Aftaná eina flúgvandi byrjan í bestu pólsku fótbóltsdeildini er steðgað eitt sindur upp hjá Andriasi Edmundssyni og liðfeløgunum í Wisla Plock. Í seinastu umførinum hevur bert verið talan um tvey stig í fýra dystum. Tó hava tveir teir seinastu dystirnir givið stig.
Í kvøld spældi Andrias allan dystin, tá Wisla Plock leikti javnt 1-1 á útivølli móti Lechia Gdansk.
Heimaliðið legði seg á odda, tá ein hálvur tími var leiktur. Marcin Kaminski javnaði fyri Wisla í 49. minutti.
Andrias fekk karakterin 7,0 (av 10 møguligum) frá Soccerstand. Miðalkarakterin hjá øllum liðnum var 6,9.
Wisla Plock er fjórðfremst í deildini við 18 stigum. Men teir eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Gornik Zabrze sum hevur 19 stig. So tað er javnt og spennandi í oddinum, har Wisla er eitt av fýra liðum, ið hevur 18 stig.
Andrias fer nú at fokusera upp á dystirnar á Tórsvølli hjá føroyska landsliðnum, har Montenegro verður mótstøðuliðið komandi hóskvøld, og Kekkia verður mótstøðuliðið tríggjar dagar seinni.