alment í brúk.

Ein av ovastu stjórunum hjá Amerada Hess í Norðurvestureuropa, Francis Gugen, beyð vælkomin. Hann vísti á stóra týdningin tað hevur at vera á staðnum fyri at kunna fyrireika seg best til eitt komandi útbjóðingarumfar. Eisini helt hann fyri, at tað hevur so ómetaliga stóran týdning, at tað verður eitt tætt samstarv við føroyingar.

-Vit trúgva ikki, at hettta verður væleydnað uttan at føroyingar eisini fáa nakað gott burtur úr. Vit eru hugaðir at byggja upp eitt samstarv - partnership - við føroyingar, sum skal rudda slóð fyri einum sunnum og góðum útviklingi.

Francis Gugen sigur við Sosialin, at tað er umráðandi at brúka ta neyðugu tíðina til tess at byggja upp eitt slíkt samstarv. -Um tað so tekur nógv ár, so er hetta rætti mátin at røkka einum góðum úrsliti. Vit hava longu fingið eitt sera gott samstarv við teir føroyingar, sum longu arbeiða hjá okkum, her hugsi eg serstakliga um Johan Mortensen og Ben Arabo umframt fleiri onnur.

Tað er nú fleiri ár síðani, at Amerada Hess og hini feløgini í samtakinum av álvara fóru undir at vísa føroyska landgrunninum ans.

-Vit leggja stóran dent á at fáa íbúgvararnar í landinum, har vit arbeiða, við í arbeiðið, og í hesum sambandi hava vit eisini gjørt rættiliga nógv burtur úr at venja og skúla føroyingar til hesa nýggju vinnu.

Francis Gugen vónar, at nýggja skrivstovan kann gerast ein náttúrligur og livandi partur av tí føroyska gerandisdegnum og samfelagslívinum sum heild.

-Vit síggja fegnir, at føroyingar fáa gott samband við okkum og kunnu vera við til at mynda tann útvikling, sum skal fara í gongd. Hetta er ikki nakað, sum verður gjørt eftir einum degi. Skulu vit byggja upp eitt álit og dugna hvør øðrum í tí felags søk, sum ein oljuleiting er, so mugu vit brúka bæði tíð og fólk til hetta. Og nettup í hesum viðfangi hevur ein góð og rúmlig skrivstova nógv at siga.

-Men er tað ikki í so tíðliga at lata eina skrivstovu upp, bæði áðrenn eina lisensrundu og áðrenn fyrstu boringina?

-Nei tað er tað ikki. Tað tekur tíð at byggja upp eitt samarbeiði millum fólk. Okkara máti er ikki at koma til eitt nýtt land sum ein annar buldoosari og so bara ?koyra ahead?. Hetta er nakað, sum skal gerast og skipast í bestu semju millum fólkið á staðnum og so útlendska oljuídnaðin.

Francis Gugen dylur tó ikki yvir, at teir bíða spentir eftir 1. útbjóðing. Hann vónar ikki, at útbjóðingin verður útskotin til inn í næstu øld, men at hon verður seint í ár ella fyrst í 99.

Richard Hardmann, stjóri fyri kanningunum við Føroyar sigur, at teir eru rættiliga bjartskygnir, hvat føroyaøkinum viðvíkur. -Men tað skal nógv arbeiði gerast og tað eru nógvir spurningar, sum skulu loysast. Tað standa nógvar torførar avbjóðingar fyri framman.

Richard Hardmann dylur ikki fyri, at sera lágu oljuprísirnir gera ikki uppgávuna minni torføra. -The margins are very small, leggur hann aftrat og vísir á, at oljufeløgini, sum hava borað vestan fyri Hetland, hava verið fyri fleiri afturstigum. Vit eru varisliga bjartskygnir, og síggja nú fram til, at markið verður ásett millum Føroyar og Hetland.

Francis Gugen vísir annars á, at tað er sera umráðandi, at útviklingurin er í tráð við føroysku ynskini, og ikki verður settur eftir, hvat hóvar og hóskar oljufeløgunum best. -Men vit hava so eisini ein tíðarkarm av arbeiða út frá, og tí er umráðandi, at vit fáa tann føroyska og okkara egna tíðarkarm at hóska saman.

Francis Gugen sigur, at teir nú fylgja væl við boringunum vestan fyri Hetland og her serstakliga í tí Hvíta økinum. -Er tað so, at oljuprísurin ikki hækkar aftur í bræði, og at tær boringar, sum eru vestan fyri Hetland og nær markinum, ikki geva nakað úrslit, so kann vandi vera fyri, at oljufeløg fara at kenna seg noydd til at hyggja aðrar vegir.

-Eg kann siga tað soleiðis: at skula bíða til inn í næstu øld at fara undir leiting á føroyskum øki verður møguliga ov seint fyri okkum. At fara undir eina útbjóðing í morgin ella so er ov tíðliga fyri føroyingar. So onkunstaðni harímillum átti at verið rætta tíðin.

-Men er tað ikki óheppið fyri føroyingar at skula fara undir eina leiting júst í eini tíð við sera lágum oljuprísum?

-Tað mest týðandi fyri føroyingar er, at tit fáa vitan um, antin nakað oljuríkidømi er í undirgrundini ella ikki. Tað hevði verið betur fyri allar partar, um prísirnir vóru betri, men tað eru teir nú einaferð ikki, og tú mást tí taka tað, sum tað er.

Richard Hardmann sigur í hesum sambandi, at tað hevur stóran týdning, at oljufeløg kunnu leggja sína orku saman í samtøkum. Tann dagin samtøkini ikki halda saman longur, tá verður áhugin fyri eini útbjóðing at minka munandi.


Norsk Hydro egna skrivstovu seinni

Ein av ovastu stjórunum í DONG, Hans J. Rasmusen var eisini við til samkomuna. Hann sigur við Sosialin, at teir hava stórar vónir til nýggju skrivstovuna. Eisini letur hann sera væl at teimum ?trainess?, sum teir hava tikið úr Føroyum. -Tað er vón okkara, at vit kunnu vera við til at útbúgva føroyingar til at vera við í eini oljuvinnu. Tá vit byrjaðu fyri 26 árum síðani, stóðu eisini vit á berum og høvdu fyri neyðini at fáa kunnleika og lærdóm frá øðrum. Vónandi kunnu tit nú heysta fruktir av tí, sum vit m.a. hava lært sigur Dongstjórin.

Eisini nýggi stjórin fyri Føroyaøkið hjá Norsk Hydro, Arvid Halvorsen var við til samkomuna fríggjadagin. Hann sigur við Sosialin, at hetta er ein sera týðandi løta fyri samtakið. Men hann leggur dent á, at hóast Amerada Hess er operatørur í samtakinum í løtuni, so ætlar Norsk Hydro sær møguleika seinni, tá teir vita, hvørjar teigar teir fáa lutaðar í eini útbjóðing, at lata upp sína egnu skrivstovu í Føroyum.

-Vit hava gjørt ta avtalu í samtakinum, at fáa vit lutaðar fleiri teigar í eini fyrstu útbjóðing, so verður Norsk Hydro eisini operaratørur.