Í øllum rúsinum í danska fjølmiðlaheiminum um bankakanningina stakk ein fótbóltssøga seg upp í millum forsíðusøgurnar í dagblaðnum BT ein dagin í síðstu viku.
Annað av stóru fyrraparts bløðunum í Danmark visti at siga, at Michael Laudrup fer at spæla við FCK komandi ár, har hann sostatt hevði verið liðfelagi hjá føroyska landsliðsmanninum Toda Jónsson. Restin av kabaluni skuldi sambært BT vera, at yngri beiggin hjá Michael Laudrup, Brian, hevði gjørt avtalu við Ajax Amsterdam og Morten Olsen um, at hann í summar skal flyta úr Glasgow Rangers og til Ajax.
Hetta vóru vorðin sum stór fótbóltstíðindi, men tey fingu ongantíð luft undir veingirnar. Hini donsku dagbløðini tóku tey ongantíð fyri fult, og heldur ikki danska tíðindastovan Ritzau hevur endurgivið søguna hjá BT, sum sostatt hevur verið roknað sum tað, ið danir nevna »en avis and«.
Nógv at taka av
Todi Jónsson stríðist framvegis við at koma fyri seg eftir skaðan í lærkrikanum. Hann sigur seg einki vita um, at Michael Laudrup er upp á tal sum komandi liðfelagi hjá honum, men fyri tað kann tað væl vera, at nýggja stórfelagið í Keypmannahavn, sum hevur nógvan fíggjarligan undanvind í løtuni, ætlar sær at keypa eldra Laudrup beiggjan.
Leiðslan plagar ikki at tosa við spælararnar um, hvørjar aðrar spælarar teir ætla at keypa, og teir hava eftir øllum at døma ráð at taka djúpt niður í lumman. Bara hesar fýra vikurnar síðani á nýggjárinum eru virðini á FCK partabrøvum á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn hækkað úr 145 og upp í 282!
Sum fótur í hosu
Michael Laudrup hevur áður givið til kennar, at hann ongantíð aftur fer at spæla í bestu donsku deildini. Fyrrapartin av áttati árunum, tá nú 33 ára gamli Laudrup var blaðungur, spældi hann í KB, har John Cramer, sáli, sum seinni vandi B68, var venjari, og í Brøndby, har pápin, Finn Laudrup, var í nevndini, og har mammubeiggin, Ebbe Skovdal, var og er venjari.
Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað hevði passað sum fótur í hosu hjá fjølmiðlunum, um Michael Laudrup nú hevði boðað frá, at hann fer at spæla við FCK. Fyri nøkrum árum síðani kom vátt í reiðrið ímillum Laudruparnar og leiðsluna í Brøndby, tí felagið kravdi at fáa allan tann ágóðan, sum teir sambært reglunum hildu seg eiga fyri, at Brian Laudrup varð seldur úr felagnum. Finn, Michael og Brian vóru av aðrari áskoðan enn felagið, málið varð avgjørt í rættinum, og Brøndby vann. Síðani tá hava Laudruparnir havt millum lítið og einki við Brøndby at gera.
Røkkur neyvan landsliðsmetinum
Í løtuni stríðist Michael Laudrup við at koma fyri seg, eftir at eisini hann hevur verið plágaður av skaða í lærkrikanum. Tað er ikki greitt, um hann heilt fer at gevast sum fótbóltsspælari, tá hetta kappingarárið er av, og so leingi sum tað ikki er greitt, so er í hvussu so er ein teoretiskur møguleiki fyri, at hann fer at spæla við FCK og saman við Toda Jónsson, og tað er hetta, sum BT roynir at selja nøkur bløð eyka uppá.
Men tað er heilt greitt, at Michael Laudrup verður ikki á danska landsliðnum, tá danir í heyst fara undir torføru EM undankappingina. Ajax stjørnan hevur boðað frá, at hann gevst á landsliðnum, tá HM endaspælið í Fraklandi hevur verið í summar. Hann heldur ikki, at Danmark hevur verið heppið í EM lutakastinum, og hann ætlar sær at vera áskoðari í 24. raðnum, sum hann tekur til, tá danir í heyst og næsta ár fara at stríðast ímóti Italia, Sveits, Wales og Hvítarusslandi.
? Vit vóru ikki hepnir í hesum lutakastinum, og tað eru vit sera sjáldan. Í mínari tíð er tað bara tvær ferðir komið fyri, at hepnið hevur verið við okkum. Tað var, tá vit komu í bólk saman við Luksemburg í undankappingini til EM í Fraklandi í 1984, og tá vit komu í bólk saman við Føroyum í undankappingini til EM í Svøríki í 1992, segði Michael Laudrup við Politiken í síðstu viku.
Tá Føroyar og Danmark hittust í omanfyri nevndu undankapping var úrslitið í Parkini í Keypmannahavn 10. oktobur í 1990 4-1, og Michael Laudrup skoraði tvey mál og var nógv besti danski spælarin. Tá liðini møttust í Landskrona 25. septembur í 1991, vann Danmark 4-0, men tá var Michael Laudrup ikki við. Hann ynskti ikki at spæla á landsliðnum fyrr enn Richard Møller Nielsen var farin frá sum venjari, men seinni ? eftir at Richard Møller Nielsen og Danmark høvdu vunnið EM í 1992 ? boygdi eldri Laudrup beiggin seg. Nú hevur hann spælt 95 landsdystir, og tað er triðhægsta talið, sum nakar dani hevur rokkið. Men einki bendir á, at Laudrup fer at seta met í tali av landsdystum. Morten Olsen hevur spælt 103 landsdystir, og tað er met. Næstflestar landsdystir hevur Peter Schmeichel spælt, og alt bendir á, at tað verður hann, sum fer at sláa metið hjá venjaranum hjá Michael Laudrup. Schmeichel hevur spælt 97 ferðir á landsliðnum, og hann hevur ongar ætlanir um at gevast. Verður hann ikki skaddur, so fer hann undir HM kappingini í Fraklandi í summar í hvussu so er at koma upp á síðuna av metinum hjá Mortani Olsen, og um Danmark røkkur víðari enn innleiðandi umfarið, so fer málverjin at seta nýtt met.