Predrag Nikolic vitjar í Føroyum. ? Nei, nú havi eg næstan verið her tíggju ferðir, sigur bosniski stórtelvarin í telefonini. ? Eg havi fingið nógvar vinir í Føroyum og serliga í Klaksvík. Hetta er eftirhondini [...] Í hesum døgum er bosniski stórmeistarin í talvi, Predrag Nikolic, í Klaksvík, har hann komandi tvær vikurnar skal leggja telvarum í høvuðsstaðnum í Norðoyggjum lag á. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Predrag [...] Nikolic sigur, at síðani hann var í Føroyum fyrstu ferð, hava føroyingar fingið fleiri góðar telvarar afturat. ? Á olympiaduni í 1994 fingu tit sera gott úrslit. Í Jerevan í 1996 gekk ikki so væl, men soleiðis
av við síni partabrøv í Føroya Banka, og slapp undan at seta meiri pening í bankan. Vísir øllum aftur Hesar skuldsetingar vil Richard Mikkelsen ikki hava sitandi á sær. Í blaðnum í dag førir hann síni sjónarmið [...] staðfestir, at føroyska samfelagið var í einari kreppu sum ikki fyrr er sædd í vesturheiminum. Búskapurin var í fríum falli, og av teirri orsøk máttu aðrir hættir takast í nýtslu. Ótradionellir hættir. Og ein [...] skuldsetingum, bæði í Føroyum og í Danmark. Nú snýr tað seg um pengar. Og um hvør visti hvat og nær. Var arbeiði gjørt á moralskt rættan hátt og á juridiskt rættan hátt. Yvirnýtslan í føroyska samfelagnum
er, bæði í talinum av útlánum og av kundum. Útlánini vóru í 1995 um 11.000, meðan tey í 96 vuksu upp í 14.500. Eisini talið á fólki, ið lántu á landsbókasavninum vaks úr 3.550 í 95 til 4.850 í 96. Bæði [...] hevur hesa bók, men tú sært eisini beinanvegin, um henda ávísa bók í løtuni er útlænt og um so er, nær tú kanst lána hana ? hvar í røðini tú í fall stendur. Hetta kann spara nógva og drúgva bíðitíð. Fyrispurningar [...] liggur um tey 130.000, og hesar 9 vikurnar í fjør summar vórðu ikki minni enn umleið 60.000 heitir løgd inn á telduskránna. Framman undan var nakað lagt inn, so í dag eru eini 70.000 heiti av teimum 130.000
komandi oljuvinnu í huga, kunnu vit rokna við, at bankarakstur í Føroyum fer at verða lønandi tey nógvu komandi árini. Tí er tað vitleyst, um Den Danske Bank, ið rýmdi undan allar ábyrgd í Føroyum, og sum tók [...] verður, at bankin í dag hevur eitt virði uppá einar 700 milliónir krónur, og tey seinastu trý árini hevur landskassin fingið meira enn 200 milliónir krónur í vinningsbýti frá bankanum. Í sambandi við eitt [...] hetta má fyri alt í verðini ikki henda. Um hetta verður endin, kunnu vit rokna við, at ríkisstjórnin selir Føroya Banka til Den Danske Bank, ið soleiðis verður einsamallur banki í Føroyum. Er tað hetta vit
virkin í einum trúarfelagsskapi í Føroyum, sum hevur samband við aðrar trúarfelagsskapir úti í heimi. Og tey vita, at trúgvandi um allan heim biða fyri gentuni 24 tímar um samdøgurði. Í Føroyum, Danmark [...] Ein 13 ára gomul, føroysk genta fekk í seinastu viku blóð frá einum HIV positivum persóni á Ríkissjúkrahúsinum í København. Talan er um eina gentu, sum var til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Hon fekk [...] fekk týsdagin eina størri skurðviðgerð, sum í aðrar mátar gekk væl. Men hósdagin fingu foreldrini at vita frá læknunum, at nakað av tí blóði, hon hevði fingið í samband við skurðviðgerðina, stavaði frá einum
pensiónistum. Tann ætlanin fór í vaskið, og tí fyrikemur tað mær, at onkur annar skal bøta fyri tað. Steinbjørn í Lambanum sigur, at tað eru uml. 1.000 diabetikarar í Føroyum, og skulu teir gjalda 1.600 krónur [...] størstan ans er, at sjúklingarnir nú sjálvir skulu rinda part av útreiðslunum. Steinbjørn í Lambanum, formaður í Diabetisfelag Føroya sigur, at hann heldur tað verða løgið, at landsins myndugleikar nú leggja [...] landskassin 1,6 millión krónur um árið bara við diabetikarunum. Steinbjørn í Lambanum heldur at øll skulu gjalda fyri niðurgongdina í samfelagnum, men hann heldur, at tað er skeivt at leggja hesa eyka byrðu
til EM í Fraklandi í 1984, og tá vit komu í bólk saman við Føroyum í undankappingini til EM í Svøríki í 1992, segði Michael Laudrup við Politiken í síðstu viku. Tá Føroyar og Danmark hittust í omanfyri [...] Í øllum rúsinum í danska fjølmiðlaheiminum um bankakanningina stakk ein fótbóltssøga seg upp í millum forsíðusøgurnar í dagblaðnum BT ein dagin í síðstu viku. Annað av stóru fyrraparts bløðunum í Danmark [...] ng var úrslitið í Parkini í Keypmannahavn 10. oktobur í 1990 4-1, og Michael Laudrup skoraði tvey mál og var nógv besti danski spælarin. Tá liðini møttust í Landskrona 25. septembur í 1991, vann Danmark
Norrøna Felagið í Føroyum Á fundi í Norrøna Felagnum mikukvøldið, fer Tove Danielsen at hugleiða um donsk-føroysku viðurskiftini fyrr og nú. Tover er dani, fødd í Falster í 1948. Hon er útbúgvin innan [...] fordeilur at vera danksari. Tað er tað ikki í dag, sigur hon. ? Men, leggur hon afturat. ? Eg havi ongar trupulleikar í so máta, men trívist tvørturímóti avbera væl í Føroyum. Tove Danielsen hevur eisini verið [...] giftist til Føroya og hevur búð her í 22 ár. Í dag hevur hon tvey vaksin børn og fæst mest við at umboða Tupperware. ? Tá eg kom til Føroya var tað in at vera danskari. Í dag er tað heilt annarleiðis, sigur
at Tróndur kemur inn í myndina, sum listarmaðurin og sum veiðumaður annars. Í sambandi við hesa ætlan fer Tim Severin at royna at finna sær sponsorar eitt nú í Føroyum. Í Kirkjubø í 72 Tað eru 25 ár síðani [...] - við at ferðast í kjalarvørrinum á mongum av teimum, sum í forðum løgdu til havs og oftani út í tað ókenda. Vit kenna søguna um Brendan, sum sigldi til Føroya og víðari til Amerika í skinnbáti sínum. [...] at Tim Severin við skinnbátinum Brendan legði at landi í Kirkjubø. Við hesum vildi hesin ævintýrarin og søgumaðurin prógva, at tað hevur borið til í forðum at fara út á høv við so lítlum báti. Nú hevur hann
Eg verði í øðini, tá eg hoyri frá dønum, at vit føroyingar eru oyðulond. Hava tveir bilar pr. húski og Gud viti hvat. Eg veit ikki, hvat tey meina við. Hvørki í mínum barnaheimi ella nú í mínum egna heimi [...] gamlan bil, og fleiri koyra í uppaftur eldri bilum. Eg kenni heilt fá, ja tey kunnu teljast á einari hond, ið eiga tveir bilar. Eg góðtaki ikki skuldsetanina í sjónvarpinum í gjárkvøldið, 21.1.98, har danir [...] okkum sjálv. Tá vit hava slitið, ivist eg ikki í, at vit verða nógv betri við land okkara. Fáa hugflog til nýggjar vinnur á landi. Nógv jørð liggur t.d. í órøkt. Vit innflyta epli ? tað líkist ongum ?