Óli sendir áheitan til høvuðsákæran á Reunion

Óli Jacobsen fer nú vegna Føroya Fiskimmannafelag saman við ITF og fronskum feløgum at senda eina áheitan til høvuðsákæran á Reunion nú málið hjá Sigmundi Andreasen á oynni Reunion aftur varð útsett. Áheitanin ljóðar uppá, at Sigmundur fær passið, við tað at hann lovar at koma aftur til Reunion, tá ið málið verður tikið upp í rættinum

? Í ITF (International Transportworkers Federation) fara vit saman við nøkrum fronskum feløgum at senda eina áheitan til høvuðsákæran á Reunion um at lata Sigmund fáa passið aftur. Hetta skal vera við tí treyt, at Sigmundur játtar og bindir seg til at koma aftur til Reunion, tá ið málið verður tikið upp í rættinum, sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag.


Í Geneve og París

Óli hevur sum formaður í fiskimannadeildini innan ITF gjørt sína ávirkan galdandi í málinum um Sigmund Andreasen. Í síðstu viku varð hann á fundi í Geneve og í París. Har var hann og tosaði við donsku sendistovuna í París, umboð fyri ITF og fronsku feløgini innan fiskimenn.

? Sendistovan hevur vist gjørt, hvat hon kann, men fronsku myndugleikarnir tykjast at vera hvørki til at høgga ella at stinga í. Teir vilja fyri einhvønn hátt steðga tannfiskaveiðuni, og Sigmundur verður óivað nýttur sum eitt dømi til »skræk og advarsel« fyri aðrar, sigur Óli.


Krevja 14 mió kr.

Tá ið Óli var i Geneve tosaði hann við umboð fyri ILO, sum er arbeiðsmarknaðarstovnurin undir ST. Hesir vístu til havrættarsáttmálan, har tað í grein 73 er ásett, at verða skip handtikin, skulu tey saman við manning leyslatast beinavegin móti hóskandi trygd. Víst varð eisini til ein dóm, sum er feldur við altjóða dómstól 4. desember 1977 í einum líknandi máli, har hetta sama er staðfest. Hetta uttan mun til um manningin er fongslað ella á annan hátt hevur mist sítt frælsi eins og Sigmundur hevur gjørt.

? Í førinum hjá Sigmundi eru krøvini heilt órímilig. Fronsku myndugleikarnir hava kravt 12. mió. frankar sum svara til eini 14 mió. kr. fyri at leysgeva skipið. Men skipið hevur bara als ikki hetta virði. Tað er frá 1942, og hevur tí ikki nærmámind so stórt virði, sum myndugleikarnir áseta.

? Tí er tað neyvan nakar ivi um, at Frankaríki hevur brotið galdandi altjóða lóg í málinum um Sigmund.

? Eg veit, at skipanin í Reunion ikki er løtt at koma í holt við. Tey á donsku sendistovuni í París undrast eisini stórliga á framferðaháttin, sum er nýttur.


Meniskjaligar orsøkir

Støðan hjá Sigmundi er tann, at hann hevur kært avgerðina hjá »býarrættinum« um ikki at geva honum passið aftur til lokala landsrættin. Teir skuldu taka støðu í málinum 28. juli, men útsettu tað so aftur í 14 dagar. Fær Sigmundur viðhald, er mál hansar loyst, men fær hann ikki viðhald, er støðan rættiliga ógreið.

Sleppur Sigmundur ikki leysur av landsrættinum er einasti møguleiki, at Føroya Fiskimannafelag, ITF og fronsku fakfeløgini virka fyri at hann kann sleppa leysur av oynni av menniskjaligum orsøkum, heldur Óli.


Fær passið við at koma aftur

Og tað er júst hetta, Óli nú er farin í gongd við. Í løtuni er hann á starvsnevndarfundi hjá fiskimannadeildini í ITF í London. Í gjár høvdu teir ikki havt tíð at gjørt so nógv við málið um Sigmund, men Óli segði, at teir seinnapartin í gjár ella í dag skuldu orða eitt skriv saman við fronsku fakfeløgunum til høvuðsákæran á Reunion, um at lata Sigmund fáa passið aftur, móti tí, at hann lovaði og bant seg til at koma aftur til Reunion, tá ið málið kemur fyri í rættinum.

Óli hevur tosað við Sigmund um hetta, og hann er eisini sinnaður til at koma aftur. Óli heldur, hann eigur at gera hetta fyri sína egnu skyld og fyri at umdømið hjá Føroyum og ITF ikki skal verða skatt.

Óli veit ikki hvørja ávirkan áheitanin frá teimum kann fáa á málið, men sum hann sær tað, er hetta tann besti hátturin, teir kunnu gera sína ávirkan galdandi.

? Eg havi gjørt, hvat eg kann, og fái tí ikki gjørt so nógv meir.


Fyri rættin 4. september

Støðan hjá føroyingunum umborð á Golden Eagle, sum fyri stuttum eisini var handtikin og førdur inn til Reunion, er ikki heilt tann sama sum hjá Sigmundi.

? Málið við Golden Eagle er ásett at koma fyri rættin tann 4. september. Trupulleikin hjá Sigmundi, er, at tað ikki er ásett, nær hansara mál skal koma fyri rættin.

? Grundarlag er tí ikki á sama hátt at taka hetta málið upp til viðgerðar. Men vit vilja fylgja við, hvat hendir, og um neyðugt eisini gera okkara ávirkan galdandi, sigur Óli Jacobsen.



Hetta snýr málið seg um:


* Sigmundur Andreasen úr Vági er staddur á

oynni Reunion eystanfyri Madagaskar.

* Skipið, hann førdi, Explorer varð tikið, tá

ið teir sigldu inn um mark, uttan fyrst at

hava boðað frá. Lógin, sum segði, at hetta

skuldi gerast, var júst komin í gildi, og

Sigmundur visti als ikki um hana.

* Passið varð tikið frá honum 4. mars. Hann

hevur ikki fingið tað aftur enn og kann tí

ikki fara av oynni.

* Málið skuldi fyri langari tíð síðani komið

fyri, men tað er útsett ferð eftir ferð - nú til

11. august.

* Ein spanskur skipsførari er í eini líknandi

støðu. 29. juli hevði hann verið »fangi« á

Reunion í hálvt ár.