Aftaná bankabjargingarnar í 1992 og 1993 standa vit føroyingar eftir við eini stórari skuld til danska ríkiskassan. 2,7 milliardir av skuldini stava frá bankabjargingunum. Men vit sita eisini eftir við einum banka, sum landskassin, umvegis Fíggingargrunnin frá 1992, er eigari av. Sagt verður, at bankin í dag hevur eitt virði uppá einar 700 milliónir krónur, og tey seinastu trý árini hevur landskassin fingið meira enn 200 milliónir krónur í vinningsbýti frá bankanum.
Í sambandi við eitt møguligt endurgjald úr Danmark fyri bankabjargingarnar, hevur onkur róð uppundir ta loysnina, at vit eiga at vísa á, at bankamálið er eitt danskt mál, og við teirri grundgeving eiga vit at krevja, at danir endurgjalda okkum alt tað, sum bankabjargingarnar hava kostað landskassanum. Verður eitt slíkt sjónarmið góðkent av dønum, eiga vit at gera okkum fullkomuliga greitt, at danir so eisini fara at krevja ognarrættin til bankan. Tí tá eru tað teir, og ikki føroyingar, sum hava bjargað føroyska bankanum. Og hetta má fyri alt í verðini ikki henda. Um hetta verður endin, kunnu vit rokna við, at ríkisstjórnin selir Føroya Banka til Den Danske Bank, ið soleiðis verður einsamallur banki í Føroyum. Er tað hetta vit vilja? Avgjørt ikki.
Um bankin gleppur okkum av hondum missa vit eitt virði uppá umleið 700 milliónir. Samstundis verður inntøkusíðan á løgtings-fíggjarlógini fleiri hundraðtals milliónir krónur lægri tey næstu árini, orsakað av, at landskassin ikki í framtíðini kemur at fáa vinningsbýti frá bankanum. Tí er tað sera umráðandi, at samráðingarnar við donsku stjórnina hava støði í, at vit føroyingar eiga bankan. Hetta má verða tað grundleggjandi sjónarmiðið hjá føroysku samráðingarfólkunum. Við eini komandi oljuvinnu í huga, kunnu vit rokna við, at bankarakstur í Føroyum fer at verða lønandi tey nógvu komandi árini. Tí er tað vitleyst, um Den Danske Bank, ið rýmdi undan allar ábyrgd í Føroyum, og sum tók okkum við nøsini í bankamálinum, nú sleppur framat at skúma fløtan av bankarakstrinum her á landi.
Vit eiga sjálvandi at leggja sera stóran dent á, at føroyingar standa sum ein maður, tá farið verður til samráðingarborðið við danir. Hetta førdi eg fram seinasta týsdag og hetta vil eg endurtaka í dag. Men kortini eiga vit ikki at fara soleiðis fram í hesum máli, at vit bert hava ein stokkutan løtuvinning fyri eyga, uttan at hugsa um, hvat tænir føroyska samfelagnum og heildini av føroyingum í londini. Eitt stórt danskt endurgjald, ið teirri avleiðing, at bankin gleppur okkum av hondum, er ein løtuvinningur. Hugsa vit long-ur enn um ein løtuvinning, fara vit til samráðingar við støði í, at bankin er okkara. At tær almennu Føroyar eiga Føroya Banka.
Vit eiga at skipa so fyri, at landskassin fær aftur allan tann pening, sum bankabjargingarnar hava kostað. Men hetta merkir ikki, at danski ríkiskassin og/ella danski stórbankin, skulu endurgjalda alla upphædd-ina. Tí tá fara teir avstað við bankanum. Við at lata ognarviðurskiftini í bankanum verða óbroytt, og tað vil siga, at landskassin um Fíggingargrunnin framvegis eigur bankan, kunnu vit tryggja okkum, at landskassin tey komandi árini fær restina av sínum tapum aftur, sum vinningsbýti frá bankanum.
Lat meg enn eina ferð undirstrika, at tað er sera týdningarmikið, at vit føroyingar standa saman og fara til samráðingarborðið sum ein maður. Men skulu vit hava eina heiðurliga og nøktandi loysn, eiga vit at fara til samráðingarnar við støði í, at bankin er okkara. Hann kann og skal ikki enda á donskum hondum.
Tað er eisini sera umráðandi, at vit nú beinan vegin fáa málið loyst eina ferð fyri allar. Í alt ov langa tíð hevur bankamálið riðið okkum sum ein marra. Tað hevur forpestað alt tað politiska umhvørvið. Nú má tíðin vera komin, har vit kunnu siga, at hetta málið er loyst. Og síðani leggja vit til brots við tí fyri eyga at loysa onnur stórmál.
Tann 26. januar 1998
Vilhelm Johannesen