Tann 1. januar 1998 kom í gildi nýggj kunngerð um stuðul til heilivág eftir forsorgarlógini, fólka- og avlamispensiónslógunum.
Kunngerðin ásetur eftir hvørjum treytum sjúklingar kunnu fáa endurgoldið útreiðslur fyri heilivág.
Tað sum tó hevur vakt størstan ans er, at sjúklingarnir nú sjálvir skulu rinda part av útreiðslunum.
Steinbjørn í Lambanum, formaður í Diabetisfelag Føroya sigur, at hann heldur tað verða løgið, at landsins myndugleikar nú leggja hesa byrðu omaná herðarnar á m. a. diabetikarum.
Landsstýrið arbeiddi við ætlanum um at spara á pensiónsøkinum, við at minka um fólkapensiónina hjá summum pensiónistum. Tann ætlanin fór í vaskið, og tí fyrikemur tað mær, at onkur annar skal bøta fyri tað.
Steinbjørn í Lambanum sigur, at tað eru uml. 1.000 diabetikarar í Føroyum, og skulu teir gjalda 1.600 krónur um árið, so sparir landskassin 1,6 millión krónur um árið bara við diabetikarunum.
Steinbjørn í Lambanum heldur at øll skulu gjalda fyri niðurgongdina í samfelagnum, men hann heldur, at tað er skeivt at leggja hesa eyka byrðu á sjúklingarnar.
Diabetikarar brúka eitt ótal av sproytum og taka nógvar blóðroyndir. Nú skulu teir so eisini gjalda egingjald fyri tann heiluvág teir brúka. Í londunum rundan um okkum fara tey hinvegin. Har royna tey, at bøta um viðurskiftini hjá sjúklingunum.
Tað fyrikemur mær, at kunngerðin er ógreið. Í grein 3 stendur, at stuðul bert kann veitast til útreiðslur, ið ikki verða rindaðar av sjúkrakassa ella aðrari trygging.
Hetta ørkymlar meg eitt sindur, tí eg trúði, at heilivágurin vit brúka, partvíst varð rindaður av sjúkrakassanum. Tí skuldi okkara egingjald verði av tí partinum sum sjúkrakassin ikki rindar, men hetta kann eg ikki fáa greiðu á.
Steinbjørn í Lambanum sigur, at tað serliga eru tvey punkt, sum hava vakt hansara misnøgd.
Tað er serliga framferðarhátturin og so tað, at teir ikki kunnu greiða okkum frá, hvør tað er sum betalur heiluvág okkara.
Eg havi tosað við umsitingina, men eg fái ikki eitt nøktandi svar.
Steinbjørn í Lambanum sigur, at feløgini mugu arbeiða saman um hetta málið.
Tað nyttar onki, at eitt nú Diabetisfelag einsamalt fer at arbeiða við málinum. Feløgini mugu arbeiða saman fyri at fáa myndugleikarnar at broyta støðu í málinum