Tað óhugsandi hendi

Tað, sum eingin helt kundi bera til, hendi kortini á Ríkissjúkrahúsinum í København. Ein 13 ára gomul, føroysk genta fekk blóð, sum latið varð av HIV positivum persóni

Ein 13 ára gomul, føroysk genta fekk í seinastu viku blóð frá einum HIV positivum persóni á Ríkissjúkrahúsinum í København.

Talan er um eina gentu, sum var til viðgerðar á Ríkissjúkrahúsinum. Hon fekk týsdagin eina størri skurðviðgerð, sum í aðrar mátar gekk væl.

Men hósdagin fingu foreldrini at vita frá læknunum, at nakað av tí blóði, hon hevði fingið í samband við skurðviðgerðina, stavaði frá einum donori, sum vísti seg at vera HIV positivur.

Ikki er óvanligt, at tá sovorðið hendir, fara søgur at ganga, sum sjálvdan gagna nøkrum sum helst, og allarminst teimum avvarðandi.

Tí gjørdu foreldrini av at venda sær til Útvarpið og siga frá, hvussu gingið hevði. Men annars hava tey ongan hug at gera fleiri viðmerkingar, sigur omma gentuna, sum Sosialurin hevur tosað við.

Omma gentuna sigur, at hóast tað er ávíst, at gentan hevur fingið blóð frá hesum HIV positiva persóninum, hava tey vón um, at smittan ikki hevur fest seg.

Tað er soleiðis, at gentan fekk rættiliga nógv blóð, og hesin parturin var bara ein lítil partur av øllum.

Ríkissjúkrahúsið hevur fingið heiligvág úr Svøríki, sum gentan er viðgjørd við. Hetta er nýggjur heiligvágur, sum, eftir hvat skilst, ikki hevur verið royndur í Danmark fyrr.

Av tí, at hesin sorgarleikur varð kunnugur so tíðliga, bara tveir dagar eftir, at skurðviðgerðin var farin fram, hava tey vónir um, at til ber at sleppa undan smittuni.

Omma gentuna sigur eisini, at tað er sera hugstoytt at lesa á donskum tekstvarpi og í donskum bløðum, hvussu málið verður viðgjørt.

Danska pressan hevur longu dømt gentuna, sigur omman, hóast als ikki er staðfest, at hon yvirhøvur er smittað.

Eina aðra vón hava tey kortini, sigur omma viðgjørdu gentuna við Sosialin. Og tað er, at Harrin, sum sterkari er enn allir læknar, fer at hjálpa teimum. Tað hava tey sett alt sítt álit á.

Familjan er virkin í einum trúarfelagsskapi í Føroyum, sum hevur samband við aðrar trúarfelagsskapir úti í heimi. Og tey vita, at trúgvandi um allan heim biða fyri gentuni 24 tímar um samdøgurði. Í Føroyum, Danmark, Svøríki, Japan og Amerika.

»Og vit trúgva, at tað hjálpir, tí vit kenna dømi um, at tað hevur tað gjørt fyrr,« sigur omma hesa gentuna, sum annars heitir á fólk um ikki at ganga við søgum, tí foreldrini jú hava sagt alment frá, hvussu veruliga støðan er.